Settu trygdina hjá Strandferðsluni til viks

? Verður tað neyðugt, fer Strandferðslan at biðja politiið hjálpa sær at forða fyri, at trygdarreglarnar verða brotnar

Trygdarviðurskifti

Tá ið fólk ferðast úr oyggj í oyggj við skipunum hjá Strandferðsluni at fylla sær bensin og diesel upp í dunkar, bróta tey trygdarreglarnar hjá Strandferðslunui.
Tí hevur Strandferðslan nú steðgað hesum flutningi.
Sandur hevur verið at kalla einasta staðið í landinum, har bensin og diesel hevur verið at fingið og tað hevur fingið fólk úr øllum meginøkinum á pílagrímsferð til gloymdu oynna at fylla sær tangarnar.
Hetta hevur ført til, at flutningurin ímillum Skopun og Gomlurætt hevur sett met hesar seinastu dagarnar.
Sunnudagin flutti Ternan sostatt 219 bilar og 795 ferðafólk flutt um Skopunarfjørð og tað er met. Mánadagin var eisini nógvur flutningur, tí tá vóru 195 bilar fluttir um Skopunarfjørð.
Og sum tað sást í Degi og Viku mánakvøldið, var tað ikki hissini, sum fólk hamstraðu av bensini og diesel.
Fleiri fyltu upp í dunkar og onkur enntá upp í tunnur at hava við sær inn á meginlandið aftur.

Ólógligt
Men hesin flutningur er ólógligur.
Eftir IMDC- reglunum, sum eru altjóða reglar fyri vandamiklum flutningi við skipum, er tað bara loyvi at flyta ein litur av bensini og fimm litrar av diesel í dunkum við ferðamannaskipum.
Samstundis upplýsir Brandstøðin, at tað verða eisini serlig krøv sett til dunkarnar.
Sostatt hava tey, sum hava flutt bensin og diesel í dunkum um Skopunarfjørð hesar dagarnar, næstan uttan undantak sett trygdinarreglarnar hjá Strandferðsluni til viks.
Men Strandferðslan hevur nú steðgað hesum flutningi.
Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at skiparin á Ternuni tók sjálvur stig til at steðga flutninginum í gjáramorgunin.
?Tá ið fólk koma umborð á Gomlurætt, verða tey gørd varug við, at tað ikki er loyvt at hava meiri enn ein litur av bensini og fimm litrar av diesel í dunkum.
? Og tey, sum koma umborð í Skopun, verða spurd um tey hava bensin ella diesel við sær í dunkum.
Johan Isholm á Strandferðsluni, sum hevur við trygdarviðurskiftini at gera, sigur, at hinvegin hevur manningin hjá Strandferðsluni ikki loyvi til at kanna bilarnar.
?Men vit vóna, at fólk eru so mikið at sær komin, at tey ikki seta trygdina til viks, sigur hann.
Hinvegin siga bæði hann og Kristian Davidsen, at tað er ein uppgáva hjá løgregluni at kanna eftir um ólógligur flutningur fer fram.
Johan Isholm sigur, at
? Men fær manningin hjá Strandferðsluni illgruna um, at fólk hava dunkar við sær, verður tað meldað til løgregluna, sum síðani kannar málið.
?Vit seta trygdina ógvuliga høgt og hava vit illgruna um, at trygdarreglarnar verða brotnar, fara vit at biðja løgregluna hjálpa okkum, sigur Kristian Davidsen.