Stórur spenningur í oddinum

Stóri spenningurin um vikuskiftið er, hvørt SÍ megnar at knúgva ÍF og hála seg upp, ájavnt við damurnar úr Fuglafirði, og á tann hátt økja um spenningin í FM stríðnum

Enn er ÍF ósigrað oddalið í Meistaradeildini hjá kvinnum, og tá tær vitja í Sørvági í vikuskiftinum, kunnu tær rættuliga draga frá hinum liðunum og SÍ, ið sær út til at vera harðasti kappingarneytin hjá fuglfirðingum í ár.

Spurningurin hesaferð er tí um SÍ fer at fáa hevnd fyri tapið móti júst ÍF, ið higartil er teirra einasta tap, og økja um spenningin í oddinum, ella um tað hinvegin verður ÍF, ið fer at leggja seg enn tryggari á odda.

Í SÍ kunnu tey leggja alla sína orku í at fokusera uppá landskappingina, tí tær hava longu vunnið sær rætt í einari finalu í steypakappingini, ið fer at avgera, hvørt lið fer at møta ÍF í árligu stóru steypakappingini, tann 16. februar. Liðið, ið fer at spæla móti SÍ, um rættin til seinna finaluplássið verður funnin fyrst í januar, tá Mjølnir kappingin er á skránni. So spennandi verður at fylgja við, hvørji hesu lið vera.


Kampur um triðja plássið

Spennandi uppgerð verður í Kollafirði í vikuskiftinum, tá vágagellurnar úr Drátti koma á vitjan. Hesin dysturin kemur at vera avgerandi fyri hvørt av liðunum kann hanga fast í hølunum á oddaliðunum. Sum er, eru bæði liðini ájøvn í stigum, men KÍF hevur tó munin við betri settmuni enn Dráttur.

Tá hesi liðini møttust seinast, var tað annars Dráttur í dróg longra stráðið, tá tær vunnu tepurt 3-2, heima í høllini á Giljanesi. Hvussu leikur so fer at ganga í vikuskiftinum, ja tað verður spennandi at fylgja við í.


Botnstríðið harðnar

Fyri nøkrum árum síðani vóru tað Mjølnir og TB sum ímyndaðu oddin í føroyskum kvinnuflogbólti, men í ár eru bæði liðini í teirru støðu, at tey hava framt stórar útskiftingar á liðnum, og tær ungu kreftirnar hava sloppið til sín rætt.

Mjølnir, ið frammanundan heimadystinum móti Fleyr í gjárkvøldið, ikki var komið á stigatalvuna, kundi við 3-1 sigri bøta um hesa støðu, og leygardagin hava tær so aftur høvið til at gera sær sjálvum kynstrið eftir, tá ungu tvørádamurnar koma á vitjan. Men kennir man treisknið á tvørádamunum rætt, so verður tað ikki nøkur løtt uppgáva, klaksvíkskvinnur skulu royna at loysa.

TB eru áðrenn vikuskiftið á fýra stigum, meðan Mjølnir eru á tveimum stigum.


Eisini tætt hjá monnunum

Hjá monnum er stríðið í oddinum esini sera hart. Har eru tað trý lið, ið liggja rættuliga jøvn í oddinum, og tvey av hesum møtast í Sørvági í vikuskiftinum.

Talan er um rættuliga topp uppgerð, tá SÍ og ÍF bresta saman í Sørvági, og má vinnarin sigast at vera væl við í oddastríðnum, har Mjølnir, í løtuni liggja á odda.

SÍ hava fingið sterka Jón Nielsen við aftur á liðið, og fer hann óivað at vera vágamonnum at gagni, nú stríðið tykist at harðna í oddinum. Hinvegin mugu fuglfirðingar taka øll stigini, um teir ætla at hanga við í oddinum

Mjølnir, ið spældu í gjárkvøldið móti Fleyr og vann 3-0, liggur í løtuni á odda við betur málmuni enn SÍ, annars hava bæði liðini 10 stig, meðan ÍF hevur 6 stig. So spenningurin verður í hásæti, tá dystirnar verða bríkslaðir í gongd.



Í Faktaboks:


Dystir um vikuskiftið


Flogbóltur


Meistaradeild kvinnur

Dagur Klokkan Dystir

01.12 14:00 KÍF-Dráttur

01.12 14:00 Mjølnir-TB

01.12 14:00 SÍ-ÍF

02.12 14:00 Mjølnir-SÍ

02.12 15:00 TB-Dráttur


Meistaradeild menn

01.12 16:00 SÍ-ÍF