Fer at flúgva millum Føroyar og suðurlond

Tað verður í flúgving millum Føroyar og suðurolnd, at íslendska flogfelagið Primera Air fer í kapping við Atlantsflog

Tað verður í flúgving millum Føroyar og suðurolnd, at íslendska flogfelagið Primera Air fer í kapping við Atlantsflog.

 

Keldur siga fyri in.fo, at tað er ikki á danmarkarrutuni, at felagið ætlar sær í kapping við Atlatnsflog, men heldur við at flyta føroyingar beinleiðis úr Føroyum til suðurlond, eitt nú til Italia, sum Atlantsflog hevur slept við nýggju strategiini. Ein avgerð hjá Atlantsflog, sum føroyska ferðavinnan harmast um, tí har vóru longu fleiri áhugaverd sambond skapt við at fáa fólk úr Italia hendanvegin.

 

Sum in.fo skilir, so er felagið í samskifti við ymsar partar í føroysku ferðavinnuni, tí ætlanin er eisini at flyta fólk úr suðurlondum hendavegin – serliga í lágárstíð.

 

Tað er eisini sera væl hóskandi, at Primera Air nýtir Boeing flogfør, tí reint tekniskt hóska tey eins væl til flogvøllin í Vágum, sum Airbusflogførini hjá Atlantsflog.

 

Primera Air er eitt charterflogfelag, sum serliga røkir charterflúgving.

 

Tað einasta, sum Jákup Sverri Kass, flogvallarstjóri, vildi siga í gjár var, »at samskfiti er millum partarnar«.

 

Men sum in.fo skilir, so eru ætlanirnar hesaferð rættiliga ítøkiligar, og at tað ikki er nakað, sum skal bíða til næsta summar – men rutur, sum kunnu verða aktuellar longu í heyst ella vetur, tí felagið hevur nógvan yvirkapasitet í lágárstíðini.

 

Primera Air er eitt íslendskt charterflogfelag, sum varð stovnað 2003 við navninum JetX. Tað er Primera Travel Group, sum eigur felagið – og sum eisini eigur felagið Bravo Tours.

 

Flogfelagið hevur sítt høvuðssæti í Íslandi, haðani felagið verður stýrt. Flogførini eru fyri tað mesta stationerað í útlondum, í Skandinavia, haðani tey flúgva ferðafólk á charterferðir og røkja aðrar fyrifallandi uppgávur.

 

Umframt Ísland, so hevur Primera Air eisini eina deild í Danmark, sum tó er eitt sjálvstøðugt felag, nevnt Primera Air Scandinavia.

 

Primera Air flýgur við Boeing flogførum. Tey hava seks 737-800 og tvey 737-700 flogfør.

 

Heimasíðan hjá Primera Air sæst VIÐ AT TRÝSTA HER