- Eg bara hugsi um, hvussu ræðuligt tað er, at Fólkaflokkurin skúgvar fólakræðið so dyggiliga til viks. Annika Olsen, landsstýriskvinna fyri Fólkaflokkin, er ikki sørt fortørnað um, at meirilutin av t [...] hava at vita frá floksleiðsluni sum heild um tey eru samd við mannagongdini hjá ting- og landsstýrisfólkunum og hon vil hava at vita frá landsfundinum um hetta er støðan hjá flokkinum. - So taka vit tað [...] a hjá Jørgen Niclasen. - Hetta hevur onki við fólkaræðið at gera, leggur Annika Olsen afturat. Hon sigur, hetta forðar fleiri ið at bjóða seg fram sum formansvalevni og tað er ikki serliga demokratiskt
allar helst eru dotnar niður ímillum í stríðnum um heiðursmerki. Hetta er nú blivið til eitt stríð millum Neistan og Sóljuna, og er fremsta orsøkin til hetta júst teir báðir dystirnir í Havn móti Kyndli, [...] Hondbóltur ? kvinnur Besta kvinnuliðið hjá Kyndli hevur staðið seg alt annað enn væl hetta kappingarárið. Vónbrot oman á vónbrot hava viðført, at liðið stóran part av vetrinum hevur verið í beinleiðis [...] hesaferð einsamøll um at verja málið. Hartil kom, at VB bert hevði átta útileikarar við til dystin, so alt í alt var liðið heldur skert. Tað skal tó ikki sigast, at tað var hetta, sum var orsøkin til
Harafturat kom mánadagin fram, at talan er um týðandi broytingar á deildini, og at ein partur av arbeiðnum skuldi leggjast út kring landið. Um so er, ella ikki, er ikki greitt. Stjórin á Toll- og Skattastovu [...] ringt er at skilja ímillum. Tó tykist tað ov lítið semjusøkjandi, tá stjórin á Toll- og Skattastovu Føroya heldur fast um, at hann hevur einki at tosa við starvsfólkini um, og tá hildið verður fast um, at [...] hava í longri tíð roynt at fingið deildarleiðaran á tal um ónøgdina. Tá tað ikki eydnaðist, vendu tey sær til sítt fakfelag fyri at fáa hjálp. Og tað er m. a. tað vit hava okkara fakfeløg til. Tá tey eftir
har tað eydnaðist at vinna seg víðari til annað umfar, er framvegis bara ein skuggi av sær sjálvum. Felagið valdi at geva venjaranum durafjórðingin, men sum úrslitini hava háttað seg, er ivasamt, um venjarin [...] at byggja sær eitt nýtt lið upp við fleiri ungum og evnaríkum spælarum, ið tó ikki enn hava so nógvar royndir. Allíkavæl gjørdist talan um ein javnan dyst, sum eisini endaði við javnleiki, 22-22, eftir [...] einasta, ið ikki riggaði nóg væl. Í øllum førum er Neistin farin fýra ferðir á rað av vøllinum, uttan at hava vunnið. Tvey stig av átta møguligum fortelur um viknaðar greipuvinnarar. Í gjár var Neistin á
ongantíð nakar ivi um, hvat var betra liðið, tá ið botnliðið Tjaldur um vikuskiftið vitjaði ein av FM-kandidatunum VB í Vági. Dysturin millum liðini bæði prógvaði týðuliga, hvussu stórur munur er á toppinum og [...] og botninum í Sunset-kappingini, og tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at stórsigurin hjá VB kundi verið enn størri, um tær ikki settu ferðina eitt sindur niður í seinna hálvleiki. Avgjørt [...] meskunum. Ikki færri enn 21 ferðir bleiv bólturin sendur framvið henni í fyrra hálvleiki. Í hinum endanum er synd at siga, at Asta í VB-málinum bleiv skotin heit, og bert fýra ferðir eydnaðist tað Tjaldur at
