verður í flúgving millum Føroyar og suðurolnd, at íslendska flogfelagið Primera Air fer í kapping við Atlantsflog. Keldur siga fyri in.fo, at tað er ikki á danmarkarrutuni, at felagið ætlar sær í kapping [...] hendanvegin. Sum in.fo skilir, so er felagið í samskifti við ymsar partar í føroysku ferðavinnuni, tí ætlanin er eisini at flyta fólk úr suðurlondum hendavegin – serliga í lágárstíð. Tað er eisini sera væl hóskandi [...] felagið Bravo Tours. Flogfelagið hevur sítt høvuðssæti í Íslandi, haðani felagið verður stýrt. Flogførini eru fyri tað mesta stationerað í útlondum, í Skandinavia, haðani tey flúgva ferðafólk á charterferðir
Í næsta mánaði ber til at fara til eitt heilt serstakt konserttiltak, sum ongantíð áður hevur verið í Føroyum. Talan er um tónleikatiltakið Hoyma, sum fer fram í Gøtu leygardagin 9. november. Tað serliga [...] konsertirnar eru lidnar, er opið hús í Tøting og í niðaru hædd í Valhøll. Jón Tyril er vegna G! Grunnin stigtakari til tiltakið. - Tankin um at gera hetta tiltakið byrjaði longu í 2007, eftir at G! fór av knóranum [...] um konsertir heima hjá fólki. Konseptið er 20 konsertir við 10 tónlistafólkum, heima í stovuni í 10 ymiskum húsum í Norðragøtu og Syðrugøtu. Einans akkustisk og/ella handhildin ljóðf'ri vera nýtt. Eingi
Í fjør fingu landsstýrisfólkini í ávikavist heilsu- og almannamálum handað eina framferðarætlan fyri demens í Føroyum “Gloymsk men ikki gloymd” frá einum sjálvbodnum bólki. Ætlanin [...] arbeiðast kann eftir í framtíðini. Demensætlanin, har ein arbeiðsbólkurin nú er settur, skal í høvuðsheitum lýsa nágreiniliga, hvussu demensøkið eigur at verða skipað við støði í teimum tilmælum [...] umboð fyri Heimatænastuna í Almannaverkinum Sunnuva á Lakjuni, umboð fyri Heimatænastuna í Almannaverkinum Jónvør Christiansen, demenssamskipari og leiðari fyri Heilræði í Tórshavnar Kommunu Lis Hansen
standa í longum røðum í svimjihøllini fyri at melda seg til einstøku liðini í svimjiskúlanum í Havnar Svimjifelag. Nú kunnu tey sita heima við hús og melda til, sigur Óli Garðshorn, nevndarlimur í Havnar [...] fólk eru virkin innan ítrótt í Føroyum ella í hvørjum aldri gevast tey flestu at íðka ítrótt? Tað sigur seg sjálvt, at tað verður lættari at raðfesta, stýra og stinga út í korti við góðum hagtølum, sigur [...] ímóti skipanini. Rættiliga nógv feløg hava longu skrásett seg í skipanini. Feløg, sum framvegis ikki hava skrásett sett seg, skulu seta í sambandi við skrivstovuna hjá ÍSF.
leingi ætlað okkum í djóragarðin í Keypmannahavn í summar, men hesin summardagurin við hitabylgju gjørdist ov nógv fyri okkum. Tá vit so seinni fóru ein túr á listasavnið Louisiana í Humlebæk, ið eg sum [...] missa. Í heimshøpi misti heimurin eina av sínum stóru persónligheitum, tá Mandela fór. Góðska og fyrigeving vóru nøkur av hansara lyklaorðum. Vónandi leggja vit okkum tey í geyma.
