Nú eitt kjak aftur hevur tikið seg upp fiskivinnunýskipanina, er sama grátikórið aftur farið at tekna ræðumyndir, hóast tað annars gongur so væl í Føroyum sum at kalla ongantíð fyrr.
Tað staðfestur Poul Michelsen, formaður í Framsókn. Nú leggur eisini hann seg upp í kjakið um fiskivinnunýskipanina, sum hevur tikið seg upp, eftir at Sjúrðarberg er seldur, og Hanus Hansen, reiðari, hevur givið fiskivinnunýskipanina skyldina.
– Heldur enn fara undir eitt gagnligt orðaskifti um hugsjónir og ætlanir fyri samfelagið, verður tosað um, hvussu syndarlig støðan sigst vera í landinum, og hvussu hon fer at versna, sigur Poul Michelsen, sum eisini er landsstýrismaður í vinnumálum.
Hann sigur, at tá ið vit fingu eina nýggja fiskivinnuskipan, var tað umráðandi fyri tey flestu at tryggjað, at sjótilfeingið er ogn Føroya fólks og tað er staðfest í nýskipanini.
Hann sigur eisini, at frá fyrsta degi hevur hevur tað verið greitt, at tær broytingar, sum fiskivinnunýskipanin fór at bera í sær, fóru at hava ávirkan tey, sum eru í vinnuni. Bara Fólkaflokkurin hevur hildið fast í óliberala tankan um, at so fá sum til ber skulu hava rættindi at fiska, sigur Poul Michelsen.
Hann sigur, at greiðasta dømið var, tá Føroyar stríddust fyri at fáa størri rættindi av uppsjóvarfiski. At kalla øll stuðlaðu Føroyum at krevja tað tilfeingið, vit hava rætt til – uttan Felagið Nótaskip, sum var hart ímóti, at vit kravdu meiri enn tað, vit høvdu, tí tað kláraðu tey seg væl við væl, helt flotin sjálvur, so livdu øll væl.
Men eftir at Føroyar høvdu verið í stríði við ES og fingið størri rættindi, fingu limirnir í Felagnum Nótaskip øll rættindini. Men tey, sum her heima hjálptu okkum, og høvdu vónað at kunnu sleppa framat rættindum og gerast partur av føroysku fiskivinnuni, sluppu ikki uppí part og fingu einki. Er tað ikki tilvitaður planbúskapur, spyr Poul Michelsen.
Tí undrast hann á, at hesi somu feløgini góðtaka eina undirgangsherferð – tað kann skjótt byrja at gerast grammleikakent, heldur formaðurin í Framsókn.
– Sjálvandi fór nýskipanin at ávirka tey, sum eru í vinnuni, og sjálvsagt eigur vinnan alla tíðina at laga seg til broyttar umstøður, tí tað er, og hevur altíð verið, fortreytin fyri at reka vinnuligt virksemi.
Poul Michelsen ásannar eisini, at nýggja skipanin er ikki lýtaleys og talan kann væl vera um at gera broytingar. Men hann staðfestur samstundis, at vinnan skal venja seg við, at skipanin er komin fyri at vera.
Trýst HER og les meiri um, hvat Poul Michelsen heldur um atfinningingarnar seinastu dagarnar ímóti nýggju fiskivinnuskipanini.