at tann vinnur, sum stóð seg betri í ólavsøkuróðrinum. Hetta er møguleikin hjá Nólsoyinginum, men tað kann kortini ikki sigast annað, enn at tað er rættuliga sannlíkt, at tað skal eydnast Eysturoyinginum [...] Kappingarnar higartil vísa, at tað serliga er hjá Eysturoyinginum, at tað kemur illa við, um tað er eitt sindur at í sjónum. Teir tykjast ikki trívast í øðrum enn deyðavatni, og teir trívast best í kapping [...] avgjørd. Málið verður 900 metrar, og tað er eingin ivi um, hvørjar umstøður teir umborð á Eysturoyinginum ynskja sær. Á Ólavsøku er oftast rættuliga slætt. Onkra ferðina er tað kortini eitt sindur ófriðarligt
skifts um at sent ein flokk avstað. Vanliga verður tað kastað lut millum áttanda flokkarnar á einum skúla, um hvør av teimum skal sleppa avstað, men tað var ikki neyðugt í hesum førinum. Tí tað er bert tann [...] framførslan eydnaðist avbera væl, og hini lótu væl at. Føroyingarnir vóru tey einastu, sum høvdu veruligar framførslur, meðan hini meira stóðu still uppi og greiddu frá. Men hetta kvøldið eydnaðist væl og var [...] fer at henda, og hví Sosialurin er komin at vitja. Vit byrja við, at Kristina greiðir frá túrinum. - Tað eru fýra liðir í vinarbýarsamstarvinum. Og skúlabarnaferðir er so ein av teimum. Tað eru nú nøkur
Spurningurin er so, hvussu tað verður komandi ár. Miðalaldurin umborð á Bliki er sera lágur, og tí kann tað roknast við, at tær av álvara fara at gera um seg. Hjá øllum uttan bátsformanninum er talan um fyrsta [...] fyrst og fremst um at halda Sílið aftanfyri okkum, soleiðis at vit kunnu vinna FM silvur krónurnar. Um vit harafturat skulu hava nakran møguleika at gera nakað við Fípuna Føgru, so er tað neyðugt hjá okkum [...] okkum at fáa ein betri start, enn vit hava havt higartil. Vit hava roynt at leggja startin hjá um, og vit hava vant startin sera nógv síðani á vestanstevnu. Hetta segði bátsformaðurin umborð á Bliki, Joan
hvussu er!« Somikið kontant er útmeldingin, og so er spurningurin, hvørt tað fer at bøta um hendan partin, nú feløgini eru hvør sær. Leikaratilfeingið Tað er eingin loyna, at felagsliðið í Vágoynni er eitt [...] saman í MB-húsinum, so enn tykist ikki vera gjørligt, at fáa eina gjøllari greinan um slitið. Annað enn tað, sum nevnt er í tíðindaskrivinum. Her sigur MB annars, at orsøkin til slitið er, at samstarvið kring [...] borin um kvøldið. Ein av nevndarlimunum í FS Vágum, er Bjarni Prior. Upprunaliga er hann annars úr MB, og hjá honum komu boðini í øllum førum sum ein skelkur. - Eg visti so ikki av nøkrum, fyrr enn eg varð
aftari. Sjálvt um Sundabáturin hevði ein sera góðan endaspurt, so megnaði Tvørábáturin at halda leiðsluni, og sostatt var fyrsti sigurin í 16 ár vorðin veruleiki hjá Tvørábátinum. Við sigrinum er kappingin [...] Sjálvt um munurin eisini var stórur í fleiri av róðrunum á Sundalagsstevnuni, líka sum hann var tað á Norðoyastevnuni, so gjørdist onkur róður tó sera, sera spennandi. Serliga róðrarnir hjá 5-mannaførum [...] Norðoyastevnu. Hesaferð gekk tó ikki eins væl hjá Sílinum. Longu í byrjanini duttu tær eitt sindur aftur um bæði Frúnna og Fípuna Føgru, og tí gjørdist næsti FM-róðurin eitt sindur tyngri hjá Sílinum. Í staðin