Lars Løkke Rasmussen hevur eftir 40 ár sum limur í danska Vinstra í kvøld tikið seg úr flokkinum.
Tað boðar hann frá á facebook.
Lars Løkke Rasmussen fór eftir fólkatingsvalið í fjør frá sum formaður í Vinstra, og síðan hevur ivamál verið um hansara framtíð í politikki. Í bókini »Om de fleste og det meste«, sum hann gav út í fjørheyst, viðurkendi hann, at hann umhugsaði sína politisku framtíð, eftir at hann noyddist at leggja frá sær sum formaður í Vinstra.
Nú hevur hann so tikið støðu, og hon er at fara úr Vinstra.
– Tað er við blandaðum kenslum, at eg her á nýggjárinum havi valt at melda meg úr Vinstra eftir 40 ár í flokkinum, skrivar Lars Løkke Rasmussen, sum helt jólaferiu í Føroyum.
– Hetta hevur ikki verið nøkur løtt avgerð at taka, men hon er búnað í eina tíð – og seinastu dagarnir hava sannført meg um avgerðina, sigur hann.
Áður hava viðmerkjarar róð fram undir, at Løkke kundi havt áhuga í at stovna nýggjan politiskan flokk saman við øðrum, men tað sigur hann einki um í sínari fráboðan.
Lars Løkke Rasmussen ætlar sær at vera sitandi í Fólkatinginum sum uttanflokkatingmaður. Hann hevði eitt gott persónligt val í fjør, og Vinstri gekk fram á valinum. Tey borgarligu taptu tó valið til flokkarnar vinstrumegin miðjuna.
Løkke hevur í tveimum umførum verið forsætisráðharri í Danmark – fyrru ferð frá 2009 til 2011, seinnu ferð frá 2015 til 2019. Hann var formaður í Vinstra í 10 ár.
Lars Løkke Rasmussen er giftur føroysku Sólrún Jákupsdóttir, og tey eiga trý børn.
##med2##