Hondbóltur ? kvinnur
Besta kvinnuliðið hjá Kyndli hevur staðið seg alt annað enn væl hetta kappingarárið. Vónbrot oman á vónbrot hava viðført, at liðið stóran part av vetrinum hevur verið í beinleiðis vanda fyri niðurflyting. Í grundspælinum var at kalla bert ein einstakur glotti, tá tær út- og niðurspældu VB í dystinum í Havn, og kanska var tað júst hetta, sum gjørdi, at tær grønu høvdu gott treysti, tá tær nú aftur fingu vitjan av VB.
Høvdu munin
VB-kvinnurnar vóru kanska eisini nakað skerdar. Vanligi málverjin, Timea Vargeo, verður neyvan aftur at síggja á vøllinum í ár, og tá Guðrun í Lágabø ikki fekk verið við vegna arbeiði, var Ingva Vestergaard hesaferð einsamøll um at verja málið. Hartil kom, at VB bert hevði átta útileikarar við til dystin, so alt í alt var liðið heldur skert.
Tað skal tó ikki sigast, at tað var hetta, sum var orsøkin til, at tað aftur eydnaðist Kyndli at vinna heimadystin á VB. Kyndil var stórsta partin av dystinum betra liðið. Hóast VB frá byrjan legði nógva orku í at steðga Anniku Ljósstein og Lotte Sørensen, so megnaðu hinar á liðnum alla tíðina at bróta ígjøgnum VB-verjuna.
Longu frá byrjan royndi heimaliðið at leggja sjógv ímillum, og tó at VB so hvørt megnaði at svara aftur, so var dystargongdin sum eitt væl spent elastik, har Kyndil hevði fatur í rætta endanum. Munurin toygdist nakað, minkaði síðani aftur, toygdist aftur og so framvegis. Alla tíðina var tað Kyndil, sum dróg á, men VB treiskaðist tó alla tíðina.
Áður hevur tað ofta verið so, at Kyndil hevur mist mótið, tá liðið hevur havt nakað at mótburði, men soleiðis var ongan tíð sunnudagin. Tær mistu hvørki leiðsluna ella trúnna uppá, at hendan kundi haldast, og serstakliga seinastu løtuna kom hetta til sjóndar.
Fyrst hevði Kyndil við 10 minuttum eftir lagt seg á odda við fimm málum, og tá VB so hevði hug at svara aftur, gjørdi Kyndil bart. Trý mál í tveir minuttir setti alt upp á pláss, og so kundi VB ikki gera stórt meira.
Avgerndi
Fyri bæði liðini var útfallið av dystinum rættiliga avgerandi fyri kappingarárið. Kyndil slapp sær við sigrinum tvey stig burtur frá Sóljuni í botninum, og hesi kunnu vísa seg at hava avgerandi týdning. Sóljan eigur ein dyst til góðar frá grundspælinum, men eftir úrslitunum í seinastuni at døma, so fer hesin neyvan at geva stig, og um so er, so hevur Kyndil helst ráð at tapa dytstin á Giljanesi, sum annars tóktist at kunna gerast ein rættur lagnudystur.
Fyri VB merkti tapið, at tær allar helst eru dotnar niður ímillum í stríðnum um heiðursmerki. Hetta er nú blivið til eitt stríð millum Neistan og Sóljuna, og er fremsta orsøkin til hetta júst teir báðir dystirnir í Havn móti Kyndli, har VB einki hevur fingið.
Dysturin í tølum
Kyndil-VB 29-25 (12-11)
Málskjúttar:
Kyndil: Ann Mari Wang 6, Lotte Sørensen 6(3), Linda Weihe 4, Ann Hansen 4, Jensia Petersen 3, Annika Ljósstein 2, Rakul N. Joensen 2, Marjun Tróndarson 1, Palma PEtersen 1
VB: Regina Radó 7(2), Gabriella Fekete 7, Durita Rouch 5, Sólrun Krosslá 3, Margreth Augustinussen 2, Rannvá Augustinussen 1
Brotskøst: Kyndil 6, VB 2
Útvísingar: Kyndil 3, VB 1
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Páll Nólsoy.










