FS Vágar í upploysn

Tað kom sum ein skelkur hjá nevndunum í FS Vágum og SÍF, har tey einki vistu um uppsøgnina frá MB, fyrr enn hon var í fjølmiðlunum

FS Vágar

Beint eftir døgurðatíð í gjár sendi MB tíðindaskriv til partar av føroysku fjølmiðlunum, har boðað varð frá, at felagið hevur gjørt av at taka seg úr samstarvinum, FS Vágar.
At felags stevið í samstarvinum ikki altíð hevur verið tað allarbesta, man sum so ikki vera nakað loyndarmál hjá teimum, sum fylgja við í føroyska fótbóltsheiminum, men slitið kom kortini óvart á. Sum skilst, so var tað í øllum førum eingin í hvørki SÍF ella í felagsnevndini FS Vágum, sum visti av, at eitt slit nú stóð fyri framman, og hesi frættu tað ístaðin umvegis tíðindasíður á alnetinum, ella í tíðindunum, tá hesi vórðu borin um kvøldið.
Ein av nevndarlimunum í FS Vágum, er Bjarni Prior. Upprunaliga er hann annars úr MB, og hjá honum komu boðini í øllum førum sum ein skelkur.
- Eg visti so ikki av nøkrum, fyrr enn eg varð uppringdur av fólki, sum høvdu hoyrt hetta sum slatur. Síðani fekk eg so staðfest, at talan var um slit, og annað fái eg stórt sæð ikki sagt um málið.
- Um ikki annað, so fær mann kanska arbeiðsfrið við hesum. Og hvør veit. Kanska fer liðið at standa enn sterkari saman, eru seinstu orðini, sum fáast úr nevndarliminum.
- Og lat meg so enda við at siga, at eg sjálvandi ynski MB alt tað besta, men tað verður so uttan meg. Eg havi strikað meg sum lim í felagnum, eftir hetta, sigur altso Bjarni Prior at enda.
Og heldur ikki Eina Gudmundsen, sum er formaður í SÍF, segði seg hava hoyrt nakað sum helst um málið.
- Hvørki eg sum formaður ella tey í fótbóltsnevndini vistu nakað sum helst um hetta. Í gjár (týsdagin, blðm.) frætti eg so, at fólk í róðrarnevndini hjá okkum høvdu fingið okkurt at vita, men sjálv var eg so ikki kunna, sigur Eina, sum tykist ógvuliga vónbrotin um, at samstarvið soleiðis er dottið burtur.
- Sjálvandi hava verið nakrir trupulleikar, men hóast hesar, so var tað í øllum førum mín fatan, at hetta skuldi hava ein møguleika. Men hesin er nú fokin, og tað má sigast at vera stórt spell, heldur hon.

Tigandi nevnd
Vit royndu týskvøldið at fáa viðmerkingar til málið frá nevndini í Miðvágs Bóltfelag, men hetta tóktist tó at vera sera trupult.
Umvegis telefonina vóru boðini, at nevndin einans svaraði spurningum, sum vórðu settir á skrift, men hóast faks við spurningum varð sent løtu seinni, bar tá heldur ikki til at fáa nakrar viðmerkingar.
- Politikkurin hjá okkum er, at tað er ein samlað nevnd, sum svarar spurningum í málinum, og tað er ikki gjørligt hjá okkum at savna alt fólki upp á nakrar fáar minuttir, so vit fáa ikki svarað enn.
Soleiðis vóru boðini frá teimum nevndarlimum, sum týskvøldið vóru saman í MB-húsinum, so enn tykist ikki vera gjørligt, at fáa eina gjøllari greinan um slitið. Annað enn tað, sum nevnt er í tíðindaskrivinum.
Her sigur MB annars, at orsøkin til slitið er, at samstarvið kring FS Vágar als ikki livað upp til bjørtu hugsjónirnar, sum vórðu frammi fyri 10 árum síðani, tá MB og SÍF kastaðu saman.
»Tá ið lunnar vórðu lagdir undir FS Vágar, var aðalhugsanin tann, at við einum felagsliði bar til at tryggja, at evnaríkir leikarar kundu verða verandi í Vágum og spæla fótbólt í oynni.
Síðani eru nógvar broytingar hendar. Í dag er so gott sum einki beinleiðis samband ímillum, hvaðani ein leikari, og hvørjum liði hann spælir við. Alt hetta ger, at tíðin er farin frá hugsanini um at skapa góðar umstøður til teir góðu leikararnar í oynni ? teir leika ikki í Vágum í hvussu er!«
Somikið kontant er útmeldingin, og so er spurningurin, hvørt tað fer at bøta um hendan partin, nú feløgini eru hvør sær.

