- Tað er skilabest at bíða við at avtaka ferðaavgjaldið.
Tað heldur Framsókn.
Í næstum kemur uppskot hjá flokkinum til viðgerðar í Løgtinginum um at niðurlagað ferðaavgjaldið til tað er heilt burtur í 2016, so at vinnan fær góðar stundir at laga seg til.
Flokkurin mælir samstundis til at ferðaavgjaldið verður ymiskt eftir árstíðunum, so at onki avgjald verður goldið um veturin.
Framsókn fegnast um, at glið er komið á eina tilgongd um at beina fyri ferðaavgjaldinum, sigur flokkurin í eini fráboðan í dag.
Hann sipar til, at Løgtingið hevur samtykt at skerja feðaavgjaldið tríggjar milliónir, ella sløk 19%.
Sambært Sosialinum í dag er úrslitið av tí, at landssýrismaðurin í fíggjarmálum hevur skotið upp at lækka ferðaavgjaldið 25 krónur.
Samstundis verður róð framundir, at ferðaavgjaldið kann vera ymisk eftir árstíðunum, so at tað verður rindað fult gjald um summarið, men at tað so fellur burtur á hávetri í eini roynd at lokka fólk til Føroya at ferðast um veturin.
Guðrið Højgaard, stjóri í Ferðaráðnum, tekur ikki undir við at hava ymiskt ferðaavgjald, tí tað fer at áleggja vinnuni eina eyka umsiting.
Framsókn sigur í dag, at verður ferðaavgjaldið avtikið, má tað vera einfalt at umsita og at tað má gerast í samráð við vinnuna.
Flokkurin sigur, at í ár er ov seint at lækka ferðaavgjaldið, tí ferðaskrivstovurnar hava longu marknaðarført Føroyar við einum ferðaavgjaldið á 120 krónur
- Tí er kanska skilabest ikki at lækka gjaldið fyrr enn í heyst ella at støðla peningin fyri í ár, og so lækka ferðaavgjaldið 90 krónur næsta ár.
- Nú flogvøllurin er longdur og betri útgjørdur, er væntandi, at fleiri feløg fara at bjóða seg fram at flúgva uppá Vágar.
- Tí ræður um at avtaka ferðagjaldið á ein so umsitingarligan einfaldan hátt og greitt at boða frá, at ferðagjaldi verður burtur um stutta tíð.
- Hetta vil eggja til kapping og samstundis verða ein byrjan uppá at fáa ferðakostnaðin til og úr Føroyum niður, sigur Framsókn.