Fyrrverandi Fortuna Sittard- og Glasgow Rangers-spælarin, Fernando Ricksen, fekk í 2013 staðfest sjáldsomu sjúkuna, ALS, ið loypur á nervakyknurnar og so við og við tekur megina frá sjúklinginum. Tey, ið hava ALS, liva í miðal tvey til fýra ár eftir at tey hava fingið staðfest sjúkuna.
Fernando Ricksen viðgongur, at støðan er nógv versnað seinastu tíðina, men í gjár var orsøk til at gleðast, tá ið fyrrverandi felag hansara, Fortuna Sittard, heiðraði hann við at avdúka eina standmynd av honum. Standmyndin er uttanfyri leikvøllin hjá Fortuna Sittard, og hon varð avdúkað í sambandi við dystin ímóti Jong Ajax í gjár.
Ímillum fólkini, ið vóru til hátíðarhaldið, var fyrrverandi Bayern München-leikarin, Mark van Bommel, sum – eins og Fernando Ricksen – byrjaði sína yrkisleið í Fortuna Sittard. Tað vóru fjepparar hjá felagnum, sum høvdu savnað pening saman fyri at fáa hesa standmyndina gjørda.
- Hetta var vakurt og serligt, men eisini kensluborið. Fernando hevur uppiborið at fáa hesa standmyndina frá felagnum, har alt byrjaði, sigur vinmaðurin, Royn Knez, við heimasíðuna nos.nl.
Fernando Ricksen, sum er 41 ára gamal og eisini hevur spælt í AZ Alkmaar, Glasgow Rangers og Zenit Skt. Pætursborg, var ógvuliga rørdur av at síggja standmyndina, og hann hevði ilt við at halda tárunum.
Í samrøðu við The Sun í fjør segði Fernando Ricksen, at hann hevur tørv á hjálp 24 tímar um døgnið, og at hann ikki hevði klárað seg ígjøgnum stríðið uttan konuna, Veronicu, og fimm ára gomlu dóttrina, Isabellu.
- Dóttir mín veit um sjúkuna, og at eg havi eina aðra sjúku enn aðrir pápar, men eg haldi ikki at hon skilir týdningin av sjúkuni. Hon er ov lítil at skilja tað, segði Fernando Ricksen í samrøðuni.