Símun Samuelsen var í hopla

Símun Samuelsen var trífaldur málskjútti, tá ið HB vann 3-2 á NSÍ í ólavsøkudystinum

Í løtum stóð tað eitt sindur á, men einum toppliði líkt so eydnaðist tað HB at vinna fulla úrtøku. Úrslitið millum HB og NSÍ var 3-2 eftir málleyst fyrra umfar. Stóri maðurin í Gundadali í dag var ein av  landsliðsspælarunum hjá HB, Símun Samuelsen. Hann skoraði øll trý málini fyri heimaliðið. Tað fyrsta var eftir stórt kiks í NSÍ verjuni, tað næsta var eftir at hann í vinstru hevði sneitt framvið fleiri, áðrenn hann við høgra beini setti bóltin framvið Kristiani Joensen í NSÍ málinum, og tað síðsta – til 3-1 – var beinleiðis fríspark.

 

Pól Jóhannus Justinussen, sum í dag var sentralur miðvallari, javnaði eftir klumpspæl, og tá ið tað kendist sum um, at NSÍ hevði mist vónina um, at tað skuldi bera til, minkaði NSÍ um munin. Aftur hesa ferð var talan um stórt verjumistak, sum bar við sær, at Árni Frederiksberg varð einsamallur, og so setti hann bóltin framvið Teiti Gestsson.

 

-Tað eru mál, sum broyta dystir, og soleiðis var tað eisini í dag. Tað var ikki fyrrenn, at hol var komið á, at dysturin varð meiri opin, og eg haldi, at vit tá vóru omaná, staðfesti trífaldi málskjúttin Símun Samuelsen. 

-Ætlanin hjá okkum er at halda hini liðini aftanfyri okkum. Mátin at gera tað uppá er at vinna dystirnar, og tað eydnaðist í dag. Vit hava eitt gott lið, og vit stevna ímóti FM heitinum, segði Símun Samuelsen.

 

Nýggi NSÍ venjarin, Heðin Askham, sum fyri fyrstu ferð hevði ábyrgdina av  NSÍ í landskappingini, helt, at hansara høvdu betri uppiborið: 

-Vit spæla væl og eru sera agressivir. HB er eitt gott lið, og tá ið tú gerst mistøk, so eru teir eirindarleysir at sekta, og tað sóu vit í fleiri førum í dag. Tað riggaði væl at pressa HB frammarlaga, men tað vóru persónlig mistøk, sum kostaðu so nógv, at vit ikki vunnu stig í dag, staðfesti NSÍ venjarin Heðin Askham.

 

17. umfar

07Vestur-KÍ 2-1

AB-EB/Streymur 3-1

B36-ÍF 1-2

Víkingur-TB 3-1

HB-NSÍ 3-2

 

Støðan 

HB 40

ÍF 33

EB/Streymur 25

B36 21

NSÍ 20

KÍ 19

Víkingur 19

AB 18

TB 16

07Vestur 11

NSÍ, Víkingur, EB/Streymur og 07Vestur hava spælt 16 dystir, og hini liðini hava spælt 17 dystir

 

18. umfar

4. august

NSÍ-ÍF

TB-HB

B36-EB/Streymur

KÍ-Víkingur

5. august

AB-07Vestur

 

 

LIÐUGT

3-2!

 

 

90) 3-2

NSÍ roynir at trýsta, og gestirnir hava nógv bólt frammarlaga á vøllinum. Tað ber møguleikar fyri skjótum HB mótálopum.

 

85) 3-2: Árni Frederiksberg

So er spenningur komin í aftur í Gundadali. Aftur hesa ferð var talan um gávu. Innskifti Heini Vatnsdal var óskettin, og so streyk Árni Frederiksberg avstað. Hann kom einsamallur í brotsteigin, og úr 10 metrum setti hann bóltin framvið Teiti Gestssyni.

