Kendir bólkar bjóða av í Prixnum

Fleiri enn 30 bólkar hava teknað seg til Prix Føroyar, og fyrireikararnir eru ovfarnir av, at so nógvir kendir og etableraðir bólkar vilja vera við í kappingini hesaferð. Nú má veljast millum bólkarnar, tí tað eru bert pláss fyri 24 bólkum

Mánadagin var freistin at tekna til Prix Føroyar 2005 úti, og tá høvdu fyrireikararnir fingið fleiri enn 30 tilmeldingar.
Okkurt ivamál var, tí onkur kravd demofløga var ikki komin vegin fram, men í øllum førum var talan um nógv fleiri bólkar, enn pláss er fyri í kappingini.
? Áhugin er størri enn vit høvdu roknað við, og tað er sera hugaligt, at Prixið framvegis hevur so stóra undirtøku millum tónleikarar, sigur Fróði Vestergaard, sum samskipar kappingina.
24 bólkar kunnu í mesta lagi taka lut í kappingini, og tí verða fyrireikararnir ? sum eru Útvarpið, Sjónvarpið, FUT og Norðurlandahúsið ? velja ímillum bólkarnar, sum vilja vera við í kappingini.
Tað skal gerast innan nakrar dagar, tí longu tann 5. februar verður fyrsta innleiðandi umfarið.

Teir kendu bjóða seg fram
Fróði Vestergaard gramdi seg fyri tveimum árum síðani um, at ov fáir av teimum etableraðu tónleikarunum og bólkunum vildu verða við í Prix Føroyum, sum var farið at líkist alt meira einari talentkapping.
Men soleiðis verður ikki í ár.
? Tað kemur púra óvart á meg, at so nógvir etableraðir tónleikarar og bólkar vilja vera við í Prixnum hesaferð. Tað er óvanligt, men eg ivist ikki í, at vit fáa eina sera góða kapping hesaferð, sigur Fróði Vestergaard.
Enn kann hann avdúka nøvnini á luttakarunum, tí fyrsta má veljast ímillum teir stívliga 30 bólkarnar, sum vilja verða við, og fyrr enn tað verður gjørt, verður einki navn borið út til almenningin.
? Tað eru bólkar, sum spæla ymiskar tónleikastílar, sum hava teknað til, men eg haldi, at eg kann siga, at Prixið verður meira popputur í ár, enn tað var fyri tveimum árum síðani. Tá høvdu vit nógvar nýggjar bólkar við, og tað var nógvur rocktónleikur á skránni.

Gott við eini blanding
Fróði Vestergaard fegnast um, at teir kendu bólkarnir eisini vilja verða við í Prixnum.
? Vit skulu helst hava eina góða blanding av nýggjum og gomlum bólkum við í kappingini, og tað rokni eg við, at vit fáa í ár. Tað eru ikki bara kendir bólkar, sum hava teknað til í ár, tað eru eisini nýggir og spennandi bólkar, sigur hann.
Fróði Vestergaard hevur ikki nakra einstaka frágreiðing um, hví teir etableraðu tónleikararnir í ár streyma til Prix Føroyar.
? Kappingin er kanska blivin meira viðurkend, enn hon hevur verið, og bólkarnir, sum eru kendir her heima, síggja kanska góðar møguleikar fyri at sleppa uttanlands at spæla umvegis Prix Føroyar. Vinningarnir eru nógvir og góðir, og tað lokkar kanska eisini teir etableraðu tónleikararnar við í kappingina.
? Prix Føroyar kann eisini brúkast sum ein møguleiki hjá etableraðum bólkum at skifta tónleikaliga kós og vísa seg fram í Prixnum. Tað er nógv fokus á Prixið, og tí er tað eitt gott høvi til at vísa fólki eina nýggja síðu av einum bólki, sigur Fróði Vestergaard.

Nú skal veljast
Tá ið bólkarnir hava teknað til Prixið, hava teir samstundis latið fyrireikarunum eina demofløgu við sínum tónleiki. Hetta er eitt krav til bólkarnar, so at fyrireikararnir hava ein møguleika at velja ímillum bólkarnar, um tað gerst neyðugt ? og tað verður neyðugt.
Ein stýrisbólkur, sum er mannaður við umboðum fyri Norðurlandahúsið, Útvarpið, Sjónvarpið og FUT skal nú tosa saman um eina útveljing av bólkum.
? Málið er at velja 24 teir bestu bólkarnar burturúr tilmeldingunum, og tað skulu vit royna at gera við at lurta eftir demofløgunum. Tað kann verða trupult at velja, men tað verða vit noydd at gera, sigur Fróði Vestergaard.