Á Argjum høvdu tey gjørt seg til. Tey ætlaðu at tað skuldi síggjast og hoyrast, tá 5?mannafarið hjá teimum, Blikur, hevði vunnið á ólavsøku. Tey høvdu vónað, at tað skuldi gangast væl hjá gentunum, men tað var kanska størri sannlíki fyri, at tað skuldu verða dreingirnir, ið endurtóku sigurin, sum teir tvær vikur frammanundan høvdu ognað sær í Sørvági.
Dreingirnir vóru óførir, men tað eydnaðist teimum ikki at vinna, og tað var eitt vónbrot á Argjum.
Men so var tað, at genturnar av álvara gjørdu um seg og í stórum stíli vunnu ólavsøkuróðurin so sannførandi, sum eingin annar hevði gjørt undan og síðani. Tá tær komu á málið, var Blikur meiri enn hálva aðru bátslongd frammanfyri FM vinnararnar umborð á Fípuni Føgru. Hesar noyddust at stríðast nógv fyri at vinna annað plássið, sum Tjaldrið ? tað hevur annars ikki vignast so væl hjá teimum í ár ? eisini var kandidatur til.
Uppskriftina til sannførandi avrikið hjá Blika gentunum góvu tær sjálvar okkum longu í fríggjadags blaðnum.
? Vit hugsa fyrst og fremst um at halda Sílið aftanfyri okkum, soleiðis at vit kunnu vinna FM silvur krónurnar. Um vit harafturat skulu hava nakran møguleika at gera nakað við Fípuna Føgru, so er tað neyðugt hjá okkum at fáa ein betri start, enn vit hava havt higartil. Vit hava roynt at leggja startin hjá um, og vit hava vant startin sera nógv síðani á vestanstevnu.
Hetta segði bátsformaðurin umborð á Bliki, Joan Mikkelsen, sum eisini ásannaði, at á vestanstevnu miseydnaðist starturin hjá teimum fullkomuliga.
Og tað var ikki eiti á, sum tað spurdist nógv burturúr hjá Bliki av nógvu venjingini á fasta startinum. Reyði báturin av Argjum var sum ein rakett undan Argjahøvda. Tað var beinanvegin, at tær høvdu vunnið seg ein skut framum næstu bátarnar, og tað tóktist at hava stóran týdning.
Á vestanstevnuni vunnu tær umborð á Fípuni Føgru í sama sannførandi stíli, sum tær høvdu vunnið á norðoyarstevnu. Tað fegnaðust tær um, tí í hinum trimum kappingunum hevði fjarstøðan frá Fípuni og aftur til næsta bátarnar ikki verið so stór.
Útselt
At Blikur hevði so góðan start hesa ferð tóktist órógva tær umborð á Fípuni. Fyri fyrstu ferð í ár vóru tað ikki tær, sum vóru fremstar og harvið høvdu sinniliga yvirskotið, sum altíð ger tað lættari at stýra kappingini. Umborð á Fípuni Føgru vóru tær noyddar at leggja nógv fyri, og á Molanum høvdu tær vunnið seg stavn um stavn við Blik, og tað vóru ábendingar um, at tað fyri sættu ferð av seks møguligum skuldi eydnast Fípu gentunum at vinna.
Men øgiliga stríðið at koma undir liðina á Bliki hevði kostað. Argjagenturnar fóru fyrri undir endaspurtin, enn tær umborð á hinum bátunum, og tað var ikki eiti á endaspurtur. Meðan tað sá út til at vera útselt umborð á Fípuni Føgru, gleið Blikur spakuliga frá føroyameistarunum. Sinniliga yvirskotið umborð á Bliki vaks, og tað minkaði umborð á Fípuni Føgru.
Fyri manningina á Sílinum var tað sjálvsagt vónbrot, at tær ikki megnaðu at enda á heiðursmerkjaplássi í heimasjógvi og at vinna silvurmerkini í FM kappingini.
Spurningurin er so, hvussu tað verður komandi ár. Miðalaldurin umborð á Bliki er sera lágur, og tí kann tað roknast við, at tær av álvara fara at gera um seg. Hjá øllum uttan bátsformanninum er talan um fyrsta kappingarárið. Fyrstu kappingarnar í ár tykjast tær hava arbeitt við at koma á lagið. Nú hava tær funnið rætta lagið, og so er upplagt, at tær komandi ár fara at gera nyttu burturúr rætta lagnum ? m. a. í kapping við FM vinnararnar úr Klaksvík.