 

 

80) 3-1: Símun Samuelsen

 

Tað er ikki lukkuligt, sum Símun Samuelsen ger um seg. Nú hevur hann økt um HB leiðsluna, so hon nú er 3-1. Hann staðfesti hattrikkið við beinleiðis frísparki. HB er nú orduliga á sigurskós.

 

 

75) 2-1: Símun Samuelsen

 

Landsliðsspælarin í vinstru hjá HB er sera væl upplagdur. Nú hevur hann lagt HB á odda. Eftir í vinstru at hava sneitt framvið tveimum sendi hann við høgra beinið bóltin framvið Kristiani Joensen.

 

 

70)  1-1: Pól Jóhannus Justinussen

Tað er av álvara komin spenningur í. NSÍ hevur javnað. Tað var liðformaðurin og altíð málsókni Pól Jóhannus Justinussen, sum í dag er á miðvøllinum, ið var málskjútti.

 

 

 

65) 1-0

Árni Frederiksberg hjá NSÍ og Símun Samuelsen hjá HB hava sæð gult kort.

Heini Vatnsdal hevur avloyst Andrew av Fløtum.

 

60) 1-0: Símun Samuelsen 54.

So er HB á odda. Einar Tróndargjógv var óskettin, tá ið hann ætlaði at spæla aftur ímóti sínum egna málverja. Símun Samuelsen fekk tak á, og hann var tryggur, tá ið hann einsamallur frammanfyri Kristiani Joensen í NSÍ málinum setti bóltin í málið.

 

 

 

50) 0-0

 

So ber tað ikki til at koma nærri máli. Í 1. Hálvleiki sendi Andrew av Fløtum hjá HB bóltin í stólpan, og nú hevur framrættaði miðvallarin hjá NSÍ, Jann Martin Mortensen, sent bóltin í stólpan, eftir at Árni Frederiksberg hevði lagt innfyri.

 

Somu 22 eru á vøllinum, sum vóru við frá fyrsta bríksli, og Heðin Askham hevur framvegis givið sínum monnum boð um at leypa á frammarlaga á vøllinum.

 

HÁVLEIKUR

0-0

Petur Reinert hevur bríkslað fyri síðstu ferð í 1. álvleiki. Einki er at ivast í, at tað eru teir í NSÍ, sum eru betri nøgdir. Tað hevur eydnast teimum við ágangandi verjuspæli at byrgja upp fyri HB álopsspælinum.

 

Talan hevur verið um nógvar nærdystir, og fýra ferðir hevur gula kortið verið á lofti. Umframt Fróða Benjaminsen hjá HB hava Einar Tróndargjógv, Karl Løkin og Pól Jóhannus Justinussen sæð gula kortið.

 

 

45) 0-0

 

 

40) 0-0

Nú hevur HB havt bestu royndina higartil. Andrew av Fløtum sendi bóltin í stólpan. 

 

30) 0-0

Karl Løkin hjá NSÍ hevur sæð gult fyri fríspark ímóti Kristin R. Mouritsen.

 

 

25)0-0

Tað gongur framvegis javnt á. Gestirnir í NSÍ tykjast tilvitaðir um, at tað er avgerandi at órógva HB tíðliga, so toppliðið ikki fær tak á eyðkenda samanspælinum. Tað hevur higartil riggað væl.

 

15) 0-0

Tað sirmar í Gundadali, og tað mesta gongur fyri seg á miðjuni, har nærdystirnir eru nógvir millum Fróða Benjaminsen og Pól Jóhannus Justinussen, sum hevur sæð gula kortið. 

 

 

10) 0-0

NSÍ hevur verið bragdligari fyrstu løtuna, og gestirnir hava verið tætt við eftir hornaspark frá Árna Frederiksberg.

