Umhugsar at lata trolfrí øki uppaftur

- Tað er ikki óhugsandi, at onkur trolfrí øki verða latin upp aftur til veiði við rist í trolinum, sigur Jacob Vestergaard.

Partrolararnir, Heykur og Falkur, hava nú í tveimum umførum gjørt royndir við rist í trolinum á stongdum leiðum. Fyrru royndirnar vórðu gjørdar tíðliga í fjør summar, og tær seinnu fyri nøkrum vikum síðan.

 

Enn hevur Havstovan ikki kunngjørt úrslitini frá seinastu royndunum, men tær fyrru royndirnar vístu, at ristin skilir umleið 60 prosent av smáa upsanum útaftur.

 

Ymiskar orsøkir eru til, at fleiri leiðir undir Føroyum í fleiri ár hava verið stongdar fyri trolveiði. Onkrar leiðir eru stongdar fyri at býta upp leiðir millum húk og trol, soleiðis at reiðskapirnir ikki ganga hvørjum øðrum ov nær.

 

Onkrar leiðir eru friðaðar, tí mett verður, at tær eru uppvakstrarøki hjá smáum upsa, og í triðja lagi er onkur leið stongd fyri trolveiði, tí her eru korallir, sum skulu verjast.

 

Royndirnar, sum Havstovan hevur gjørt í samstarvi við Faroe Origin, Vónina og Vørn, eru áhugaverdar, og óhugsandi er ikki, at hesar fara at skapa møguleikar fyri, at onkrar stongdar leiðir verða latnar upp aftur fyri trolveiði.

 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er ein teirra, sum heldur, at royndirnar við rist eru áhugaverdar og spennandi, og at hesar saktans kunnu lata upp fyri møguleikanum at fiska við rist í trolinum á onkrum leiðum, sum í dag eru stongdar fyri trolveiði.

 

- Vit ætla ikki at lata nakrar leiðir upp aftur í óðum verki, men tað er ikki óhugsandi, at vit í einum nýggjum fiskiári fara at gera onkrar broytingar, soleiðis at skip sleppa at fiska við rist á onkrum - í dag - stongdum leiðum.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at hann fer at taka hetta málið upp til viðgerðar í Fiskimálaráðnum og í samgonguni, soleiðis at tað kann fáa eina veruliga viðgerð.

 

- Jú, eg trúgvi, at royndirnar kunnu lata upp fyri onkrum nýggjum møguleikum - uttan, at gingið verður upsastovninum ov nær. Tað vísir seg nevniliga, at fiskur, sum er ov smáur og sum fer út aftur gjøgnum ristina, svimur livandi frá trolinum, sigur Jacob Vestergaard.