Tíðindaskriv, Tórshavnar kommuna:
Fólk við FTD hava ofta týðandi órógvaðan atburð og megna illa at fyrihalda seg til og vera saman við øðrum, og tí hava tey serligan tørv á kørmum, umhvørvi og starvsfólkaførleikum. Í løtuni er avbjóðandi at veita rætta tilboðið til hesar borgarar á verandi demensdeildum.
At fólk við FTD ella FTD-líknandi atburði búgva saman við fólkum við øðrum demenssjúkum er órógvandi fyri báðar partar.
Tískil fer ein deild til fólk við FTD at geva báðum hesum bólkunum eitt betri tilboð, eins og viðgerðin og røktin av báðum málbólkum kann skipast skynsamari og vera til størri gagn fyri borgaran.
Ein tílík deild krevur fleiri starvsfólk enn ein vanlig deild og tí er tørvur á hægri játtan til øki.
Samanumtikið er neyðugt við eini uppraðfesting upp á 4,5 ársverk, sum svarar til umleið 3,6 mió. krónur.
Nú verður farið undir at skipa tilboðið, tryggja karmarnar og seta røttu starvsfólkini. Hetta tekur tíð og væntast kann, at tilboðið verður klárt seint á vári 2026. Metti fíggjartørvurin fyri 2026 er 2.6 mió. krónur.











