men fara vit góð 10 ár aftur í tíðina, hevur veiðan eisini verið nógv lakari ? enntá heilt niðri á eini 6.000 tonsum. Toskaveiðan seinasta ár var ógvuliga góð, stívliga 40.000 tons, og í 1996 fiskaðu vit [...] byrgja uppfyri, at eitt nú toskafiskiskapurin aftur minkar niður í lítið og lætt. Annars er tað serliga fiskasløgini, toskur, upsi og hýsa, sum verjast skal um við eini minking av fiskidagatalinum. - Vit [...] beint nú. Hjalti sigur, at veiðitrýstið er vaksandi og heldur, at tað er vorðið ov stórt. Haraftrat kemur, at gróðurin í sjónum var lítil síðsta ár, og hóast meira gróður er í ár, er málið fyri gróður framvegis
við fullum ljósum og blenda mótkoyrandi ferðsluna. Hjástandandi myndin er tikin uttan fyri Kiosk Activ í J. Broncksgøtu í Havn mikukvøldið. Førarin er farin inn í kioskina at keypa, og hevur koyrt so nær [...] stendur manntómur og blendar alla mótkoyrandi ferðslu. Bilførarin á hesum bili setir onnur fólk í ferðsluni í beinleiðis lívsvanda ? bara tí at hann ikki tímir at sløkkja nærljósini! Og fyri at tað ikki [...] Nærljósini eiga at verða nýtt, tá tú koyrir, og tú ikki skal blenda mótkoyrandi ferðslu, t. d. í býarkoyring. Fjarljósini verða nýtt, tá tú koyrir eitt nú millum bygda, og onga mótkoyrandi ferðslu hevur. Hesin
til 1?1 og harvið hvarv spenningurin. Eftir gott uppspæl kom Zuma einsamallur ímóti málverjanum, og tá er hann sera tryggur. Í 2. hálvleiki nýtti FCK venjarin møguleikan at seta tveir hvíldar og góðar [...] hjá venjaranum, at Zuma og Peter Møller skuldu vera í álopinum frá fyrsta bríksli. Tá annar hálvleikur var eitt korter gamal, varð Jörgen Petterson skiftur inn fyri Peter Møller, og tá eitt lítið korter var [...] Á hesum støðinum nyttar einki at vera vónbrotin. Tað ræður um at vera klárur og at gera sítt besta, tá tú fært møguleikan og so at vóna, at tað er nóg mikið at sannføra venjaran um, at tú eigur fyrsta rætt
Effersøesgøtu, og fara illa um vakra umhvørvið. Økið er vælumtókt hjá børnunum sum spælipláss, og verður at byggingin veruleiki er missa børnini nógv. Víst verður eisini á vegurin ikki er grótsettur, og tí er ætlaður [...] Fyrstu ferð mótmælisskriv varð sent býráðnum var í mars mánaði í fjør, og tá vóru boðini, at einki byggiloyvið var innsent, og tí var einki at taka støðu til. Fyri trimum vikum síðan var so aftur eitt [...] minnast Thorvald hava eina stóran og vakran urtagarð. Hann arbeiddi sum urtagarðsmaður í eitta mannaminni. Umframt stóru sethúsini, hevði Thorvald eisini trý stór drívhús og eitt gróthús Røddir hava verið
var lág, og tó at hoyvíkingar fingu betri byrjanina, so eggjaði hetta teimum als ikki til at sveiggja seg nakað serliga upp. Heldur tvørturímóti, so lótu teir nú alt spælið yvir til Neistan, og tað var [...] við fimm málum á rað, og tó at hoyvíkingarnir vunnu seg upp á javnt undan steðginum, so lá tað í øllum førum í luftini, at skuldi hetta vera lagið, so fór sigursgongdin at steðga. Og tað var eisini hampuliga [...] seinna umfarið. Ferðin varð kanska ikki sett tað heilt stóra upp, men teir lukkaðu fyrst og fremst av í verjupartinum, og so kundu teir ferð eftir ferð fáa mál av tí meira lætta slagnum, tá kontraálopini vórðu
Stóra Bretlandi. Skúlagjaldsupphæddin har er 3-10 ferðir so høg fyri ein føroying, sum fyri ein ES-borgara. Upphæddirnar eru ymiskar á útbúgvingarstøðunum, og eisini er skúlagjaldskostnaðurin ymiskur á teimum [...] hækkaður er, at ein størri og størri partur av teimum lesandi gjalda skúlagjøld, ið liggja væl oman fyri gomlu upphæddina. Um stuðulin ikki verður hækkaður, er vandi fyri, at færri og færri fara at lesa uttan [...] rætt til at fáa ÚSUN-stuðul, hevur fleiri ferðir verið umrødd bæði í tinginum og í bløðunum. Hendan ásetingin er nú broytt og gjørd greiðari. Víst verður annars til heimasíðuna hjá Stuðulsstovninum www.
