næmingarnir, sum eiga at fáa undirvísing, eru nú eisini miðvíst farnir at halda seg burtur úr skúlanum. ? Tað merkir, at í mongum flokkum, har tað eru 20-22 børn, eru bara 1-2 í skúla. ?Sostatt er onki fantilsi [...] næmingarnir, sum skulu próvtøku, skulu hava lisið eitt ávíst pensum. ? Men tey eru mong, sum ikki eru komin ígjøgnum pensummið enn. ? Og hjá teimum, sum kanska hava lisið alt, verður ongin møguleiki at [...] av verkfallinum. ? Av teimum 30 lærarurum á skúlanum eru 11 í verkfalli. Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu hart teir ymsu flokkarnir eru raktir. ? Vit hava tveir 10. flokkar. Annar fær næstan onga undirvísing
kalla øll stuðlaðu Føroyum at krevja tað tilfeingið, vit hava rætt til – uttan Felagið Nótaskip, sum var hart ímóti, at vit kravdu meiri enn tað, vit høvdu, tí tað kláraðu tey seg væl við væl, helt flotin [...] Nú eitt kjak aftur hevur tikið seg upp fiskivinnunýskipanina, er sama grátikórið aftur farið at tekna ræðumyndir, hóast tað annars gongur so væl í Føroyum sum at kalla ongantíð fyrr. Tað staðfestur Poul [...] Poul Michelsen, formaður í Framsókn. Nú leggur eisini hann seg upp í kjakið um fiskivinnunýskipanina, sum hevur tikið seg upp, eftir at Sjúrðarberg er seldur, og Hanus Hansen, reiðari, hevur givið fiski
hennara, var trúfestið. 1972 settu vit okkum niður her Norðuri í Gerði. Tá vóru Oluffa og Kjartan og Zacharia og Erik longu komin niðan higar at búgva. Ikki gloyma vit húgvuna, sum Astrid bant til Theodor [...] Zachariu. Nú eru tey øll farin undir grønutorvu. Friður veri við teimum. Bæði Erik og Zacharia hava verið íðin í sínum verki, og liggur teirra partur ikki eftir, og væl hava tey stuðlað hvørt øðrum. Nú ein bági [...] Alt var ein glóð afturat tí nýggja lívinum, har tú skuldi liva saman sum maður og kona. Væl vóru vit móttikin av grannalagnum og dagin, har spónurin var settur í útúrgravingina, bjóðaði Zacharia inn til
hinvegin hevur manningin hjá Strandferðsluni ikki loyvi til at kanna bilarnar. ?Men vit vóna, at fólk eru so mikið at sær komin, at tey ikki seta trygdina til viks, sigur hann. Hinvegin siga bæði hann og Kristian [...] tað meldað til løgregluna, sum síðani kannar málið. ?Vit seta trygdina ógvuliga høgt og hava vit illgruna um, at trygdarreglarnar verða brotnar, fara vit at biðja løgregluna hjálpa okkum, sigur Kristian Davidsen [...] bensin og diesel upp í dunkar, bróta tey trygdarreglarnar hjá Strandferðslunui. Tí hevur Strandferðslan nú steðgað hesum flutningi. Sandur hevur verið at kalla einasta staðið í landinum, har bensin og diesel
Prixnum. ? Vit skulu helst hava eina góða blanding av nýggjum og gomlum bólkum við í kappingini, og tað rokni eg við, at vit fáa í ár. Tað eru ikki bara kendir bólkar, sum hava teknað til í ár, tað eru eisini [...] var, tí onkur kravd demofløga var ikki komin vegin fram, men í øllum førum var talan um nógv fleiri bólkar, enn pláss er fyri í kappingini. ? Áhugin er størri enn vit høvdu roknað við, og tað er sera hugaligt [...] ? Tað eru bólkar, sum spæla ymiskar tónleikastílar, sum hava teknað til, men eg haldi, at eg kann siga, at Prixið verður meira popputur í ár, enn tað var fyri tveimum árum síðani. Tá høvdu vit nógvar
