Jákup Mørk
Kyndil-Neistin 24-23 (11-10)
Luturin hjá hesum dysti í FM-stríðnum tóktist frammanundan minni, enn hann ofta hevur verið seinnu árini.
Ikki verður roknað við, at nakað av hesum liðum fer at gera tær heilt stóru skreytirnar í ár, tí hjá báðum pørtum hevur mannfallið verið stórt síðani seinasta vetur.
Hinvegin var talan um lokaluppgerð, og líkamikið hvussu víkir og vendur, so verða hesir dystir altíð mettir sum nakað serligt millum bæði leikarar og viðhaldsfólk hjá báðum liðum.
Rótut
Leikliga var heldur ikki nógv sunnudagin, sum bendi á, at talan var um nakran toppkandidat á vøllinum sunnudagin.
Dysturin var frá fyrstu løtu merktir av nógvum persónligum mistøkum, og tað var meira enn tí einu ferðina, at bólturin varð tveittur út av síðulinjuni, tá sendingarnar ikki vóru nóg neyvar.
Kyndil var annars tað av liðunum, sum kom betri frá byrjan, men tað var tó skjótt, at Neistin svaraði aftur. Eftir at Kyndil vann sær eina skjóta tvey mála leiðslu, komu tær bláu upp á 7-3, áðrenn nakað aftursvar kom.
Serliga var tað í verjupartinum, at tað gekst illa í hond hjá Kyndli hesa løtuna. Borðini bæði tóktust ógvuliga tunn, og hetta viðførdi eisini, at annars sterki miðblokkurin hjá Kyndli varð tægaður sundur, so Annika Thomsen fleiri ferðir nærum ótarnað slapp at sveiggja vinstra arminum.
Sum hálvleikurin leið, fekk Kyndil tó aftur snarað dystinum til egnan fyrimun. Serliga vóru tað tær tríggjar, Ann, Lotte og Jórun, sum tóku ábyrgd á seg, og umframt at røkja egnar verjuskyldur, stuðlaðu tær eisini uppundir hjá viðleikarunum.
Ann avgjørdi
Kyndil kom sostatt fram um aftur, áðrenn liðini fóru til hálvleiks, men steðgurin gav aftur neistakvinnunum nakað av luft.
Sostatt gjørdist seinni hálvleikur sera javnur, so hóast talan framvegis ikki var um nakran væl leiktan dyst, so var spenningurin í hásæti alla tíðina.
Liðini bæði royndu hvør í sínum lagi at skrykkja seg leysan, men hetta sá ongantíð út til at eydnast.
Kyndil fekk tó móti endanum lagt seg tvey mál fram um mótstøðuliðið, men Neistin megnaði tó enn einaferð at svara aftur, og áskoðararnir mundu líkasum hava vant seg við tankan, um at javnleikur fór at gerast endaliga úrslitið.
Ann Hansen vildi tað tó øðrvísi, og tá hon í seinastu álopsroyndini varð spæld upp til skot, sveik hon ikki álitið, men langaði bóltin í kassan, soleiðis at bæði stigini endaðu hjá teimum grønu.
Ov tunt
Hóast talan var um ein javnan, og harav undirhaldandi dyst, so er fatanin eftir dystin hin sama, sum hon mundi vera undan. Nevnliga at hvørki av liðunum kemur at hava nakað avgerandi orð at siga, tá gullmerkini verða býtt.
Missurin hjá báðum liðum er snøgt sagt ov stórur í mun til í fjør, og hóast liðini eisini hava havt tilgongd, so tekur tað altíð sína tíð, áðrenn hendan fellur nóg væl inn í heildina.
Støðan er tó ikki verri enn so, at um liðini hava ein góðan dag, kunnu tey altíð spæla onkrum av oddaliðunum eitt puss, so tá av tornar, kann væl verða, at kappingin í vetur fer at gerast nógv meira spennandi enn fyri ári síðani.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Kyndil: Lotte Sørensen 7(4), Jórun Ludvig 5, Kristina Holm 5, Ann Hansen 4(1), Brynhild Klein 2, Anita Kjærbo 1
Neistin: Annika Thomsen 8(2), Súna Mørk 5(2), Mildrid Jacobsen 4, Kára á Dunga 3, Gunvær Hofgaard 2, Birita Wardum 1
Brotskøst: Kyndil 7, Neistin 5
Útvísingar: Kyndil 2, Neistin 3