eikar ímillum skúlaleiðaran, Ingun Simonsen og ein av lærarunum, Sigurd Bærentsen. Hendan ósemjan endaði fyrr í vikuni við, at Mentamálaráðið gjørdi bart og flutti báðar partarnar í ósemjuni í aðrar skúlar [...] Sandoyggin er eitt skúlaøki og tí kunnu lærarar flytast ímillum skúlarnar eftir tørvi. Fríkendur Hinvegin vil hann ikki góðtaka grundgevingarnar fyri at flyta hann í Meginskúlan og tí umhugsar hann at kæra [...] undir við grundgevingunum og tí umhugi seg at kæra, sigur Sigurd Bærentsen. Friður var áðrenn Nú sigur Ingun Simonsen, at ósemja var eisini í skúlanum í Skopun, tá ið hon kom og at talan sostatt ikki er
oljuleiting og oljuvirksemi undir Føroyum eins og hinumegin markið. Hann hevur umboðað Amerada Hess í Føroyum, har hann starvast sum ráðgevi. Hann hevur 40 ára royndir innanfyri oljuvinnu, og hann situr [...] tveir høvðuslutir, sum mann leggur dent á í einari oljuleiting. Tað er kostnaðurin og óvissan. Við at gera kanningar og royndarboringar, so minkar tað sjálvandi eitt sindur um óvissuna, men hækkar samstundis [...] hevur sett góðar 140 mió av til hesar royndarboringarnar, og samanumtikið hevur Amerada Hess sett 35 mió. dollarar ella góðar 435 mió krónur. Og, sum Richard so klárt segði, hetta merkir ikki at vita at
fullveldis fíggjarlóg?, kann hann vísa á! Ein loysing her og nú, er tí eitt ?prøv lykken koncept?, sum spælir hasard við Føroya fólki og tess vælferð, eins og kommunistiski dreymurin í seksti árunum gjørdi tað [...] øðrum orðum: Mann kann gott romantisera um og forelska seg í Don Juan, men tú giftur teg ikki við honum! Lyftini frá okkara Varaløgmanni um frælsari, ríkari og liviligari Føroyar eftir eina møguliga loysing [...] tað. Ein stig fyri stig yvirtøka harafturímóti gevur bæði Føroya fólki og føroysku politikarunum tíð og møguleika fyri at meta um avleiðingarnar í praksis, so hvørt sum vit taka yvir fullu ábyrgdina av teimum
Svarið frá uttanríkisráðharra Danmarkar og harvið Føroya kom so umsíður hin 2. november 2000. Og hann ger ikki mætari enn tú. Svarar als ikki spurningunum. Og hetta er bara ikki nóg gott, Elsebeth. Sum [...] er mentamálaráðharri í Eindarstatinum Danmark. Og eg haldi heilt ærliga, at føroyskt mál er eitt mentunarligt virði, sum ríkisins mentamálaráðharri má og skal hava eina støðu til, soleingið danska ríkisvaldið [...] absoluttu kjølfestu. Tí fari eg hervið at seta tær spurningarnar einaferð afturat, - og eg vænti mær eitt skjótt, greitt og væl undirbygt svar. Ikki frá uttanríkisráðharranum, - men frá tær. Eg skal eisini