Tað var ongantíð nakar ivi um, hvat var betra liðið, tá ið botnliðið Tjaldur um vikuskiftið vitjaði ein av FM-kandidatunum VB í Vági. Dysturin millum liðini bæði prógvaði týðuliga, hvussu stórur munur er á toppinum og botninum í Sunset-kappingini, og tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at stórsigurin hjá VB kundi verið enn størri, um tær ikki settu ferðina eitt sindur niður í seinna hálvleiki.
Avgjørt beinanvegin
Dysturin var ikki serliga gamal, so var hann longu avgjørdur. Vágskvinnur settu ferð á frá fyrsta bríksli, og tá var trupult hjá gestunum at fylgja við. Kvinnurnar úr Runavík blivu snøgt sagt runnar um koll, og at munurin var stórur á liðunum báðum, sást beinan vegin, tí longu aftaná tíggju minutter hevði heimaliðið lagt seg á odda við sjey málum, 9-2, og so var dysturin í veruleikanum avgjørdur.
Heimaliðið setti ikki ferðina niður fyri steðgin, og neyðars Lone í málinum hjá Tjaldur hevði nokk at gera við at heinta bóltin úr meskunum. Ikki færri enn 21 ferðir bleiv bólturin sendur framvið henni í fyrra hálvleiki. Í hinum endanum er synd at siga, at Asta í VB-málinum bleiv skotin heit, og bert fýra ferðir eydnaðist tað Tjaldur at fáa skorað fyri steðgin. Tískil hevði VB eina risaleiðslu 21-4 í hálvleikinum.
Í seinna hálvleiki helt VB fram við sínum spæli, og munurin bara vaks. Men um miðjan seinna hálvleik setti heimaliðið ferðina eitt sindur niður, og tá hepnaðist betur hjá Tjaldur, sum seinasta korterið fekk yvir helvtina av sínum 13 málum í dystinum.
VB-Tjaldur 40-13(21-4)
VB: Rannvá Augustinussen 10(1), Gurið Mortensen 9, Aukse Vysniaskaite 5(1), Margreth Augustinussen 4, Sólrun Krosslá 3(1), Daiva Tomaite 3, Laila Jespersen 3, Christina Holm 2(1), Jóna Thorsteinsson 1
Tjaldur: Mona Langgaard 3, Jacoba Langgaard 2, Heidi Hansen 2, Kristine Ellingsgaard 2, Hansa Mikkelsen 2, Anna Hansen 1, Kirstin Jacobsen 1
Brotskøst: VB 4(4)
Útvísingar: Tjaldur 2
Dómarar: Kári Niclasen og Birgir Dimon