Men áðrenn hann tók avgerðina, at grindin ikki skuldi skiftast til oynna, spurdi hann, sum hann eigur at gera, bygdarráðsformenninar. Øll vóru samd um at lata onnur fáa hesa grindina, og sýslumaðurin avgjørdi [...] tað vóru fleiri kommunur, sum ringdu og bóðu um at fáa grind, um hon ikki varð skift til økið. Tað bleiv Skála kommuna, sum fekk, tí hon var við sviðusoð eina aðra ferð, tá so stór grind doyði í Vágum, [...] grindina. Regin Jespersen, sýslumaður, sigur, at kemur nøkur grind aftrat í Vágum í heyst, verður hon eisini latin øðrum bygdum. Tó er tað so, at kemur ein grind á Miðvág, verður í hvussu er roynt at merkja
ið fekk henni súkkluna aftur, á sín facebook vanga. Hon skrivar millum annað, at ein ungur maður setti seg í samband við hana, og segði henni, at hann hevði súkkluna heima í bilhúsi sínum. Ungi maðurin [...] tikin og hvørvur, og tí hevur hann nærum sum ítriv at halda eyga við horvnum súkklum. Í stuttum er søgan, at Oliver sá ein heldur vesalan mann við flottu gulu súkkluni, so hann hugsaði at, her ruggaði ikki [...] Eyð Matras er millum teirra, ið hevur súkklað við Team Rynkeby, og eigur hon tí eina av flottu, og ikki sørt kostnaðarmiklu, gulu súkklunum. Men stødd í Århus í Danmark hendi tað, at súkkla hennara hvarv
við Atlantic Navigator annan túrin, hann gjørdi í 2006. Haðani fór hon beint umborð á sjóverjuskipið Brimil, har hon var dekkari í sjey mánaðir. Seinasta ár var hon eisini við seglbátinum Enniway hjá Hávarði [...] eisini meira enn flestu dreingir. Hon hevur verið við skúlaskipinum Danmark, og hevur hon fylgt fyridøminum hjá pápanum Andrassi, sum eisini var við her 30 ár frammanundan. Hann gjørdist sjómaður og sigldi [...] sum hon hevði verið saman við í summar. Tað tyktist, sum at tey vóru fegin um at síggja hana aftur. Vit høvdu samrøðu við ein av manningini, sum var dani. Hann eitur Jens Marquard Sørensen. Hann lesur
Norðskála, ein son. Hann vigaði 759 gr og var 32 cm langur. Hann hevur fingið navnið Brandur Ásason við Streym. 6. juni fingu Hansa og Jan Eli Dam, búsitandi í Brøndby Strand, ein son. Hann vigaði 3278 gr. [...] Allan Midjord, Fuglafjørður, ein son. Hann var 46 cm. langur og vigaði 2120 gr. 17. mai fingu Eyðgerð á Grønastøð og Birgir Durhuus, Frederiksberg, eina dóttur. Hon vigaði 2250 gr. og var 49 cm. long og [...] Sasichon og Uni Mortensen, Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4700 gr. 29. mai fingu Rakul og Regin við Skipá, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3550 gr. 3. juni fingu
hitt hann aftur í dag. MTV var óseriøst Eftir at hon so aftur eitt skifti hevði verið í Føroyum, har hon hevði verið vertur á Degi og Viku, slapp Tórun inn á journalist háskúlan í Århus, har hon so framvegis [...] høvuðsstaðnum, har hon er í starvsvenjing fram til 1. august. Leyp á bláman Tórun greiðir frá, at kalla var av tilvild, at hon av fyrstan tíð var at síggja á heimliga skíggjanum. Hon hevði tá búð í USA [...] USA í hálvt fjórða ár, har hon gekk á dansiskúla, og tá hon so kom heim aftur til Føroya, skuldi hon sjálvandi finna sær okkurt arbeiði. - Eg helt at sjónvarpsarbeiði ljóðaði spennandi, og eftir at hava søkt
