Suni fær dóm um eina viku

Málið um harðskap, sum landsliðsleikarin Suni Olsen varð meldaður fyri í fjør, var fyri í Føroya Rætti í morgun. Dómur fellur um eina viku

Sló Suni Olsen ein duravørð ella ikki.

Tað er spurningurin, sum dómarin, Henrik Møller, skal taka støðu til.

Umframt Suna Olsen sjálvan vórðu trý vitnir avhoyrd. Talan var um tveir duravørðar umframt eitt vitni, sum segði seg síggja alla hendingina.

Hendingin, talan er um, fór fram í Eclipse sunnunáttina 7. september umleið 02.52. Forsøgan er, at Suni eftir at hava verið saman við vinum var komin oman í Eclipse. Hann hevði hann, sambært tvíburasystrini hjá táverandi gentu hansara, eina »diskusjón« við gentuna. Men hetta sóu duravørðarnir á ein heilt annan hátt. Teir vildu vera við, at landsliðsleikarin var óður og bæði rópti og klípti. Teir góvu honum tí eina ávaring, men tá hetta ikki hjálpti, gjørdu teir av at blaka hann út.

Sum sagt so gjørt, og her er tað, at frágreiðingarnar fara púra hvør sín veg.

Tann duravørðurin, sum ikki fekk ein undir vangan, segði, at longu tá teir fara undir at fylgja ákærda út, snarar hann sær og langar til hin duravørðin. Tann slidni duravørðurin hevur tó eina aðra uppfatan av tí, sum hendi. Hann vil nevniliga vera við, at hann ikki varð sligin, fyrr enn Suni Olsen var fingin út um.

Men hesar frágreiðingarnar samsvara hvørki við hendingina, sum Suni Olsen upplivdi hana, ella sum tvíburasysturin hjá fyrrverandi gentu Suna Olsen sá hana.

 

Illur ella garvillur

Meðan báðir duravørðarnir hildu Suna Olsen vera garrvillan, so segði kvinnuliga vitni, at hann gaman í tosaði eitt sindur hart, men tað var alt. Hon skilti ikki avgerðina hjá duravørðunum at blaka Suna Olsen út, og helt teir bera seg ósømiliga at.

Hon segði víðari, at hon fylgdi allari hendingini, sum tilsamans mundi vara einar 20 minuttir. Hon vitnaði eisini, at duravørðarnir hildu Suna Olsen niðri í eitt langt tíðarskeið, og tað svarar væl til tað, sum ákærdi sjálvur minnist til hendingina. Hann metti, at duravørðarnir hildu honum niðri í einar 10 minuttir.

Men sambært duravørðunum snúði hendingin seg bert um sekundir heldur enn minuttir.

Kvinnuliga vitnið segði, at Suni Olsen gaman í var illur, men hetta komst av, at hann hevði smekkað høvdið í, tá duravørðarnir høvdu fýrt hann út gjøgnum dyrnar. Hann vildi sleppa inn aftur, tí hann kendi seg illa viðfarnan og einki skeivt at hava gjørt.

Duravørðarnir vóru sum nevnt ikki heilt á einum máli um, hvussu hendingin var farin fram, men teir vóru samdir um, at Suni Olsen hevði sligið annan teirra.

Sjálvur bedýraði landsliðsleikarin í rættinum, at hann ikki hevði sligið nakran, og tað sama segði kvinnuliga vitnið sum legði dent á, at hon hevði sæð allan hendingina.

 

Fongsul ella frídøming

Varafútin, Finn Ougaard, segði í sínari proseduru, at frágreiðingarnar hjá duravørðunum mátti leggjast til grund, og at hann metti tað vera prógvað, at Suni Olsen hevði sligið annan duravørðin.

Hann legði tí fram krav um, at Suni Olsen verður dømdur í minsta lagi 50 daga fongsulsrevsing eftir ákæruskrivinum.

Verjin, Jógvan Páll Lassen, legði hinvegin dent á frágreiðingarnar hjá Suna Olsen sjálvum og kvinnuliga vitninum. Somuleiðis vísti hann á ósamsvar í frágreiðingunum hjá duravørðunum. Hann helt ikki, at nøktandi prógv vóru løgd fram í rættinum um, at Suni Olsen skal hava sligið nakran og hann kravdi tí frídøming.

Skuldi dómarin kortini funnið hann sekan, so mælti hann til treytaðan dóm í í mesta lagi 40 dagar.

Dómarin hevur nú eina viku at umhugsa dómin í áðrenn hann verður avsagdur næsta týsdag á miðdegi.