Leikaratilfeingið
Tað er eingin loyna, at felagsliðið í Vágoynni er eitt av teimum, sum týðiliga hevur merkt nýggju tíðirnar í føroyskum fótbólti. Leikarar sum Jens Erik Rasmussen, Birgir Jørgensen, Jóhannis Joensen, Bjarni Prior, Sonny Johansen, Albert Ari Thomassen, Hegga Samuelsen við fleiri vóru annars leikarar, sum nógv í oynni roknaðu við, skuldu virka til at halda felagið á tindinum, men hvør í sínum lagi hava teir tó í longri ella styttri tíðarskeið verið burtur frá liðnum í Vágum. Bæði tí teir hava verið burturstaddir í ymsum ørindum, ella tí teir ávís tíðarskeið hava leikt við øðrum føroyskum feløgum.
Partvíst av hesum ávum hevur felagsliðið havt sera trupult við at liva upp til ambitiónirnar um eitt pláss í føroyska fótbóltsoddinum, og tá tað í fjør eydnaðist at savna størsta partin av hesum í tí, sum skuldi gerast eitt ordans come-back til fótbóltin í Vágoynni, endaði alt í eini niðurflyting, sum altso nú tykist hava fingið katastrofalar fylgir fyri FS Vágar.

Loyaliteturin
Hóast tað ikki bar til at fáa staðfest hetta frá nevndini í MB, so man lítil ivi vera um, at tey við at hava MB einsamalt hava eina vón um, at tað í størri mun ber til at dúva upp á loyalitetin hjá einstøku leikarunum.
Spurningurin í hesum er tó, hvørt hetta í dagsins Fótbóltsføroyum er ein gongd leið. Sjálvandi hevur loyalitetur og samleiki framvegis ein stóran leiklut í fótbóltinum, men rákið er alt meira tann vegin, at teir bestu leikararnir verða drignir til tey stóru feløgini. Groft sagt, so kann tað helst staðfestast soleiðis, at ein evnaríkur miðvingur ikki longur droymir um at spæla móti HB í Gundadali, men heldur um Ongland og Wembley, og við broyttu ambitiónunum verður so eisini leitað eftir nýggjum avbjóðingum, til tess at røkka endaliga málinum.

Kanska 4. deild
Og skal tosast um ambitiónir, so slepst ikki undan at nevna, at við slitinum stendur greitt, at annað hvørt MB ella SÍF koma at uppliva eina stóra ítróttarliga niðurgongd, tá hetta árið er av.
Tá felagsliðið varð sett á stovn, varð samstundis skjalfest, hvussu farast skuldi fram, um talan gjørdist um slit. Her er staðfest, at tá skulu MB og SÍF dystast sínamillum um, hvør fær rættin til at yvirtaka sessin, sum besta liðið hjá FS Vágum hevur. Í verandi støðu merkir tað, at MB og SÍF skulu dystast um, hvør teirra skal spæla í aðru- og hvør skal spæla í fjórðu deild. Hesin dystur verður tó ikki fyrr enn eftir kappingarlok í ár, og í ringasta føri kann støðan tá gerast, at vinnarin fer at hava lið í bestu mansdeildini í 2005, meðan taparin bert hevur umboð í fjórðu deild. Og hvussu víkir og vendir til ta tíð, so er man lítil ivi vera um, at bestu leikararnir tá fara til liðið, sum er statt í bestu deildini, og so annars lata felagskenslu vera felagskenslu.
Og so kann viðmerkjast, at eftir tí, sum vit hava frætt, at so liggja spæliloyvini hjá flestu leikarunum í dag hjá SÍF. Eisini hjá fleiri av teimum, sum annars eru uppvaksnir í MB. Spurningurin er so, hvønn partin hesir fara at umboða, tá feløgini bæði skulu dystast um rættin til framhaldandi flog ímillum tey fremstu.