Eyð fekk gulu súkkluna aftur

Herfyri hvarv Team Rynkeby súkklan hjá Eyð Matras, men ein ungur harri setti seg í samband við hana, og segði seg hava sæð ein vesalan  mann við flottu súkkluni. Hann kendi súkkluna, og hann hevði fingið fatur á henni við at venda sær til mannin andlit til andlits.

Eyð Matras er millum teirra, ið hevur súkklað við Team Rynkeby, og eigur hon tí eina av flottu, og ikki sørt kostnaðarmiklu, gulu súkklunum.

 

Men stødd í Århus í Danmark hendi tað, at súkkla hennara hvarv. Eyð eftirlýsti súkkluna á facebook-bólkum, og hetta riggaði loksins.

 

Og tí hevur Eyð lagt søguna um súkkluna og unga mannin, ið fekk henni súkkluna aftur, á sín facebook vanga.

 

Hon skrivar millum annað, at ein ungur maður setti seg í samband við hana, og segði henni, at hann hevði súkkluna heima í bilhúsi sínum.

 

Ungi maðurin, Oliver Arbjerg, er sjálvur súkklari, og hevur roynt hvussu tað er, tá súkklan verður tikin og hvørvur, og tí hevur hann nærum sum ítriv at halda eyga við horvnum súkklum.

 

Í stuttum er søgan, at Oliver sá ein heldur vesalan mann við flottu gulu súkkluni, so hann hugsaði at, her ruggaði ikki rætt. Oliver vendi sær til mannin, sum tó ikki beinanveg vildi av við súkkluna, men hinvegin gjørdist heldur illur í sær Men maðurin valdi tó at taka til rýmingar, innan løgreglan kom á staðið.

 

Oliver kendi aftur merkini á súkkluni, Eiffeltornið, lundan og navnið a dottir Eyð, Tóru, og so reyðu hjørtuni.

 

Eyð skrivar millum annað, at hon undrast og er fegin um, at tað finnast ungfólk sum Oliver, ið tordi at gera nakað við støðuna, og andlit til andlits seta seg í samband við mannin, hóast hetta als ikki vísti seg at vera gamansleikur, skrivar Eyð Matras millum annað í longri uppslagi á sínum vanga á facebook.

 

##med2##