TÍÐINDASKRIV
ÚSUN-skipanin varð sett í verk á fyrsta sinni í 1990 sum royndarskipan, og í 1997 kom kunngerð, sum nú verður avloyst av hesi nýggju kunngerðini. Heitið ÚSUN stendur fyri »útbúgvingarstuðul til lesandi uttan fyri Norðurlond«. Orsøkin til, at tað er tørvur á eini serligari skipan á hesum øki, er, at í flestu londum uttan fyri Norðurlond verður skúlagjald kravt. Uml. 90% av føroyingunum, ið lesa uttan fyri Norðurlond, eru í ES-londum, og er skúlagjaldið fyri ein, ið ikki er ES-borgari, nógv hægri enn fyri ES-borgarar. Flestu føroyingar ? uml. 40 av teimum uml. 50 lesandi ? lesa í dag í Stóra Bretlandi. Skúlagjaldsupphæddin har er 3-10 ferðir so høg fyri ein føroying, sum fyri ein ES-borgara. Upphæddirnar eru ymiskar á útbúgvingarstøðunum, og eisini er skúlagjaldskostnaðurin ymiskur á teimum ymisku útbúgvingunum, men í dag liggja upphæddirnar vanliga millum kr. 50.000 og kr. 110.000 árliga. Seinnu árini eru prísirnir hækkaðir, eisini orsakað av at £?ið er styrknað.
Ein av høvuðsbroytingunum í hesi nýggju kunngerðini er hækkingin av upphæddini, ið Stuðulsstovnurin í mesta lagi kann veita tí lesandi til skúlagjald ? hon fer úr kr. 60.000 til kr. 120.000 um árið. Viðmerkjast skal, at sum áður er møguleiki at læna til skúlagjaldið frá Stuðulsstovninum, um gjaldið er hægri enn tað, ið kann latast í studningi. Orsøkin til at stuðulin verður hækkaður er, at ein størri og størri partur av teimum lesandi gjalda skúlagjøld, ið liggja væl oman fyri gomlu upphæddina. Um stuðulin ikki verður hækkaður, er vandi fyri, at færri og færri fara at lesa uttan fyri Norðurlond, og er hetta í stríð við ein av málsetningunum hjá núverandi landsstýri. Vandi hevði eisini verið fyri at lesandi fóru at velja útbúgvingarstøð í ov stóran mun eftir, hvør prísurin var, heldur enn eftir góðsku.
Av øðrum broytingum í kunngerðini kunnu nevnast:
?Neyvari er ásett, hvørjir útbúgvingarbólkar kunnu fáa stuðul. Talan er um hægri útbúgvingar og um støðislestur eftir miðnámsútbúgving (foundations studies), um hetta er ein fortreyt fyri upptøku til hægri lestur. Harafturat verður møguleiki at veita stuðul til skiftislestur á hægri útbúgvingum undir ávísum treytum.
?Ásett er eisini, hvussu leingi stuðulin kann veitast ? í mesta lagi 6 ár, tó ongantíð meira enn eitt ár út yvir ásettu lestrartíðina. Talan er um somu meginreglu sum hjá føroyingum, ið lesa í Føroyum, Danmark og í hinum Norðurlondunum.
?Lesandi fáa í dag stuðul til livikostnað í 4 ár frá Statens Uddannelsesstøtte. Hetta hava tey rætt til sum danskir ríkisborgarar. Um lesturin er longri enn tey 4 árini, ella um tann lesandi ikki hevur danskan ríkisborgaraskap, men uppfyllir kravið um tilknýtið til Føroya, hevur Stuðulsstovnurin veitt stuðulin til livikostnað. Henda upphædd hevur higartil verið kr. 3.000 um mánaðin. Frá 1. august verður upphæddin altíð tann sama sum upphæddin, ið verður veitt til hægri lestur í Føroyum. Upphæddin verður árliga prístalsviðgjørd og er í dag kr. 3.308 í studningi um mánaðin. Tann lesandi fær eisini møguleika at taka lestarlán, sum í dag í mesta lagi er kr. 2.098 um mánaðin.
?Ásetingin í tí gomlu kunngerðini um, hvussu tilknýtið hjá lesandi til Føroyar skal vera fyri at hava rætt til at fáa ÚSUN-stuðul, hevur fleiri ferðir verið umrødd bæði í tinginum og í bløðunum. Hendan ásetingin er nú broytt og gjørd greiðari.
Víst verður annars til heimasíðuna hjá Stuðulsstovninum www.studulsstovnurin.fo, har nýggja kunngerðin er at finna. Síðst í hesum mánaðinum verða nýtt umsóknarblað og vegleiðing til nýggju ÚSUN-kunngerðina løgd út á heimasíðuna. Inntil tá kann tað gamla umsóknarblaðið nýtast.