mett, at vit í Føroyum eru eini 10-20 ár aftanfyri okkara grannalond, tá talan er um at endurnýta burturkast okkara. Í Danmark hevur burturkast verðið endurnýtt í mong ár, men vit eru ikki komin í gongd [...] gongd við hetta enn. Broytingar eru tó fyri framman, tá ein endurnýtsluhøll verður tikin í nýtslu. Skúlabørn hava nú eisini víst vegin, sum avgjørt er ein gongd leið. Tað vísir seg at vera torført at fáa fólk [...] brennistøðini metir lærarin, at næmingarnir koma nærri veruleikanum á hesum økinum. Vit tveita hvønn dag nógv burtur, men vit síggja tað ongantíð aftur. Á brennistøðini síggja børnini, hvat verður av ruskinum
velja. Antin at góðtaka uppskotið ella at finna hurðina. Men vit eru helst komin so langt nú, at onki longur kann henda, sum elvir til ein skelk. Vit hava bara vant okkum við at rokna við øllum. [...] almenna minna mest um eina lýsingarherferð. Higartil hava vit hoyrt um aðalstjór-ar, stjórar og deildarstjórar, umframt vanlig starvsfólk. Og nú fingu vit so eitt nýtt fyribrigdi. Nevniliga skrivstovuleiðarar [...] sum er ein partur av landsumsitingini, kann vátta ella avsanna, antin samgongufundir, ið eru reint politiskir, eru góðir ella vánaligir. Um skipanin við samgongufundum er góð ella vánalig? Tá sagt verður
gera vit nú. Við øllum vit dragast við. Takk, at tú hevur umsorgan fyri okkum – eisini tá vit ikki skilja nakað sum helst. Takk at vit kunnu rokna við tær. Takk fyri teir, sum gjøgnum tíðina eru farnir [...] frá mær váði”. Nú vit hyggja aftureftir, so er tað ein veruleiki, at vit í Norðoyggjum hava mist nógvar menn á sjónum, og vit hava eisini mist heilar skipsmanningar. Hesar hendingar eru vavdar inn í søguna [...] sum eru á veg inn í fiski- ella sjóvinnu og eisini tey, sum hava mist. Áðrenn eg fari at nevna nøvnini á teimum, sum eru farin, fara vit at biðja. Góði Faðir á Himli Tú sigur í tínum orði, at vit kunnu
hansara høvdu betri uppiborið: -Vit spæla væl og eru sera agressivir. HB er eitt gott lið, og tá ið tú gerst mistøk, so eru teir eirindarleysir at sekta, og tað sóu vit í fleiri førum í dag. Tað riggaði [...] lukkuligt, sum Símun Samuelsen ger um seg. Nú hevur hann økt um HB leiðsluna, so hon nú er 3-1. Hann staðfesti hattrikkið við beinleiðis frísparki. HB er nú orduliga á sigurskós. 75) 2-1: Símun Samuelsen [...] framvið Teiti Gestsson. -Tað eru mál, sum broyta dystir, og soleiðis var tað eisini í dag. Tað var ikki fyrrenn, at hol var komið á, at dysturin varð meiri opin, og eg haldi, at vit tá vóru omaná, staðfesti
og politiskar bøkur. Jólagávuhugskotini eru mong. - Onkrar bøkur hava selt heilt fitt longu nú. Bót og Biti hjá Jóan Paula Joensen er ein teirra. Føroyingar eru sera áhugaðir í siðsøgu og í mati, og Jóan [...] viðvíkur og Kári Árting sigur, at tað er ein ørgrynna av nýggjum yrkingasøvnum komin út. - Teirra millum eru trý nýggj nøvn, sum vit ikki hava hoyrt um áður, meðan “the grand old man” Heðin Klein eisini kemur [...] - Bókaárið sær rættiliga gott út í ár. Vit hava fingið eitt rættiliga fjølbroytt og breitt úrval, sigur Kári Árting, formaður í bókhandlarafelagnum og stjóri í Rit & Rák. Hann gleðist um, at hvør bók,