Vænta minking í toskaveiðini í ár

Toskaveiðan í fjør var ógvuliga góð, stívliga 40.000 tons.
<DPTAB>    - Vit vænta eina minking í veiðini í ár, helst við eini 5.000 tonsum ella so, sigur Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni.
<DPTAB>    Hann fegnast um, at løgtingið samtykti at skerja fiskidagarnar við 2 prosentum, men heldur, at skerjingin er alt ov lítil

Fiskivinna

Eitt miðalár er toskaveiðan undir Føroyum eini 25.000 tons, rund vekt. Okkurt árið hava vit fiskað nógv meira enn miðaltalið, men fara vit góð 10 ár aftur í tíðina, hevur veiðan eisini verið nógv lakari ? enntá heilt niðri á eini 6.000 tonsum.
Toskaveiðan seinasta ár var ógvuliga góð, stívliga 40.000 tons, og í 1996 fiskaðu vit eisini meira enn 40.000 tons. Miðskeiðis í áttatiárunum var eisini nógvur fiskur at fáa, og í 1985 fiskaðu vit stívliga 39.000 tons av toski undir Føroyum.

Vaksandi veiðitrýst

Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni, sigur, at tá ið stovnurin í summar mælti til ein niðurskurð í fiskidagatalinum komandi 2-3 árini uppá 25%, var málið at byrgja uppfyri, at eitt nú toskafiskiskapurin aftur minkar niður í lítið og lætt. Annars er tað serliga fiskasløgini, toskur, upsi og hýsa, sum verjast skal um við eini minking av fiskidagatalinum.
- Vit fegnast sjálvsagt um, at løgtingið samtykti ein lítlan niðurskurð í fiskidagatalinum uppá 2%, men vit halda ikki, at hetta er nóg mikið, skulu fiskastovnarnir umsitast skynsamiliga, soleiðis sum gongdin er beint nú.
Hjalti sigur, at veiðitrýstið er vaksandi og heldur, at tað er vorðið ov stórt. Haraftrat kemur, at gróðurin í sjónum var lítil síðsta ár, og hóast meira gróður er í ár, er málið fyri gróður framvegis undir miðal.
- Tað hevði verið óheppið, um toskafiskiskapurin aftur minkaði niður á sama støði sum fyrst í nítiárunum. Vit eiga tí at gera tað, vit kunnu fyri at byrgja uppfyri, at veiðitrýstið veksur, og at veiðan minkar langt niður um tað, hon er eitt miðalár. Málið eigur at vera, at fiskiskapurin er so støðugur, sum nú einaferð til ber við teimum náttúruviðurskiftum, sum eru galdandi.

"Vit eru fastløntir"

Hjalti sigur, at Fiskirannsóknarstovan byggir síni tilmæli á tær kanningar, sum stovnurin ger og ta vitan, sum stovnurin hevur.
Sambært lógini um vinnuligan fiskiskap, skal Fiskirannsóknarstovan geva landsstýrinum ráð um burðardyggan fiskiskap.
- Tað eru ikki vit, sum verða raktir, um tað gongst illa í vinnuni, tí vit hava fasta løn. Tey, ið verða rakt, eru fiskimenn, skip, vinna og samfelagið annars. Okkara uppgáva er tí ikki tengd at øðrum áhugamálum enn at veita so holla ráðgeving, sum vit nú einaferð eru førir fyri.
At hetta ikki altíð er so lætt, tá ið náttúruviðurskifti spæla fiskifrøðingum eitt "puss", veit eingin betur enn Hjalti sjálvur.
- Tá ið politiski myndugleikin ár undan ári ikki tekur okkara ráð til eftirtektar, er bert at vóna, at gongdin ikki verður, soleiðis sum útlitini kunnu benda á, sigur hann.
Leiðarin á Fiskirannsóknarstovuni vísir á, at fiskidagarnar kunnu vit áseta sjálvi, men tað eru ikki vit, sum avgera, hvussu náttúruviðurskiftini hátta sær.
- Tí er tað ikki so einfalt at siga við vissu, hvat hendir ? antin vit velja at gera hetta ella hatta, leggur hann aftrat.

Útróðrarflotin

Hjalti heldur, at ein partur, sum lítil hædd verður tikin fyri í metingini av veiðitrýstinum, er útróðrarflotin, har bátar verða skiftir út við nýggjari og skjóttgangandi bátar við egningatrakt.
- Hesir bátar eru meira effektivir enn teir gomlu, og teir fara ofta langan veg til útróðrar.
Hann fegnast um, at nýggj skip eru komin í flotan, men ásannar, at útskiftingarnar ofta hava ein tendens til øking av veiðitrýstinum.
- So hvørt, sum skip og bátar verða skift út við betri og effektivari fiskifør, veksur trýstið á fiskastovnarnar eitt sindur hvørja ferð. Sum árini ganga, verður vøksturin í veiðitrýstinum ikki so lítil, heldur Hjalti í Jákupsstovu.