hevur verið kemisk viðgjørdur fyri lús, men einans við heitum vatni og rognkelsi. Lykilin til at náa hesum málinum er størri smolt, og tí ger Hiddenfjord íløgur fyri 150 milliónir krónur á Fútakletti fyri [...] valdi longu í 2010 at leggja seg eftir at fáa størri smolt og tey fyrstu vóru set út í 2012. Útbyggingin, sum verður gjørd nú, fer fyrst og fremst at økja um støddina á teimum minstu smoltunum, so at [...] sett út, hevur fjørðurin ligið brakk í tveir mánaðir og eingin lús er tá eftir. Fyrstu tíðina er so eingin lús, men hon mennist spakuliga við tíðini, og seinastu mánaðirnar av framleiðslutíðini er lúsin størsti
nationalum málum og ikki lokalum málum. Til tað havi eg tað at siga, at nú má mann síggja veruleikan í eyguni og ásanna, at í Føroyum búgva hóast alt ikki meir enn uml. 50.000 fólk og 18 lítlar oyggjar [...] onnur mál, sum Løgtingið tekur sær av og teir hava eisini mál, sum sanniliga eru national og ikki lokal, men so leingi, sum tey fyrrnevndu mál liggja á løgtinginum og mál annars, ið raka lokal økir, so má [...] valdømini og býta fólkatalið í hvørjum valdømi við 1.500 fáa vit eitt tingmannatal, ið eitur 31. Í Norðoya valdømi búgva 5.974 fólk. Býtt við 1.500 gevur tað 4 tingmenn. Í Eysturoyar valdømi búgva 10.887 fólk
verjin vildi spyrja um plantustøðið á myndunum, breyt dómarin hann av og minti á, at talan var um rættarkemikara og ikki ein botanikara, og tí kundi hon ikki vita alt um vakstrarlagið á plantunum. Turid Hentze [...] roknað um til hassj, men tað er gjørt til allar tíðir og í hvussu er undan at hon kom inn í bransjuna. Hon segði, at tey ongantíð biða um fleiri enn 10 plantur, sjálvt um tað so eru 1.000 plantur í einari [...] myrkri, og harvið framleiða meira HTC. Men hetta er bert galdandi, meðan plantan er á lívi. Verjarnir fóru síðani at spyrja nærri inn til myndir, sum narkopolitiið hevði tikið av plantasjunum, og har kundi
nevndarfundi samtyktu nevndirnar í P/F Vágatunnilin og P/F Norðoyatunnilin, at lækka prísirnar í báðum tunlunum. Broytingarnar koma í gildi 1. juli. Nevnd og stjórn endurskoða við jøvnum millumbili gjøldini [...] gjøldini fyri at koyra gjøgnum tunlarnar. Broytingin í ferðsluni og rakstrinum tey seinnu árini, og fíggjarligu útlitini hjá feløgunum fyri inniverandi ár, geva grundarlag fyri at broyta prísirnar. Í Norðoyatunlinum [...] túrahald. Avsláttarskipanin verður nógv einfaldari, og vit vóna at fólk fara at taka væl ímóti nýggju skipanini, sigur Uni Danielsen, stjóri. Stór og tung akfør: Frá 1. juli 2013 koma tær broytingar í gildi
hevur væl og virðiliga greitt frá, hví tað er neyðugt at hækka játtanina, men tað hevur samgongan so ikki tikið til eftirtektar. - Svarið frá samgonguni er ein játtan, sum stendur í stað og tað kann ikki [...] tí tað er ein spurningur, sum má takast upp við tær ymsu depilsleiðslurnar og tað skal eisini gerast í samráð við Almanna- og heilsumálaráðið. - Men tað er í øllum førum greitt, at verður hetta endaliga [...] grundgivið bæði væl og virðiliga fyri, hví játtanin til Landssjúkrahúsið er ov lítil. - Men úrslitið, sum nú fyriliggur, er ein greið ábending frá samgonguni um, at tað kjakið er av á hesum sinni og so hava vit