meste«, sum hann gav út í fjørheyst, viðurkendi hann, at hann umhugsaði sína politisku framtíð, eftir at hann noyddist at leggja frá sær sum formaður í Vinstra. Nú hevur hann so tikið støðu, og hon er at fara [...] – Hetta hevur ikki verið nøkur løtt avgerð at taka, men hon er búnað í eina tíð – og seinastu dagarnir hava sannført meg um avgerðina, sigur hann. Áður hava viðmerkjarar róð fram undir, at Løkke kundi havt [...] flokk saman við øðrum, men tað sigur hann einki um í sínari fráboðan. Lars Løkke Rasmussen ætlar sær at vera sitandi í Fólkatinginum sum uttanflokkatingmaður. Hann hevði eitt gott persónligt val í fjør
løgregluni, tá hann vendi sær til teirra umleið ein hálvan tíma eftir, at hann kom heim, og konan ikki var í íbúðini. Eingin hevur sæð ella hoyrt nakað til Anne-Elisabeth Hagen, síðan hon hvarv úr húsunum [...] eftir gólvinum, tá hon hvarv úr heimi sínum hin 31. oktober í fjør. Løgreglan hevur nevniliga arbeitt út frá tí høvuðsástøði, at Anne-Elisabeth Hagen hugsandi er vorðin álopin, meðan hon var í baðirúminum [...] konan horvin, og her fann hann eitt hóttanarbræv við kravi um loysigjald á níggju miljónir evrur. Í brævinum vóru eisini hóttanir um, hvat fór at henda Anne-Elisabeth Hagen, um hann blandaði løgregluna uppí
Reimund Langaard sigur, at hann hevur kannað málið hjá løgfrøðingum og í fyrstu atløgu er teirra niðurstøða, at verða samkynd gift, hava tey sama rætt sum onnur at ættleiða børn. Hann vísir á, at samkynd, sum [...] vera ímillum mann og kvinnu, staðfestir hann. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir reisir spurningin, um samkynd hjúnalag kunnu fáa børn frá ónevndum sáðgevarum Hon vísir á, hvussu stóran týdning, familjubond [...] familjubondum og verða partvís søguleys. Hon sær eisini fyri sær, at vanlig undirvísing í skúlanum verður, at tað er líka natúrligt, at tvey av sama kyni giftast. Og hon sær eisini fyri sær, at ævintýrini til
varð skrivað áðrenn kvettið, og at hon varð brúkt í valstríðnum hjá flokkinum. Reuters hevur ikki fingið viðmerking frá NLD enn. Suu Kyi er ikki sædd alment, síðani hon tíðliga í morgun lokala tíð varð [...] at fólk helst fer at gera uppreistur ímóti herinum. Men hann óttast fyri, at herurin fer at nýta vald. Herurin í Myanmar heldur uppá, at hann hevur tikið valdið, tí at valsvik varð framt á valinum í november [...] Aung San Suu Kyi sigur gjøgnum flokkin, at hon »heitir á fólkið í Myanmar um ikki at góðtaka kvettið«. Tað er á eini góðkendari Facebook-síðu hjá stjórnarflokkinum í Myanmar, NLD, at fráboðanin hjá Aung
at síggja standmyndina, og hann hevði ilt við at halda tárunum. Í samrøðu við The Sun í fjør segði Fernando Ricksen, at hann hevur tørv á hjálp 24 tímar um døgnið, og at hann ikki hevði klárað seg ígjøgnum [...] fyrrverandi felag hansara, Fortuna Sittard, heiðraði hann við at avdúka eina standmynd av honum. Standmyndin er uttanfyri leikvøllin hjá Fortuna Sittard, og hon varð avdúkað í sambandi við dystin ímóti Jong Ajax [...] veit um sjúkuna, og at eg havi eina aðra sjúku enn aðrir pápar, men eg haldi ikki at hon skilir týdningin av sjúkuni. Hon er ov lítil at skilja tað, segði Fernando Ricksen í samrøðuni.