Hvat minnist tú best frá 2013?
- Enn er árið ikki liðugt, men fyri mær hevur hetta árið gingið skjótt. Ikki minst var summarið sera gott, so umframt at fáa eitt sindur av skafti við eitt nú at mála ymiskt, vóru sólskinsløturnar á Gøtusandi og gudstænastan umborð á Norðlýsinum á G! ógloymandi - í dýrdarlogn og brennandi sólskini. Tað er fyrstu ferð higartil, at prestakjólin hevur verið ov heitur.
Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2013?
- Hetta hevur verið eitt gott ár, hóast eg ikki havi vunnið í lotto og neyvan heldur komi at gera tað, tí eg havi verið heppin og vunnið á annan hátt. Av einstøkum hendingum eru tað ikki altíð tær, tú legði til rættis, ið eydnaðust best. Dóttirin og eg høvdu leingi ætlað okkum í djóragarðin í Keypmannahavn í summar, men hesin summardagurin við hitabylgju gjørdist ov nógv fyri okkum. Tá vit so seinni fóru ein túr á listasavnið Louisiana í Humlebæk, ið eg sum so ikki helt vera nakað fyri børn, fingu vit bæði eitt upplivilsi fyri lívið. Framsýningina átti Yoko Ono, og tað var stuttligt, hvussu tað unga barnasinnið upplivdi hennara avantgarde-list og mongu happenings, meðan pápin sum gamal beatles-fjeppari slapp at gloyma tíð og stað í sínum engagementi saman við næsta ættarliði. Vit fingu ein sera góðan dag saman. Haraftrat bleiv eg pápabeiggi í oktober, og tað gleðast vit um.
Hvat vilt tú helst gloyma frá 2013?
- Tað er ringt at svara uppá. Tað er altíð svárt at síggja fólk missa. Í heimshøpi misti heimurin eina av sínum stóru persónligheitum, tá Mandela fór. Góðska og fyrigeving vóru nøkur av hansara lyklaorðum. Vónandi leggja vit okkum tey í geyma.
Hvat ynskir tú tær í 2014?
- At kirkjan framvegis fer at hava gott stev í føroyska samfelagnum sum ein gevandi og savnandi mentunarberi og grundsúla, og at flest møgulig fáa gleði og gagn av at búgva í Føroyum. Á tí persónliga planinum vóni eg, at dóttirin hevur tað gott eins og øll míni nærmastu, sigur Theodor Eli Dam Olsen.