Hvat ynskir tú tær í 2014 [...] framvegis fer at hava gott stev í føroyska samfelagnum sum ein gevandi og savnandi mentunarberi og grundsúla, og at flest møgulig fáa gleði og gagn av at búgva í Føroyum. Á tí persónliga planinum vóni eg
Partrolararnir, Heykur og Falkur, hava nú í tveimum umførum gjørt royndir við rist í trolinum á stongdum leiðum. Fyrru royndirnar vórðu gjørdar tíðliga í fjør summar, og tær seinnu fyri nøkrum vikum síðan [...] onkrum leiðum, sum í dag eru stongdar fyri trolveiði. - Vit ætla ikki at lata nakrar leiðir upp aftur í óðum verki, men tað er ikki óhugsandi, at vit í einum nýggjum fiskiári fara at gera onkrar broytingar [...] skip sleppa at fiska við rist á onkrum - í dag - stongdum leiðum. Landsstýrismaðurin sigur, at hann fer at taka hetta málið upp til viðgerðar í Fiskimálaráðnum og í samgonguni, soleiðis at tað kann fáa eina
Tað undrar stórliga, at fatanin kann vera so ymisk í somu samgongu og andstøðu, at alt fer upp at leika í í tólvta tíma, tá ið fíggjarnevndarformaður kemur við somu ávaringum, sum fleiri onnur hava ført [...] allar løgfrøðiligar heimildir eru í lagi, eins og løgmaður – fyri síðani at taka nýggja støðu og bera eitt lógaruppskot í tingi. Sosialurin viðgjørdi í februar eina alternativa ætlan um at binda Føroyar [...] at politiska skipanin vil hava at vita, hvat hendir? Og hví reageraði eingin í politisku skipanini, tá Kári P. Højgaard í apríl boðaði frá, at nú fór hann undir realitetssamráðingar við ein møguleikan
flokkurin í eini fráboðan í dag. Hann sipar til, at Løgtingið hevur samtykt at skerja feðaavgjaldið tríggjar milliónir, ella sløk 19%. Sambært Sosialinum í dag er úrslitið av tí, at landssýrismaðurin í fíggjarmálum [...] avtaka ferðaavgjaldið. Tað heldur Framsókn. Í næstum kemur uppskot hjá flokkinum til viðgerðar í Løgtinginum um at niðurlagað ferðaavgjaldið til tað er heilt burtur í 2016, so at vinnan fær góðar stundir at [...] eina eyka umsiting. Framsókn sigur í dag, at verður ferðaavgjaldið avtikið, má tað vera einfalt at umsita og at tað má gerast í samráð við vinnuna. Flokkurin sigur, at í ár er ov seint at lækka ferðaavgjaldið
snýr seg um, at øll menniskju hava sama rætt at liva í samfelagnum. - Nú skulu vit í starvsnevndini í Javna ikki leggja nýggja felagnum orðini í munnin. Men vit vænta, at nakað av tí fyrsta, sum felagið [...] Seinasti fundurin um felagið "Spyr meg" verður í annaðkvøld týskvøldið 27. november í Beitishúsunum í Miðvági. Felagið, sum talan er um at seta á stovn, hevur til endamáls at lata fólk við menningartarni [...] vanlig í okkara grannalondum. Tað er rættiliga ymiskt, hvussu tey verða skipað, og í hvønn mun tey eru tengd at "móðirfelagnum". Men øll hava tey til felags, at ávíst samband er millum feløgini - í okkara
á bókamessuni í Göteborg. Tað ber ikki til á hinum størru messunum úti í heimi. Tí er rætt í fyrsta lagi at røkja norðurlendska marknaðin, men síðani eisini at røkja altjóða marknaðin í Frankfurt. - Okur [...] áhugi er fyri føroyskum bókum í Norðurlondum, serliga Íslandi, men eisini í Kekkia. Um tvær vikur fara føroyingar við 14 úrvaldum bókum á heimsins størstu bókamessu, sum er í Frankfurt. - Tá vænta vit, at [...] at týski og evropeiski áhugin kemur til sjóndar í størri mun enn her í Norðurlondum, sigur Jenny. - Tað er ein røtt avgerð at verða við á bókamessuni í Göteborg, sigur Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeild