Bygdargentan hevur ferðast víða

INTERVIEW. Tórun Ellingsgaard varð kend í Føroyum, tá hon fyri nøkrum árum síðani var sjónvarpsvertur í ítróttasendingum. Í dag eru tað íbúgvarnir í Keypmannahavn, sum hava fragdina av at síggja blíðskortaðu føroysku gentuna á skíggjanum

Jákup Mørk


Eftir at hon áður hevur starvast í lítla føroyska sjónvarpinum og risastóru tónleikarásini, MTV, er Tórun Ellingsgaard í dag at síggja á skíggjanum hjá lokalu TV støðini í Keypmannahavn, TV2/Lorry.

Einki er at taka seg aftur í, at munur er á heimliga umhvørvinum við Svínáir, har teirra húski taldi triðingin av bygdarfólkinum, og har fyrsta sjónvarpið kom, tá hon var 11 ára gomul. Hetta hevur tó ongantíð forðað henni í at gjørt nøkur framstig á yrkisleið sínari.

Tað tóktist okkum tó forvitnisligt at vita, hví og hvussu ein somikið »bygdaslig« genta hevur tikið leiðina úr smábygdini í eysturoynni via New York og London til sjónvarpsstøðina í danska høvuðsstaðnum, har hon er í starvsvenjing fram til 1. august.


Leyp á bláman

Tórun greiðir frá, at kalla var av tilvild, at hon av fyrstan tíð var at síggja á heimliga skíggjanum. Hon hevði tá búð í USA í hálvt fjórða ár, har hon gekk á dansiskúla, og tá hon so kom heim aftur til Føroya, skuldi hon sjálvandi finna sær okkurt arbeiði.

- Eg helt at sjónvarpsarbeiði ljóðaði spennandi, og eftir at hava søkt hjá SvF, varð eg í frystu atløgu sett at gera eina ungdómssending. Sendingin varð tó ongantíð til veruleiki, men vit høvdu gjørt eina rúgvu av fyrireikingum, tá ætlaninar brádliga vórðu sleptar. Samstundis var Sjónvarpið í teirri støðu, at tey manglaðu fólk til at gera eina ítróttasending. Hetta helt eg eisini ljóðað áhugavert, og so leyp eg bara út í tað.

? Um eg í dag síggi okkurt av tí, sum eg tá var við til at framleiða, so hevði eg helst sæð eina rúgvu av feilum, sum eg allarhelst ikki hevði gjørt í dag, men soleiðis vil tað altíð vera. Tá man er nýggjur í einum yrki, eru ikki so nógv fyrivarni, og man roynir bara at gera sítt besta.

Eftir at hon so hevði staðið fyri ítróttinum í eina tíð, var hon seinni at síggja sum vertur í Degi og Viku, og hendan partin av arbeiðinum heldur Tórun hava eina serliga sjarmu. - Ein dagin gjørt tú kanska eina sending um børn, og tú verður at kalla bitin av júst hesum evninum, og dagin eftir er tað so okkurt heilt annað, sum tað skal snúgva seg um.


Dugdi ikki danskt

? Eftir eina tíð heima í Føroyum, flutti eg so til Danmarkar, har eg slapp í starv á eini Kanal 2, sum er ein donsk sjónvarpsrás. Har fekst eg fyri tað mesta við arbeiðinum aftan fyri sendingarnar, og ein av høvuðsorsøkunum til at eg ikki var so nógv á skíggjanum var, at eg ikki dugdi nóg væl at tosa danskt.

- Ikki tí, eg hevði eisini onkur innsløg, men so fekk eg at vita, at málið var snøgt sagt ikki nóg gott, so har var einki at gera. Hetta kendist kanska eitt sindur hugstoytt, tí sjálv helt eg, at dugdi rættuliga væl danskt, men boðini vóru rættuliga greið.

? Eg byrjaði so at ganga til talupedagog, og her varð eg eisini meira varug við, hvørjar feilir eg hevði í danska málburðinum.

? Serliga minnist eg tað einu ferðina, tá vit skuldu gera redigera eina sending hjá Kanal 2. Har vit vóru, var eisini ein maður frá Danmarks Radio. Eg veit ikki rættuliga hvørja funktión hann hevði har, men í øllum førum var líkt til, at hann hevði eitt orð at skula sagt.

? Líkamikið, so byrjaði hann at gera sínar viðmerkingar, og satt at siga, so haldi eg ongantíð, at eg havi verið so illa viðfarin. Í vendingum, sum ikki kundi misskiljast spurdi hann meg, hvat eg hevði at gera har, tí tað ljóðaði forferdiligt, tá eg tosaði. Eg haldi ongantíð eg eri svínað soleiðis til í mínum lívi, men hetta hevur hinvegin eisini givið mær nakað at prógva, og satt at siga, so kundi eg hugsað mær at hitt hann aftur í dag.


MTV var óseriøst

Eftir at hon so aftur eitt skifti hevði verið í Føroyum, har hon hevði verið vertur á Degi og Viku, slapp Tórun inn á journalist háskúlan í Århus, har hon so framvegis er undir lesnaði.

Lesturin varð alt í einum brotin av, tá henni brádliga stóð í boði at gerast sjónvarpsvertur á stóru tónleikarásini, MTV. Hóast tað ikki var vanligt at fáa farloyvi frá lesnaðinum somikið tíðliga í skúlaskeiðinum, so eydnaðist hetta henni kortini, og so var bara at fara í gongd.

Tíðin á MTV gjørdist tó einans fýra mánaðir, tí tá helt Tórun, at hon hevði nóg mikið av sokallaða tíðindaflutnginum hjá teimum.

- At byrja við var tað kanska ikki so galið, men eftir at sendingin hjá mær varð broytt, og eg sá, hvussu tey snaraðu teimum tíðindum, sum eg skuldi bera fram, gjørdi eg upp við sjálva, at hetta vildi eg ikki leggja andlit til.

? Eg skrivaði so leiðsluni eitt bræv, har eg gjørdi vart við uppsøgnina, og tær orsøkir, sum lógu aftan fyri hesa. Sjálv haldi eg ikki, at uppsøgnin á MTV hevur verið til skaða fyri meg sjálva. Heldur tvørturímóti, tí síðani havi eg lagt uppsagnarbrævið við, tá eg havi søkt praktikpláss, tí eg haldi hetta kann vera við til at geva móttakaranum eina mynd av mær og mínum ætlanum.

- Eg haldi tó framvegis, at tað var stuttligt at royna seg hjá MTV eina tíð, og hetta er avgjørt eisini nakað, sum man kann vísa á, tá mn í framtíðini skal royna at fáa starv onkrastaðni.


Leyp frá DR

Sum nevnt í byrjanini, so er Tórun nú á lokalstøðini, Lorry, í Keypmannahavn. Vit spurdu hana eisini, hvussu tað bar til, at hon valdi at søkja inn á júst hesa støðina.

- Fyrst var eg eitt sindur í iva. Eg vildi gjarna sleppa at royna meg á eini sjónvarpsstøð, men hinvegin, so var eg kanska eitt sindur bangin, orsakað av áðurnevndu málsligu trupulleikunum. Eg gekk framvegis til talupedagog, har eg skuldi royna at siga æ og å o.s.fr., men eftir at hava umhugsað støðuna, nevndi eg einki um hetta í umsókn mínari, tí eg vildi ikki gera fokus á trupulleikan.

? At tað júst gjørdist Lorry, sum eg fór í starvsvenjing hjá, vóru fleiri orsøkir til. Loyvt er at søkja á fýra starvspláss, og eg var somikið heppin, at fáa positivt svar frá øllum teirra.

? Eg valdi tó Lorry, tí at síggja til, var hetta staðið, har eg roknaði við at sleppa at takast við flestar lutir. Áðrenn eg tók mína avgerð, var eg á vitjan á teimum fýra støðunum, og hóast fleiri vóru eitt sindur trek við at greiða frá arbeiði sínum, so helt eg fast um, at eg mátti vita, hvat tey kundu bjóða mær.

? Sjálv setanin var nóg so stuttligt, og eisini eitt sindur spennandi, tí mær stóð eisini í boði at sleppa á donsku TV-avísina. Eg var inni til samrøðu hjá teimum, og eftir hesa bóðu tey meg bíða uttan fyri hurðina í einar fimm minuttir. Eg gjørdi tó skjótt av, tí meðan tey innanfyri hurðina gjørdu av, um eg skuldi vera hjá teimum, skundaði eg mær yvir til Lorry, orsakað at soleiðis kom rennandi inn, og segði teimum frá, at eg vildi sleppa í starvsvenjing har.

? Viðkomandi, sum eg tosaði við, játtaði hesum, hóast hann ikki hevði lisið umsókn mína, men hann segði seg hava tó hava hoyrt um samrøðuna, sum eg hevði havt við ein av starvsfeløgum hansara.


Gerandisdagurin

Hvussu gongur so ein vanligur arbeiðsdagur á eini slíkari sjónvarpsstøð?

? Arbeiðsdagurin gongur á tann hátt, at møtt verður til arbeiðis um níggju tíðina, tá vit beinanvegin hava ein redaktiónsfund, har avgjørt verður, hvørji evni skulu viðgerast í tíðindasendingini tað kvøldið.

? Har tosað vit vanliga um tey evni, sum hava verið viðgjørt í fjølmiðlunum dagin fyri, og kanska serliga, hvørji evni bløðini hava viðgjørt. Eg havi tað aloftast soleiðis, at eg lesið Berlingaran á veg til arbeiðis, meðan eg siti í bussinum.

? Starvsfólkini eru at kalla býtt upp í fleiri bólkar, har onkur tekur sær av meira bleytum tilfari, onkur fer snøgt sagt við einum kamera, men sjálv havi eg valt at vera við til at gera tíðindasendingar, har vit fyri tað mesta gera dagsaktuelt tilfar.

?Tá komið er til arbeiðis, so koyrir tað bara við fullari ferð. Tíðindafólkini gera neyðugu avtalurnar, hvønn vit skulu tosa við o.s.fr., og so um ellivu tíðina kemur kameramaðurin til arbeiðis.

? Ein stórur partur av arbeiðinum er eisini at fáa orð og myndir at passa saman, tí sjálvur tíðindastubbin varar aloftast ikki meira enn nakrar heilt fáar minuttir, so tað ræður um at bera boðskapin stutt og greitt fram.

Tórun greiðir annars frá, at ein lutur, sum ofta kann gerast ein trupulleiki er, at fólk ikki kenna seg trygg við at standa framman fyri upptøkutólinum.

- Tá ræður kanska um at fáa tey at kenna seg trygg við tí arbeiði, sum eg geri, eftir at eg havi tosað við tey, men tað er heldur ikki altíð at hetta ber til. Er tað t.d. ein persónur, sum hevur fingið harðar ákoyringar, so ræður jú at fáa hann at svara teimum skuldsetingum, sum eru settar fram móti honum. Hinvegin eru so sjálvandi eisini onnur fólk, sum tú nærum ikki fært steðga. Serliga politikkarar og onnur, sum eru von við at vera í fokus. Aloftast hava tey ein boðskap, sum tey vilja hava út, og so er meira ella minni líkamikið, hvørjar spurningar tú setir fram.


Vil sleppa at gera mun

Upplivingarnar, sum hon hevur fingið innan yrki higartil eru sjálvandi nógvar. M.a. tá hon og ein starvsfelagið í Sjónvarpinum sum einastu fjølmiðlafólk fingu loyvi at gera samrøðu við krúnprinsin á Føroyaferð hansara. Esini nevnir hon eitt dømi um, tá ein føroyingur, sum var loðsur í Keypmannahavn ikki vildi tosa við nakað umboð fyri fjølmiðlarnar, men eftir at hava fingið bræv á føroyskum frá Tórun skifti hugsan.

Tá tosið fellur inn á framtíðina, er ikki líkt til, Tórun longu hevur gjørt upp við seg sjálva, júst hvat hon ætlar sær at gera.

Fyri fyrst hevur hon í øllum førum sett sær fyri at gera skúlagongdina lidna. Starvsvenjingin endar 1. februar, og so skal hon aftur til Århus.

- Eg kundi væl hugsað mær at verið við til at gjørt eina rættuliga dokumentarsending. Eina sending, har man veruliga hevur tíð til at kanna alt tað, sum liggur aftanfyri ávísa evnið.

? Tað at arbeiða við dagligum tíðindaflutningin er sjálvandi øgiliga spennandi, tí tú fært so nógv við av tí, sum gongur fyri seg í samfelagnum.

? Hinvegin er hetta jú ikki annað enn at bera boð víðari, og dreymurin er at kunna gera eina sending, har eg veruliga merki, at mítt arbeiði hevur gjørt mun í tilveruni hjá fólki.