Hvørt ár verða eini 16.500 tons av burturkasti brend í ovninum í brennistøðini á Hagaleiti sunnanfyri Leirvíks bygd. Onnur 15.000 tons verða brend á brennistøðini á Sandvíkahjalla. Tískil skulu fleiri enn 30.000 tons av burturkasti brennast á hvørjum ári í Føroyum.
Hetta merkir, at ovnarnir eru í gongd alt samdøgrið alt árið fyri at fáa alt ruskið burturbeint.
Okkurt má gerast, tí ikki ber til at liva við hesi støðuni í longdini. Nøgdin av burturkasti var bara 12.000 tons í byrjanini, tá brennistøðin fór í gongd, men er nú økt til 16.500 tons. Eitt er at økja um brenniorkuna, so at enn meira burturkast kann brennast, men hetta hevði verið ein sera kostnaðarmikil loysn.
Eitt annað er at minka um nøgdina av burturkasti, og hetta er avgjørt ein gongd leið. Hetta verður gjørt við at endurvinna burturkastið.
Ein stórur partur av ruskinum kundi verið endurnýttur, og brennistøðin hjá IRF fer eisini undir at endurvinna pappír í næstum. Arbeiðið at gera eina høll er byrjað, har mest pappír og papp skal endurvinnast. Fólk í kommunum, sum eru í IRF, fara tá at fáa tveir posar til burturkastið, ein vanligan og ein til pappír.
Mett verður, at millum 4.000-8.000 tons av burturkastinum kunnu endurvinnast árliga. Hetta kann gerast næstan helmingurin av ruskinum, og tað fer at muna væl í rúgvuni, sum eftir hetta fer í ovnin.
7. flokkur í Kvívíkar skúla hevur arbeitt við spurninginum um, hvagar alt fer, sum vit tveita burtur, og hvussu tað ber til at gagnnýta og endurvinna rusk. Ein túrur til Brennistøðina hjá IRF á Hagaleiti var tí sjálvsagdur. Tey hava millum annað gjørt pappír úr øðrum pappíri, sum annars hevði verðið tveitt burtur.
Endurnýtsla er framtíðin
Tað verður mett, at vit í Føroyum eru eini 10-20 ár aftanfyri okkara grannalond, tá talan er um at endurnýta burturkast okkara. Í Danmark hevur burturkast verðið endurnýtt í mong ár, men vit eru ikki komin í gongd við hetta enn.
Broytingar eru tó fyri framman, tá ein endurnýtsluhøll verður tikin í nýtslu. Skúlabørn hava nú eisini víst vegin, sum avgjørt er ein gongd leið.
Tað vísir seg at vera torført at fáa fólk í Føroyum at skilja týdningin av, at farið verður undir at endurvinna rusk. Myndugleikarnir hava heldur ikki verið beinleiðis raskir at skunda undir hesa gongdina. Tó er ein kompostskipan sett upp í Skúvoy. Í løtuni eru umhvørvismál undir kommunum, og tí avgera tær sjálvar, hvussu tær handfara málið.
Lærari hjá børnunum er Bjarni Heinesen, og hann sigur, at ætlanin við umhvørvisætlanini hjá flokkinum er at gera børnini meira varug við vandarnar umhvørvisdálking.
Víst verður í undirvísingini á, at tað væl ber til at endurvinna tað mesta av burturkastinum, men at hetta ikki verður gjørt í løtuni.
Nógv av tí, sum vit í dag kasta burtur, skuldi av røttum farið útaftur í náttúruna, ístaðinfyri at tað verður brent.
Koma nærri veruleikanum
Við hesum túrinum á brennistøðini metir lærarin, at næmingarnir koma nærri veruleikanum á hesum økinum. Vit tveita hvønn dag nógv burtur, men vit síggja tað ongantíð aftur. Á brennistøðini síggja børnini, hvat verður av ruskinum.
Veruleikin er eisini tann, at tað er mark fyri, hvat brennistøðirnar kunnu klára, og vit nærkast tí markinum alsamt.