Punkteraðir hoyvíkingar

Við einum greiðum tapi fyri Neistanum komu annars høgtflúgvandi hoyvíkingar so dundrandi niður aftur á jørðina

Manshondbóltur

Síðani vetrarsteðgin hava hoyvikingar so avgjørt verið eitt av teimum liðum, sum hevur skapt sær sjálvum umtalu. Ein røð av góðum úrslitum hava flutt liðið úr botnstríðnum upp ímóti heiðursmerkjum, og leygardagin skuldu teir gera seg til at taka enn eitt fet á leiðini.
Mótstøðuliðið hesa ferð var Neistin, sum hinvegin hevur havt eitt vánaligt endaspæl, har liðið er dottið úr oddastríðnum og mest sum út um heiðursmerkjastríðið.

Dovisligt
Grundað á hesa gongdina var kanska væntandi, at Hoyvíkingar enn einaferð skuldu trumla Neistan niður, soleiðis sum teir gjørdu í fyrra dystinum liðanna millum, men tað var tó so langt burturífrá.
Góða gongdin hjá hoyvíkingum hevur í stóran mun stava frá einari vælvirkandi verju, og so einum stríðsvilja, sum hevur verið væl størri enn hjá mótstøðuni, men hvørki av hesum var sjónligt leygardagin.
Fyrri hálvleikurin var allur sum hann var sera dovinsligur. Leikferðin var lág, og tó at hoyvíkingar fingu betri byrjanina, so eggjaði hetta teimum als ikki til at sveiggja seg nakað serliga upp. Heldur tvørturímóti, so lótu teir nú alt spælið yvir til Neistan, og tað var eisini skjótt, at teir bláu takkaðu fyri. Fyrst sendu teir seg framum við fimm málum á rað, og tó at hoyvíkingarnir vunnu seg upp á javnt undan steðginum, so lá tað í øllum førum í luftini, at skuldi hetta vera lagið, so fór sigursgongdin at steðga.
Og tað var eisini hampuliga skjótt, at Neistin setti alt upp á pláss seinna umfarið. Ferðin varð kanska ikki sett tað heilt stóra upp, men teir lukkaðu fyrst og fremst av í verjupartinum, og so kundu teir ferð eftir ferð fáa mál av tí meira lætta slagnum, tá kontraálopini vórðu send avstað.
Ikki minst hóvaði hetta Kára Mortensen, sum spelaða eftir vøllinum sum annar unglingi, og tá so neistavenjarin, sum aftur hevði funnið leikarabúnan fram, so eisini sendi tveir bóltar í kassan ? tað seinni enttá sum flúgvari ? so stóð dysturin ikki at bjarga.

Gongdin kanska vend
Hóast talan var um ein dyst av teimum heilt linligu, so skerst ikki burtur, at hetta júst mundi vera tað, sum Neistin hevði tørv á. Mótburðurin, sum liðið hevur havt seinastu mánaðirnar hevur ført liðið í eina ónda ringrás, og kanska var tað júst hetta, sum skuldi til, soleiðis at liðið nú aftur kann hugsa positivt.
Fyri hoyvíkingar tykist tað hinvegin, sum var hetta endin á einum góðum tíðarskeiði hjá teimum. Eitt tíðarskeið, sum í stóran mun hevur verið bygt á samanhald og stríðsvilja, men hesir báðir partar tóktust vera fullkomuliga burtur leygardagin. Møguliga var talan bara um ein off-day av teimum heilt stóru, men um so er, so skal liðið av álvara prógva seg sjálvt, tá teir um eina viku spæla móti særdu vestmenningunum.

Dysturin í tølum
H71-Neistin 21-33 (11-13)
Málskjúttar:
H71: Bárður Brimvík 7, Halgir Dahl Olesen 6(1), Hans Jákup Jacobsen 2, Annfinnur N. Debess 2, Johnny Durhuus 2, Niels Viggo Niclasen 1, Kristian Eli Zachariasen 1
Neistin: Áki Mørk 10(1), Kári Mortensen 6, Dann Thorleifsson 5, Morgan Knezevic 4, Helgi Justinussen 3, Jón Ludvig 2, Dia Midjord 2, Ræni Slættanes 1
Brotskøst: H71 1, Neistin 1
Útvísingar: H71 2, Neistin 3
Dómarar úr Kyndli: Eyðun Samuelsen & Hannis Wardum. Tann minni av teimum hevði føðingardag, og sum ferðin var á dystinum, kundi hann eisini loyva sær at hugsa meira um hetta enn dystin.