Undir yvirskriftini »Tíðarandin spælt fallitt«, skrivar Hans Jørgensen grein í Skúlablaðnum, um skerdu møguleikarnar hjá einstøku skúlunum at hjálpa børnum við serligum tørvi. Hann staðfestir, at hugskotið við at flyta ábyrgd og myndugleika út í sokallaða nærumhvørvið langt síðan er farið á heysin.
- Vavstur av ymsum lógum og sundurbýti av fleiri skerja virkismøguleikarnar í samfelag okkara. Hetta merkja vit ikki minst í skúlaverkinum. Skúlalógin, kommunulógin, almannalógin og viðhvørt eisini fyrisitingarlógin eru mangan so samantvinnaðar, torskildar og mótsigandi, at uppløgd mál gerast trupul og ofta ómøgulig at loysa, sigur Hans Jørgensen og heldur fram:
- Persónliga gleddist eg, tá ið teir báðir, okkara frægastu landsstýrismenn Hans Pauli Strøm og Jógvan á Lakjuni, longu í byrjanini av landsstýrisskeiðinum boðaðu frá, at teir fóru at tosa saman regluliga til tess at gera tað lættari at greiða málini hjá teimum nógvu, sum detta niðurímillum, tí skúlalóg og almannalóg ikki samvirka.
- Bara í okkara skúla uppliva vit ferð eftir ferð, ja, á hvørjum ári, at næmingar og foreldur koma í svára neyð, tí myndugleikarnir eru ikki førir fyri at hjálpa teimum. Skúlaleiðslur, Sernámsdepilin og Almannastovan royna at finna loysnir, men illa gongst at náa úrslit og forstáilsi, tí lógargrundarlag og játtan samsvara ikki við tørvin.
Ótolandi og óvirðiligt
Hans Jørgensen sigur, at hóast stig eru tikin positiva vegin, so eru kortini alt ov mong, sum als ikki fáa nøktandi tilboð um eitt sámiligt lív tey týdningarmiklu skúlaárini.
- Vit kunnu øtast og rópa upp um PISA-úrslitini; tey eru ov vánalig, og sjálvsagt skulu tey betrast, men ússalig er tjóð okkara, um vit ikki eisini geva pláss fyri teimum, sum ikki teljast millum teirra, ið uttan trupulleika megna at taka ímóti vanligari umsorgan og undirvísing í siðbundna fólkaskúlanum.
- Tað er ótolandi og óvirðiligt ferð eftir ferð at senda børn og foreldur heimaftur í vónloysið, tí vit, skúlin og almannaverkið, fáa ikki umstøður at viðvirka, sigur hann.
Størsti trupulleikin er, sambært skúlastjóranum, at ábyrgdarbýtið millum myndugleikar ikki er greitt, og tí heldur hann, at skúlaverkið, alt sum tað er, eigur at koma undir somu leiðslu og myndugleika. Niðurstøða hansara í Skúlablaðnum er tí: Gerið nýggja samskipaða lóg fyri alt barnaøkið frá 0 – 18 ár og skipið umsiting og ábyrgd í eina og somu ráðharrastovu.