Minningarorð um Zachariu Eliasen, Fuglafjørður

Nú fór grannakonan, Zacharia. Eingin skal um sín dag ganga, og hesin dagur liggur og bíðar øllum livandi á hesi Guðs grønu jørð. Ferðin hjá Zachariu gjørdist 64 ár. Hon var dóttir Astrid og Jógvan Eliasen.

Zacharia giftist við Eriki 1964 og fingu tey Sunnleyg og Jaspur, sum bæði búgva í Fuglafirði. Tað, sum merkti Zachariu og mammu hennara, var trúfestið. 1972 settu vit okkum niður her Norðuri í Gerði. Tá vóru Oluffa og Kjartan og Zacharia og Erik longu komin niðan higar at búgva. Ikki gloyma vit húgvuna, sum Astrid bant til Theodor Erling, tá ið hann var føddur. Alt var ein glóð afturat tí nýggja lívinum, har tú skuldi liva saman sum maður og kona. Væl vóru vit móttikin av grannalagnum og dagin, har spónurin var settur í útúrgravingina, bjóðaði Zacharia inn til ein duss, og mælti brosandi: “ Vælkomin niðan higar at búgva!” Hesi fáu orð ljóma fyri okkum enn tann dag í dag, hóast 38 ár eru liðin síðani hesa løtu.


Nærlagni, sum Zacahria hevði heimanífrá, merkti hana. Hon var so stak arbeiðssom, blíð og røsk. Ja, sælir vóru teir dagar, tá ið hoyggingin stóð fyri, og slótturin skuldi undir tak. Fyrstu árini var tað líggjasongurin, sum á steini og undir bátabrýn í hoyna, legði lunnar undir morgunsangin. Seinni vóru tað sláimaskinurnar, sum mólu í túninum upp undir slóttin. Kjartan og Erik vóru snimma á fótum, at fáa gongd á hesi snurrandi kríatúrini. Í túninum stóð Zacharia ein góðan terradag í litríkum fyrriklæði við rívuni upp í rógv . Avsett var, og var hon á ferð at raka upp. Hon steðgar á til eitt lítið prát. Rívuna hevur hon í hondini, og hevur sett hana klófasta í túnið, og stendur hon eins og ein klassisk standmynd við tindunum beint oman fyri kríllin. Soleiðis var eisini hendingin, tá ið komið varð aftur at húsum í hoyna. Hetta vóru løturnar, sum fyri okkum, ið her búgva, var ein partur av gerandisdegnum í hoyggingartíðini. Børnini vóru við í hesum skaldakendu løtum.


Her er myndin av hesum fólkum við Lerkarás - Oluffu, Kjartani, Haldori, Minu, Hansi og Zachariu. Nú eru tey øll farin undir grønutorvu. Friður veri við teimum.


Bæði Erik og Zacharia hava verið íðin í sínum verki, og liggur teirra partur ikki eftir, og væl hava tey stuðlað hvørt øðrum. Nú ein bági gav seg til kennar hjá Zachariu, stóð Erik trúgvur og treystur undir hennara lið, og var henni ein góður stuðul. Soleiðis fer hetta jarðiska lívið við okkum, men í hesum anda kunnu vit siga um Zachariu og hennara lokna verk, at hon gjørdi tað samvitskufult, tignarliga og dygdargott,: “Far inn til gleði Harra tíns og nýt friðin, tú trúgvi og góði tænari, tað hevur tú uppiborið!”


Ærað veri minnið um Zachariu.


Alexandra og Frits