Funnu "sleipispor" í húsinum

Norska løgreglan hevur funnið spor í húsunum, sum kunnu benda á, at Anne-Elisabeth Hagen er drigin eftir gólvinum, tá hon hvarv úr heimi sínum.

Norska løgreglan hevur funnið spor í húsunum hjá ríkmanshjúnunum, Anne-Elisabeth og Tom Hagen, sum kunnu benda á, at Anne-Elisabeth Hagen, er drigin eftir gólvinum, tá hon hvarv úr heimi sínum hin 31. oktober í fjør.

 

Løgreglan hevur nevniliga arbeitt út frá tí høvuðsástøði, at Anne-Elisabeth Hagen hugsandi er vorðin álopin, meðan hon var í baðirúminum henda feigdardag í Lorenskog. Orsøkin til, at løgreglan hevur sagt hetta, er, at tey skulu hava funnið tað, tey rópa ”situationsspor” í húsunum hjá hjúnunum. 

 

Í samband við eitt av baðirúmunum í húsunum, hava kriminalteknikarar hjá løgregluni ávíst tað, tey rópa ”sleipispor”. Umframt hetta, eru eftir øllum at døma ikki onnur sjónlig tekin um bardaga í húsunum hjá hjúnunum, skrivar norska blaðið VG.

 

Nevndu "sleipispor" kunnu geva eina mynd av, hvussu ein møgulig burturflyting kann vera farin fram: Onkur er komin inn í húsini í skundi, hevur tikið Anne-Elisabeth Hagen úr baðirúminum, og síðan hevur viðkomandi sloppið sær í skundi avstað aftur við henni.

 

Hesi serstøku spor eru sambært VG eitt av tí fyrsta, sum maður hennara, miljarderurin Tom Hagen, fortaldi løgregluni, tá hann vendi sær til teirra umleið ein hálvan tíma eftir, at hann kom heim, og konan ikki var í íbúðini.

 

Eingin hevur sæð ella hoyrt nakað til Anne-Elisabeth Hagen, síðan hon hvarv úr húsunum í Lorenskog hin 31. oktober í fjør. Hvørki familja ella løgreglan hava fingið eitt einasta eitt lívstekin frá henni alla hesa tíð.

 

Tá Tom Hagen kom heim henda dagin, var konan horvin, og her fann hann eitt hóttanarbræv við kravi um loysigjald á níggju miljónir evrur. Í brævinum vóru eisini hóttanir um, hvat fór at henda Anne-Elisabeth Hagen, um hann blandaði løgregluna uppí málið.