Týdningarmikið at vera við frá byrjan

Ein av fremstu serfrøðingunum hjá Amerada Hess, Richard Hardman, tosaði á oljuráðstevnuni m.a. um, hvussu teir hava valt at satsa upp á Føroyar. Hann segði seg vera ógvuliga fegin um úrslitið higartil

 

Oljuráðstevna

Richard F. P. Hardman er rættiliga kendur í Føroyum. Hann hevur í longri tikið aktivt lut í oljuleiting og oljuvirksemi undir Føroyum eins og hinumegin markið. Hann hevur umboðað Amerada Hess í Føroyum, har hann starvast sum ráðgevi. Hann hevur 40 ára royndir innanfyri oljuvinnu, og hann situr eisin í fleiri nevndum í Bretlandi. Á oljuráðstevnuni var hann ein av teimum sokallaðu Key-note Speakers, sum fingu eitt sindur meira av tíð til at tosa enn hinir røðararnir.

Røðan hjá Richard Hardman bar heitið Handling Exploration Risk. Sum navnið eisin sigur, so snúði ein stórur partur av hansara røðu seg um, hvussu eitt oljufelag metur um vágar og hvussu feløgini so avgera, um leitingin skal fara fram ella teir skulu broyta ætlan.


Vági

Richard Hardman greiddi í sínari røðu frá, at tað vóru tveir høvðuslutir, sum mann leggur dent á í einari oljuleiting. Tað er kostnaðurin og óvissan. Við at gera kanningar og royndarboringar, so minkar tað sjálvandi eitt sindur um óvissuna, men hækkar samstundis um kostnaðin. Hann greiddi frá, at Føroyar enn vóru eitt rættiliga óvist øki. Í løtuni verða fleiri og fleiri boringar gjørdar, soleiðis at óvissan spakuliga minkar, men hinvegin hækkar kostnaðurin jú almikið.

Amerada Hess ella samstakið hjá teimum hevur sett góðar 140 mió av til hesar royndarboringarnar, og samanumtikið hevur Amerada Hess sett 35 mió. dollarar ella góðar 435 mió krónur. Og, sum Richard so klárt segði, hetta merkir ikki at vita at olja er har, tí so var ikki neyðugt hjá okkum at bora.

Amerada Hess nýtir árliga milliardir av krónum til leiting eftir olju og royndarboringar. Tað er sjálvandi ógvuliga ymiskt, hvussu úrslitið verður, men tað er ógvuliga vanligt, at brunnar eru tómir fyri olju. Eisini kemur tað fyri, at hendan oljan ikki kann fáast upp, eitt nú orsakað av goymslugrýtinum.

Hjá einum oljufelag sum Amerada kann kostnaður, tá ið tað er klárt til at fara undir boring hava samlað til upp ímóti einari milliard dollarar, vísti Richard Hardman á. Tað kann eisini taka upp ímóti 10 árum ella meira frá tí byrja verður við kanningum til til ein gevandi framleiðslufasa kann fara ígongd.


Ikki so nógv olja

Í teirri sera áhugaverdu røðuni hjá Richard Hardman, greiddi hann eisini eitt sindur frá, hvussu tað jarðfrøðiliga hekk saman við Føroyar og hjá Hetlandi. Brunnirnar við Hetlandi vóru eisini teir, sum fingu oljufeløgini at leita við okkar leiðir.

Hann greidd frá, at teir eftir tær seismiskukanningarnar vóru rættilig væl nøgdir og spentir. Tær vístu, at her væl sagtans kundi vera olja. Ætlaðu boringarnar góvu ikki heilt tað úrslitið, sum teir høvdu væntað, tá ið teir fyri tað nógva raktu seg í sand. Sum øllum kunnugt so boraðu teir longur niður enn ætlað, og har var olja funnin. Tann oljan, sum teir funnu, kunnu teir ikki siga so nógv um sum nú er. Tað er oljan til í reservoirinum, men enn hevur tað ikki eydnast teimum at gera sær eina mynd av goymslugrýtinum í brunninum. Fleiri royndir vilja siga teimum meira um hetta.

Richard Hardman samanbar hetta øki við North Viking Graben, sum hann kallaði tað, har teir hava funnið ovurhondsstórar nøgdir av olju. Richard Hardman metir ikki, at jarðfrøðiligu viðurskiftini eru tey røttu til, at ikki meira enn ein góður 1/5 av tí olju, sum er í Víkinga grøvini, er at finna í føroysku undirgrundini.