Seinasti fundurin um felagið "Spyr meg" verður í annaðkvøld týskvøldið 27. november í Beitishúsunum í Miðvági.
Felagið, sum talan er um at seta á stovn, hevur til endamáls at lata fólk við menningartarni sjálvi sleppa til orðanna. Slík feløg eru vanlig í okkara grannalondum. Tað er rættiliga ymiskt, hvussu tey verða skipað, og í hvønn mun tey eru tengd at "móðirfelagnum". Men øll hava tey til felags, at ávíst samband er millum feløgini - í okkara føri Javna og nýggja felagið.
Felgið Javni sigur, at í Føroyum eru tvær ferðir áður gjørdar royndir at skipa slíkt felag, sum tó í báðum førum fánaði burtur.
- Eftir afturvendandi áheitanir frá fleiri av okkara limum við menningartarni eins væl og okkara norðurlendsku samstarvspørtum, hevur starvsnevndin í Javna gjørt av at gera eina nýggja roynd, sum vónandi verður ein varandi pallur hjá fólki við menningartarni sjálvi at bera fram síni áhugamál fram á sín egna hátt.
Javni vísir á, at grundarlagið undir felagsarbeiðnum byggir á ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, har megintátturin snýr seg um, at øll menniskju hava sama rætt at liva í samfelagnum.
- Nú skulu vit í starvsnevndini í Javna ikki leggja nýggja felagnum orðini í munnin. Men vit vænta, at nakað av tí fyrsta, sum felagið fer at arbeiða við, er at nema sær vitan um ST-sáttmálan og breiða hesa vitan út millum limirnar.
Javni væntar, at limir í felagnum fara at gerast ambassadørar, sum kunna veita kunning um ST-sáttmálan og um lívið við menningartarni til teirra, ið ynskja meira vitan á økinum.
"Spyr meg" skal verða ein náttúrligur ráðgevari og hoyringspartur hjá Javna viðvíkjandi viðurskiftum, og ætlanin er, at felagið fer at gerast ogn hjá øllum føroyingum við menningartarni.
- Vit ynskja eisini, at nevndin verður samansett, so fólk úr øllum landinum kunnu kenna seg aftur. Tí er tað, at vit eru farin undir hesa røð av kunningarfundum, har øll eru vælkomin, bæði fólk við og uttan menningartarn, sigur Javni.