Ljósini kunnu sløkkjast?

Tað er beinleiðis lívshættisligt at seta bilin við fullum ljósum ? og í skeivari síðu. Hóast fólk eru deyð av hesi orsøk, so er henda líkasæla kortini daglig sjón?

Ferðast tú í ferðsluni í Havn, so fært tú skjótt staðfest, at nógvir bilførarar eru, ið ikki hava ta mest grundleggjandi vitanina um ljósføring. Koyrir tú fram við eini kiosk á kvøldi ella framvið skúlunum um morgnarnar, so grettir ikki, at fleiri bilar standa við fullum ljósum og blenda mótkoyrandi ferðsluna.

Hjástandandi myndin er tikin uttan fyri Kiosk Activ í J. Broncksgøtu í Havn mikukvøldið. Førarin er farin inn í kioskina at keypa, og hevur koyrt so nær dyrnum, hann sleppur.

Bilurin stendur fyri tað fyrsta í skeivari síðu. Hann stendur við fullum ljósum, nærljósum. Hann stendur nakrar sentimetrar framman fyri gonguteigin. Hann stendur manntómur og blendar alla mótkoyrandi ferðslu.

Bilførarin á hesum bili setir onnur fólk í ferðsluni í beinleiðis lívsvanda ? bara tí at hann ikki tímir at sløkkja nærljósini!

Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so er als ikki loyvt at parkera uttan fyri Kiosk Activ.

Tað tykist trupult hjá summum at skilja, hvussu ljósini á bilinum skulu brúkast:

Parkeringsljós (ella støðuljós) eiga at verða nýtt tá bilurin stendur stillur.

Nærljósini eiga at verða nýtt, tá tú koyrir, og tú ikki skal blenda mótkoyrandi ferðslu, t. d. í býarkoyring.
Fjarljósini verða nýtt, tá tú koyrir eitt nú millum bygda, og onga mótkoyrandi ferðslu hevur.

Hesin bilførarin er ikki nakað eindømi, tíverri. Tí soleiðis verður ferðslan sum nevnt eisini blendað uttan fyri skúlarnar um morgnarnar, t. d. her úti á Argjum. Tað kann undra, at foreldur, sum koyra børnini í skúla ? fyri at tey skulu koma trygt í skúla, samstundis seta síni egnu børn ? og øll hini við, í stóran vanda, bara tí at tey ikki tíma at nýta ljósini rætt.

? Hetta er sjálvandi nakað, sum vit hugsa nógv um, sigur Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd, og vísir til lýsingar, tey hava havt seinastu tíðina, m. a. júst um hetta at seta bilin uttan fyri eina kiosk við fullum ljósum í myrkri ? og at parkera í rættari síðu.

? Júst hatta økið, ið myndir vísir, er eitt gott dømi, sigur Jón Kragesteen.

? Har er loyvt at koyra 50 km/t, og tað gera helst tey flestu, um onkur kanska setir ferðina niður, tá ein bilur stendur so óforsvarliga parkeraður, sum dømið vísir.

Jón Kragesteen heldur, at júst hetta økið átti at verði gjørt soleiðis, at forðingar vóru, sum settu ferðina niður, tí har er nógv ferðsla, bæði bilar og fólk til gongu. Hinumegin vegin er Almannastovan, og har vitja nógv fólk dagliga.
Hóast tað kanska ikki hendir so ofta, so eru tragisk dømi um, at fólk eru deyð sum beinleiðis orsøk av, at bilur hevur staðið stillur í skeivari síðu við fullum ljósum.

? Hetta er sera vandamikið, tí tá koyrt verður í myrkri síggja vit bara ein 10.000 part av tí, sum vit síggja í sólarljósi. Tá tú so eisini verður blendaður, ert tú sera illa førur fyri at síggja vandar og uppfata heildina, sigur Jón Kragesteen.
Hann vísir eisini á, at í dag skulu øll, sum taka koyrikoyrt, á skeið í myrkakoyring. Hetta er ein beinleiðis avleiðing av eini álvarsamari ferðsluvanlukku á Kambsdali fyri nøkrum árum síðani, har tvær ungar kvinnur doyðu av somu orsøk, sum hetta dømið vísir.

Leiðarin á Ferðslutrygd minnir eisini á, at tað er sera umráðandi hjá gongufólki at nýta endurskin ? tí tá síggjast tey í minsta lagi úr 140 metrum í hálvaskýming.