Í næsta mánaði ber til at fara til eitt heilt serstakt konserttiltak, sum ongantíð áður hevur verið í Føroyum.
Talan er um tónleikatiltakið Hoyma, sum fer fram í Gøtu leygardagin 9. november. Tað serliga er, at hetta snýr seg um konsertir heima hjá fólki.
Konseptið er 20 konsertir við 10 tónlistafólkum, heima í stovuni í 10 ymiskum húsum í Norðragøtu og Syðrugøtu. Einans akkustisk og/ella handhildin ljóðf'ri vera nýtt. Eingi annlegg ella líknandi. Konsertirnar byrja forskotið av hvørjari aðrari, soleiðis at møguleiki er at fáa konsertir í fleiri ymiskum húsum við.
Av teimum tilsamans 10 bólkunum ella einstaklingunum, sum fara at framføra, eru hesi váttað higartil:
Martin Joensen, Kári Sverrisson, Stanley Samuelsen, Lyon Hansen, Hamferð unplugged , Marius Ziska og Høgni Lisberg.
Eftir at konsertirnar eru lidnar, er opið hús í Tøting og í niðaru hædd í Valhøll.
Jón Tyril er vegna G! Grunnin stigtakari til tiltakið.
- Tankin um at gera hetta tiltakið byrjaði longu í 2007, eftir at G! fór av knóranum, og eg var troyttur av øllum tí stóra apparatinum við einum tónleikafestivali - stóru budgettini, annleggini, ljósini, pallarnir, vaktarhaldið osfr, og so tann fjarstøðan alt hetta skapar millum tann framførandi og áhoyraran. Tað gekk upp fyri mær, at nógvar av sterkastu tónlistarligu upplivingunum, eg hevði havt, høvdu verið í lítlum og eyðmjúkum umstøðum. Tankin um at gera okkurt smátt, við tí ektaða og autentiska í miðdeplinum vaks bara. Eg vildi sleppa aftur til tað grundleggjandi. Skera inn á bein og endurskapa nærleika millum listafólkið og móttakaran. Hvør betri háttur til at røkka hesum, enn at strippa burtur tøknina og pallseta framførsluna heima hjá áhoyraranum. So intimt, sum tað ber til at fáa tað. Í byrjanini kallaði eg hugskotið Antifestival, síðani hevur tað ment seg spakuliga, fyrst til Heimafestival og til at vit nú hava valt at kalla tað HOYMA, sigur Jón Tyril.
Konsertirnar eru millum klokkan 19 og 23. Eisini verður skipað fyri ymsum øðrum tiltøkum allan dagin.










