Klaksvík: - Herúti er nóg mikið av óruddi at finna, sigur Jósup Davidsen, sum upprunaliga er ættaður av Skála.
Í góðveðrinum leygardagin var hann farin útum eina góða løtu at rudda í bygdini, nú kommunan sjálv ynskti at gera nakað fyri umhvørvið í býnum.
Um middagsleitið ruddaði hann í einum løki í nánd av húsum sínum. Beint við hevði hann ein lastbil, har hann legði alt óruddið frá sær.
Hóast ruddingardagar hava verið áður í kommununi, tyktist vera nóg mikið at rudda og taka upp.
- Ja, eg royni at taka tað ringasta burtur úr ánni, sigur Jósup Davidsen við Sosialin.
Jósup er ættaður av Skála, men býr nú á Norðoyri. Hann koyrir tó hvønn einasta dag út til heimbygdina, har hann arbeiðir sum bakari.
Uppí tvær lastir
Um morgunin henda leygardagin var Jósup farin frá húsum fyri at hjálpa kommununi at rudda.
Orðatakið sigur jú, at ein kann gera sjálvt tann størsta býin gullreinan eftir bert hálvum tíma, um hvør ruddar fyri síni egnu hurð.
Líkt varð til ungi skálamaðurin var ein teirra sum gekk inn fyri hesum: Umframt tað at hann ruddaði í bygdini, har hann nú býr, ruddaði hann samstundis í hesi lítlu ánni beint við hús síni her á Norðoyri.
- Jú, her er í øllum førum nóg mikið at taka upp, sigur hann.
Fyrr um morgunin hevði hann fylt eina ferð uppí tann lítla lastbilin við óruddi aðrastaðni frá í bygdini, og nú var hann í ferð við at fylla ta næstu billastina.
Her var alskyns órudd at finna í ánni, og tí var skjótt at fylla lastina einaferð aftrat.
- Eg vænti, at eg fylli hesa lastina aftrat, og so eri eg liðugur fyri dagin, sigur Jósup Davidsen.
Einki undantak
Klaksvíkar kommuna hevur í lýsingum sínum gjøgnum mong ár víst á tann týdning, sum umhvørvið hevur fyri næststørsta bý okkara.
Orðafellið »Reinur og fríður – Klaksvíkar býur« er eisini ein partur av tí umhvørvisátakinum, sum í farnu viku sermerkti býarlívið.
Leygardagin var so seinasta tiltakið í hesum sambandi, tá borgararnir í kommununi sluppu út at rudda ymsastaðni í býnum, samstundis sum møguleiki var at ogna sær ein plantupakka.
Jósup er sjálvur fegin um hetta átakið hjá kommununi, tí sum hann sigur:
- Tað er altíð nóg mikið av óruddi at síggja her í kommununi. Og herúti á Norðoyri er einki undantak í so máta!
Hvør ger sítt
Fáar metrar frá húsum hansara rennur ein løkur. Og tað var í hesi ánni at Sosialurin fekk orð á ídna ruddarin.
- Eg royni at taka tað ringasta burtur úr, sigur Jósup Davidsen.
Í lítlu ánni fann hann bæði plastikk, hjólskálir, timbur, dunkar, nógvar fløskur og mangt annað sum fólk hava tveitt burtur – á skeivum staði!
Jósup var sjálvur á blettinum klokkan 10 henda morgunin, samstundis sum almenni ruddingardagurin var settur í gongd.
Eitt tað fyrsta hann gjørdi var at rudda fyri egnari hurð:
Tey hava nakrar seyðir gangandi á eini trøð í nánd av húsunum. Áðrenn hann ruddaði í ánni hevði hann verið á stykkinum og í eini aðrari á at rudda plastikk og annað burtur.
- Eg hevði ynskt at fleiri tóku lut í hesi ruddingini, tí sovítt eg dugi at síggja skuldi verið nóg mikið at tikið av, sigur ídni skálamaðurin.
Og hann leggur aftrat:
- Um hvør ger sítt, so hevði tað verið nossligt her í bygdini!
(Sí annars greinina "Ruddingardagur – javel?!")