Bólkur orðar demensætlan

Landsstýrismaðurin við heils­u­­málum hevur í samráð við lands­s­týriskvinnuna við al­mann­a­málum gjørt av, at ein dem­­ensætl­an fyri Føroyar skal gerast. Hetta verður sam­stund­­is gjørt í samsvar við sam­­gonguskjalið, har tað m.a. er ásett, at ein “miðvís ætl­an fyri demensøkið verð­ur løgd”.

Í fjør fingu lands­stýr­is­fólk­­ini í ávikavist heilsu- og al­­mann­a­málum handað eina fram­­ferð­­a­r­ætl­an fyri de­me­ns í Fø­r­oy­um “Gloymsk men ikki gloymd” frá einum sjálv­bodn­um bólki.

Ætlanin hevði tað endamál, at lands­stýr­is­­fólkini settu ein bólk við fak­fólki at gera eina ætlan fyri dem­ens­økið – eina sonevnda dem­ens­æ­tlan, sum arbeiðast kann eftir í fram­tíðini.
Demensætlanin, har ein ar­­beiðs­­bólk­­u­r­in nú er sett­ur, skal í høvuðsheitum lýsa ná­greiniliga, hvussu dem­ens­øk­ið eig­ur at verða skipað við støði í teim­um tilmælum, sum eru í fram­ferð­ar­ætl­an­ini. “Gloymsk men ikki gloymd” frá 2012.

Umframt arbeiðsbólkin, verð­­u­r arbeiðið skipað við ein­um stýrisbólki. So hvørt sum ar­beiðs­bólk­ur­in met­ir, at partar í ætlanini eru lidn­­ir, verða teir sendir til góð­kenn­ing­ar hjá stýr­is­bólk­i­num. Eisini skal ar­beiðs- og tíð­ar­ætl­anin fyri arbeiðið góð­kenn­ast av stýrisbólkinum. Har­um­framt er uppgávan hjá stýr­­i­s­­bólkinum at taka støðu til iv­a­mál og spurningar, ið ar­beiðs­­bólku­r­­in kann leggja fyri stýris­bólkin.
Bólk­ur­in handar dem­ens­ætl­­anina til landsstýrisfólkini við heils­u­­mál­um og al­mann­a­mál­um í seinasta lagi 1. mai 2014.

Arbeiðsbólkur
Tormóður Stórá, umboð fyri Psyk­i­atriska depilin
Marjun Restorff, umboð fyri Demenstoymið á Lands­sjúkr­a­hús­i­num
Guðr­un Zachariasen, um­boð fyri Kommunulæknafelag Før­oya
Unn Justinusen, umboð fyri Heimatænastuna í Almannaverkinum
Sunnuva á Lakjuni, umboð fyri Heimatænastuna í Almannaverkinum
Jónvør Christiansen, demenssamskipari og leiðari fyri Heilræði í Tórshavnar Kommunu
Lis Hansen, demenssamskipari
Halldis Joensen, umboð fyri Alzheimerfelagið

Stýrisbólkur
Turid Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum
Johnhard Klettheyggj, virkandi aðalstjóri í Almannamálaráðnum
Sveinoy Sverrisdóttir, umboð fyri Kommunufelag Føroya
Eyðun Christiansen, umboð fyri Kommunusamskipan Føroya