Eitt ella fleiri valdømir?

Sólvit Nolsø
------

Tá spurningurin um eitt ella fleiri valdømir av fyrstan tíð kom upp at venda, var eg fyri einum valdømi. Nú eri eg bangin fyri tí demokratiska undirskotinum, ið kann standast burturúr einum valdømi.
Tað vakrasta við einum fólkaræði, eftir míni metan, er at eingin skal kenna á sær, at viðkomandi ikki er umboðaður innan lóggevandi valdið í landi sínum. Parlamentið skal jú endurspegla samfelagið í størstan mun gjørligt, og tí skulu væl øll kenna á sær, at tey eru væl umboðaði.
Nú er einki hent enn, ið bendir á, at ávís økir í Føroyum ikki fáa tingmann/kvinnu á ting næsta val. Tó er ein veruligur møguleiki til staðar, ið ger tað, at økir kunnu standa uttan lokala umboðan á tingi um Føroyar framvegis verða verandi eitt valdømi. Onkur heldur kanska at tað ger einki, tí Løgtingið skal taka sær av nationalum málum og ikki lokalum málum. Til tað havi eg tað at siga, at nú má mann síggja veruleikan í eyguni og ásanna, at í Føroyum búgva hóast alt ikki meir enn uml. 50.000 fólk og 18 lítlar oyggjar geva ikki ein mynd av einum stórveldi. Tí eru national mál eisini lokal mál! Nú skal hetta ikki misskiljast sum ein roynd frá mær at avskaffa kommunurnar, tí tað er slettis ikki meiningin. Tað eru nógv mál, ið liggja betur hjá kommunum enn hjá landinum, men ein kann hyggja at hvat løgingið játtar pening til og síggja, at national mál eisini eru lokal mál: Tunlar, havnaløg, flogvøllur, hallir, ferjur, samferðsla o.s.fr. Mann má síggja tað í eyguni, at hetta eru mál, ið Føroya Løgting tekur sær av. Eg eri klárur yvir, at tað eru nógv onnur mál, sum Løgtingið tekur sær av og teir hava eisini mál, sum sanniliga eru national og ikki lokal, men so leingi, sum tey fyrrnevndu mál liggja á løgtinginum og mál annars, ið raka lokal økir, so má hvørt økið kenna seg trygt í at hava umboðan á Løgtingi.
Nú skal tað eisini sigast, at eg haldi tað verða rættvíst, at hvørt økið sær verður lutfalsliga rættvíst umboða. Tí havi eg eitt uppskot um hvussu tað kann gerast á ein lutfalsliga lættan máta. Fylgjandi tøl, ið eg nýti eru øll fingin til vega frá www.hagstova.fo.
Um vit býta Føroyar upp í tey sjey gomlu valdømini og býta fólkatalið í hvørjum valdømi við 1.500 fáa vit eitt tingmannatal, ið eitur 31.
Í Norðoya valdømi búgva 5.974 fólk. Býtt við 1.500 gevur tað 4 tingmenn.
Í Eysturoyar valdømi búgva 10.887 fólk. Býtt við 1.500 gevur tað 7 tingmenn.
Í Norðurstreymoyar valdømi búgva 3.893 fólk. Býtt við 1.500 gevur tað 2 tingmenn.
Í Suðurstreymoyar valdømi búgva 18.658 fólk. Býtt við 1.500 gevur tað 12 tingmenn.
Í Vága valdømi búgva 3.084 fólk. Býtt við 1.500 gevur tað 2 tingmenn.
Í Sandoyar valdømi búgva 1.438 fólk. Býtt við 1.500 gevur tað 1 tingmann.
Í Suðuroyar valdømi búgva 4.844 fólk. Býtt við 1.500 gevur tað 3 tingmenn.
Samanlagt gevur hetta 31 tingmenn. Á henda hátt tryggja tú hvørjum øki umboðan og sleppur undan vandanum við eini sentralisering av tingmanningini. Um mann so velur at halda fast í útrokningini, ið eitur eitt tingfólk fyri 1500 íbúgvar, kann kvotan við tingfólkið justerast alt eftir hvar fólkið flytur, so tingmannatalið fyri hvørt økið ikki er læst fast. Tó skal talið ongantíð fara undir 1.
Hetta kann tykjast einfalt og onkur kanska heldur hetta verða ov einfalt, men ofta verða tingini gjørd torførari enn tey í veruleikanum eru.