- Bókaárið sær rættiliga gott út í ár. Vit hava fingið eitt rættiliga fjølbroytt og breitt úrval, sigur Kári Árting, formaður í bókhandlarafelagnum og stjóri í Rit & Rák.
Hann gleðist um, at hvør bók, sum verður givin út á føroyskum, er ein spildurnýggj føroysk vøra.
- Tað er als eingin sjálvfylgja, at ein bók gevur yvirskot, og tað kann heilt víst vera torført hjá mongum rithøvundum at fáa endarnar at røkka saman. Tí er tað gleðiligt at síggja, at so nógvar bøkur verða útgivnar hóast alt, sigur hann.
Úrvalið spennir víða í ár, eins og vanligt. Barnabøkur, smábarnabøkur, ævisøgur, siðsøgubøkur, stuttsøgur og skaldsøgur, krimisøgur og sangbøkur og politiskar bøkur. Jólagávuhugskotini eru mong.
- Onkrar bøkur hava selt heilt fitt longu nú. Bót og Biti hjá Jóan Paula Joensen er ein teirra. Føroyingar eru sera áhugaðir í siðsøgu og í mati, og Jóan Pauli er áhugaverdur og dugir væl at greiða frá. Fólk tíma væl at lurta eftir honum og lesa tað, hann skrivar. Tað góða við hesi bókini er, at hon dregur tráðin frá gamlari tíð upp í okkara tíð, sigur Kárin Árting.
Árið í ár er eitt gott ár hvat yrkingasøvnum viðvíkur og Kári Árting sigur, at tað er ein ørgrynna av nýggjum yrkingasøvnum komin út.
- Teirra millum eru trý nýggj nøvn, sum vit ikki hava hoyrt um áður, meðan “the grand old man” Heðin Klein eisini kemur við einum nýggjum yrkingasavni, sigur hann.
- Tað tykist eisini, sum tað er eitt ávíst Klaksvíksrák í løtuni. Steintór Ramussen hevur skrivað sína ævisøgu, sum passandi eitur Lívið er mítt listaverk. Sìðani kemur ein bók um Klaksvíksstríðið og ein um Kjølbro, sum hevur selt hampuligt, sjálvandi serliga har norðuri. Harumframt verður alt, sum Robert Joensen hevur skrivað um seyð, útgivið av nýggjum í bók fyri seg, sigur Kári Árting.
Les meiri í innlegginum Bókajól, sum verður sent út í hvørt heim mánadagin, sum partur av Vikublaðnum.