bygdini, og nú var hann í ferð við at fylla ta næstu billastina. Her var alskyns órudd at finna í ánni, og tí var skjótt at fylla lastina einaferð aftrat. - Eg vænti, at eg fylli hesa lastina aftrat, og so eri [...] mikið av óruddi at síggja her í kommununi. Og herúti á Norðoyri er einki undantak í so máta! Hvør ger sítt Fáar metrar frá húsum hansara rennur ein løkur. Og tað var í hesi ánni at Sosialurin fekk orð [...] plastikk, hjólskálir, timbur, dunkar, nógvar fløskur og mangt annað sum fólk hava tveitt burtur – á skeivum staði! Jósup var sjálvur á blettinum klokkan 10 henda morgunin, samstundis sum almenni ruddingardagurin
at landsliðsleikarin var óður og bæði rópti og klípti. Teir góvu honum tí eina ávaring, men tá hetta ikki hjálpti, gjørdu teir av at blaka hann út. Sum sagt so gjørt, og her er tað, at frágreiðingarnar [...] Olsen niðri í eitt langt tíðarskeið, og tað svarar væl til tað, sum ákærdi sjálvur minnist til hendingina. Hann metti, at duravørðarnir hildu honum niðri í einar 10 minuttir. Men sambært duravørðunum snúði [...] ikki fekk ein undir vangan, segði, at longu tá teir fara undir at fylgja ákærda út, snarar hann sær og langar til hin duravørðin. Tann slidni duravørðurin hevur tó eina aðra uppfatan av tí, sum hendi. Hann
ið hava vunnið eina rúgvu. Iker Casillas, Carles Puyol, Xavi og Andres Iniesta eiga gullheiðursmerki frá Champions League og sponsku lands- og steypakappingini. Tað er líkt til, at hesir, sum allir eiga [...] røkir í Arsenal. Júst hetta við at søkja aftur á vøllinum og byrja álopið. Fabregas hevur framvegis ikki veruliga prógvað seg á landsliðnum, og tað er kanska serliga orsaka av, at hann hevur aðrar uppgávur [...] stóru úrslitini at vísa á. Í Atlético Madrid vann hann sponsku landskappingina í 1977, og steypakappingina í 1976, 1985 og 1993. Í 1987 stóð hann við stýrisvølin hjá Barcelona, sum eisini vann kappingina. Tey
ið liggja rættuliga jøvn í oddinum, og tvey av hesum møtast í Sørvági í vikuskiftinum. Talan er um rættuliga topp uppgerð, tá SÍ og ÍF bresta saman í Sørvági, og má vinnarin sigast at vera væl við í [...] Enn er ÍF ósigrað oddalið í Meistaradeildini hjá kvinnum, og tá tær vitja í Sørvági í vikuskiftinum, kunnu tær rættuliga draga frá hinum liðunum og SÍ, ið sær út til at vera harðasti kappingarneytin hjá [...] árum síðani vóru tað Mjølnir og TB sum ímyndaðu oddin í føroyskum kvinnuflogbólti, men í ár eru bæði liðini í teirru støðu, at tey hava framt stórar útskiftingar á liðnum, og tær ungu kreftirnar hava sloppið
vetur. Hinvegin var talan um lokaluppgerð, og líkamikið hvussu víkir og vendur, so verða hesir dystir altíð mettir sum nakað serligt millum bæði leikarar og viðhaldsfólk hjá báðum liðum. Rótut Leikliga [...] aftur snarað dystinum til egnan fyrimun. Serliga vóru tað tær tríggjar, Ann, Lotte og Jórun, sum tóku ábyrgd á seg, og umframt at røkja egnar verjuskyldur, stuðlaðu tær eisini uppundir hjá viðleikarunum [...] enn einaferð at svara aftur, og áskoðararnir mundu líkasum hava vant seg við tankan, um at javnleikur fór at gerast endaliga úrslitið. Ann Hansen vildi tað tó øðrvísi, og tá hon í seinastu álopsroyndini