 

 

HB-NSÍ kl. 16.00

Dómari: Petur Reinert

HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Gunnar H. Haraldsen, Jóhan Troest Davidsen, Pál Mohr Joensen - Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Bárður Olsen, Símun E. Samuelsen – Kristin R. Mouritsen, Andrew av Fløtum

NSÍ: Kristian Joensen – Jónhard Fredriksberg, Jens Joensen, Andras Brixen Vágsheyg, Einar Tróndargjógv - Árni Fredriksberg, Jann Martin Mortenensen, Pól Johannus Justisnussen, Karl Løkin, Andy Olsen - Klæmint A. Olsen

 

 

 

 

---

Víkingarnir draga andan lættari nú, enn teir leingi hava gjørt. Í dag eydnaðist tað at vinna 3-1 á heimavølli ímóti TB.

 

Frá fyrsta bríksli var Víkingur greitt omaná, og allan 1. hálvleik kendist tað væl, at dystarvenjingin hjá Víkingi, sum í summar hevur spælt fleiri altjóða dystir, var betri enn hjá TB. Tá eydnaðist tað Víkingi at skora trý mál. Hanus Jacobsen setti hol á við brotssparki, og so skoraði Jann Ingi Petersen tvær ferðir. Miðvallarin var í europeisku uppgerðunum mest framrættaði miðvallarin, og tað var hann aftur í dag.

 

Víkingur hevði fleiri aðrar møguleikar, har teir høvdu møguleika at økja um leiðsluna.

 

Eftir steðgin var TB so nógv betri við. Bill Jacobsen og spælararnir høvdu í steðginum rætta upp á tingini, og stríðsviljin var væl betri. Tá ið tað restaði eitt korter minkaði Ragnar Tausen um munin til 3-1, men TB kom ikki nærri heimaliðnum enn so.

 

Úrslitið ber við sær, at TB nú erundir niðurflytingarstrikuni.  

 

 

 

75) 3-1: Ragnar Tausen  

TB hevur verið væl betri við eftir steðgin, og nú hava tvøramenn minkað um munin. Eftir innlegg úr vinstru var tað Ragnar Tausen, sum setti bóltin framvið Geza Turi.

 

HÁLVLEIKUR

3-0

Tað ber einki til hjá tvøramonnum, og alt ber til hjá Víkingi. Tvøramenn hava fyrstu trý korterini verið sum slignir á nevið, og víkingarnir hava verið mest sum flúgvandi. Heimaliðið hevur spælt seg fram til nógvar málmøguleikar, og nú teir eru farnir at hvíla seg, hava teir fingið úrtøku burturúr trimum møguleikum. Tað er ikki eitt mál ov nógv, sambært heimildarmanni okkara, Rúna K. Joensen, sum heldur, at einki forgjørt hevði verið í, um leiðslan hevði verið eitt ella tvey ella kanska trý mál størri.

 

40) 3-0

Talan er um einvegis ferðslu í Gøtu. Hanus Jacobsen umsetti brotsspark til 1-0, og so hevur Jann Ingi Petersen rættuliga gjørt vart við seg. Fyrst økti hann um leiðsluna til 2-0, og tá ið stórur hálvur tími var farin var hann enn eina ferð upp á spæl, tá ið hann eftir kiks í TB verjuni, sum var frammarlaga, fekk fatur á bóltinum og úr 35 metrum lyfti hann upp um eitt sindur frammarlaga stadda Ivan Stojkovic.

 

35) 3-0

Tað er eitt øgiligt ódnarveður, sum Bill Jacobsen og TB eru komin í. Fyrsta bríkslið í Sarpugerði var klokkan 15, og tíggju minuttir undan steðginum er 3-0 til Sigfríð Clementsen og Víking, sum harvið av álvara tykjast ætla sær upp um strikuna. Undan  dagsins dysti var Víkingur á 9. plássi.

Víkingur-TB kl. 15.00

1-0: Hanus Jacobsen br

2-0: Jann Ingi Petersen

3-0: Jann Ingi Petersen

 

 

----