- Vit eiga at virða øll menniskju, eisini samkynd. Men at broyta hjúnabandslógina er ikki rætti mátin at vísa hesa virðing.
Tað heldur Reimund Langgard úr Sambandsflokknum.
Løgtingið viðgerð í løtuni eitt uppskot um at loyva samkyndum hjúnalagi
Higartil hava tvey umboð fyri samgonguna havt orðið, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir úr Fólkaflokkinum og Reinund Langgard úr Sambandsflokkinum
Hvørgin teirra tekur undir við uppskotinum.
Reimund Langaard sigur, at hann hevur kannað málið hjá løgfrøðingum og í fyrstu atløgu er teirra niðurstøða, at verða samkynd gift, hava tey sama rætt sum onnur at ættleiða børn.
Hann vísir á, at samkynd, sum liva saman, hava akkurát sama rætt sum onnur, ið liva saman ógift.
Keypa tey hús, bil og bát, ber til at vera saman um ognarskapin.
Samstundis er hann sinnaður at broyta arvalógina at útjavna munin á arvagjaldinum hjá giftum, sum er trý prosent og ógiftum, sum er 12 prosent
Annars ber altíð til at skriva testamentið og ógift kunnu eisini gera av, hvør skal arva pensjónina.
Men hjúnalagið er heilagt og tað skal vera ímillum mann og kvinnu, staðfestir hann.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir reisir spurningin, um samkynd hjúnalag kunnu fáa børn frá ónevndum sáðgevarum
Hon vísir á, hvussu stóran týdning, familjubond hava, og vísir, hvussu stórur vandi tað er at geva avkall upp á helvtin av familjubondum og verða partvís søguleys.
Hon sær eisini fyri sær, at vanlig undirvísing í skúlanum verður, at tað er líka natúrligt, at tvey av sama kyni giftast.
Og hon sær eisini fyri sær, at ævintýrini til børn verða broytt, so at eitt vanligt ævintýr prinsin, sum verður forelskaður í eini prinsessu og so fáa tey børn, verður broytt til eina prinsessu, sum verður forelskað í eini aðrari prinsessu. So vilja tey hava børn og so fara tey í ein sáðbanka. |