15 prosent bíligari at koyra í tunlunum

Á seinasta nevndarfundi samtyktu nevndirnar í P/F Vágatunnilin og P/F Norðoyatunnilin, at lækka prísirnar í báðum tunlunum. Broytingarnar koma í gildi 1. juli.

Nevnd og stjórn endurskoða við jøvnum millumbili gjøldini fyri at koyra gjøgnum tunlarnar. Broytingin í ferðsluni og rakstrinum tey seinnu árini, og fíggjarligu útlitini hjá feløgunum fyri inniverandi ár, geva grundarlag fyri at broyta prísirnar.

Í Norðoyatunlinum væntast ferðslan í 2013 at fara uppum 760.000 akfør. Í 2012 koyrdu 747.368 akfør í tunlinum.

Í Vágatunlinum væntast at ferðslan í ár at fara upp um 605.000 akfør, samanborið við 594.000 í 2012.

Økta ferðslan - og tað at vit megna at halda aftur uppá útreiðslurnar - gevur grundarlag fyri at lækka prísirnar.

Árshaldini lækka við 16,7%

Nevndirnar hava avgjørt at lækka prísirnar fyri árshald í báðum tunlum til kr. 750,- um mánaðin, sum svarar til kr. 9.000 árliga, frá kr. 10.800. Hetta svarar til eina árliga lækking á kr. 1.800 ella 16,7%. Treytirnar fyri at ogna sær árshald eru óbroyttar. Haldið verður teknað fyri 1 ár í senn. Gjaldast skal mánaðarliga forút.

Fyri tey sum hava árshald í báðum báðum tunlum fer prísurin úr kr. 1.400 til kr. 1.200,-, ein lækking á 14,3%.

Prísurin fyri stakar túrar lækkar góð 15% úr 130,- til kr. 110,- pr. túr.

Í báðum tunlunum verða tær broytingar, at kubbahaldini verða broytt, so tað einans verður ein kubbaavsláttur, svarandi til 50% av staktúra prísinum, samstundis sum avsláttarskipanin við kubbum verður broytt, so sami túraprísur verður fyri øll kubbahald.

- 40 túrahald: túraprísur 55 kr., ella íalt kr. 2.200,-

- 20 túrahald: túraprísur 55 kr., ella íalt kr. 1.100,-

Tey sum hava 5 túrahald, fáa framyvir møguleikan at tekna 20 túrahald.

– Avsláttarskipanin verður nógv einfaldari, og vit vóna at fólk fara at taka væl ímóti nýggju skipanini, sigur Uni Danielsen, stjóri.

Stór og tung akfør:

Frá 1. juli 2013 koma tær broytingar í gildi, at akførini verða deild í 2 bólkar, í mun til 3 bólkar ídag. Framyvir verða hesir bólkar:

1. Akfør upp til 3500 kg, ella til og við 6m til longdar

2. Akfør størri enn 6m

Bólkurin við akførum størri enn 12,5m dettur burtur, sum sjálvstøðugur bólkur. Tey akførini fara framyvir at gjalda sum akfør yvir 6 m. Prísurin fyri akfør størri enn 6 metur lækkar við 16,7% úr kr. 350,-til kr. 320 fyri stakar túrar, og kr. 160,- pr. túr fyri kubbahald.

Fyri størru akførini trailarar o.l. yvir 12,5 m, verður lækkingin 40%, úr kr. 530 til kr. 320. Við kubbaskipan gjalda hesi akfør kr. 160,- fyri túrin, í mun til 291,50 ídag. Ein sparing á 45%.

– Við hesum hesum broytingum, bøta vit um viðurskiftini hjá vinnuni, og umsitingin verður eisini lættari hjá okkum sjálvum, sigur Uni Danielsen

Niðanfyri dagførd prístalva galdandi frá 1. juli 2013:

1 túr t/r

Kubbahald t/r

Árshald

Akfør upp til 3500 kg

styttri enn 6 m

110,-

55,00

kr. 1.100 20 túrar

kr. 2.200 40 túrar

750,-

9.000,- árliga

Akfør 6 m og yvir

320,00

160,00

Kr. 3.200 20 túrar

Kr. 6.400 40 túrar