Tórbjørn Jacobsen,
landsstýrismaður í mentamálum
Hin 1. september 2000 sendi eg tær 11 spurningar um tína støðu til føroyskt mál, títt arbeiði fyri at tryggja føroyskum máli góð kor & tínar ætlanir í hesum sambandi.
Sendi tær eisini eitt drúgt bræv, harið eg greiddi tær frá, hví spurningarnir vórðu settir.
Hetta varð ikki gjørt til stuttleika. Tvørturímóti. Eg gjørdi hetta av tí heilt einfaldu orsøk, at hetta hevur sera stóran týðning fyri mítt arbeiði og mínar framtíðarfyrireikingar, at fáa hesar spurningar svaraðar.
Hin 21. september 2000 fekk eg eitt svar frá tær, harið tú sigur, at tú ikki ætlar at svara spurningunum, men at tú hevur latið uttanríkismálaráðnum málið.
Havi ilt við at skilja hesa framferð. Spurningarnir vórðu settir tær, av tí heilt einfaldu orsøk, at tú er mentamálaráðharri í Eindarstatinum Danmark. Og eg haldi heilt ærliga, at føroyskt mál er eitt mentunarligt virði, sum ríkisins mentamálaráðharri má og skal hava eina støðu til, soleingið danska ríkisvaldið hevur yvirvaldsrættin yvir Føroyum.
Valdi kortini at bíða eftir svarinum frá uttanríkisráðharranum, áðrenn eg gjørdi meiri við málið.
Svarið frá uttanríkisráðharra Danmarkar og harvið Føroya kom so umsíður hin 2. november 2000. Og hann ger ikki mætari enn tú. Svarar als ikki spurningunum.
Og hetta er bara ikki nóg gott, Elsebeth. Sum føroyskur landsstýrismaður í mentamálum má eg kunna fáa eitt skilagott svar uppá spurningar sum hesar.
Tað ber ikki til, at danska stjórnin fyrst setir bæði landsstýrið & løgtingið til viks í hesum, fyri føroysku tjóðina, so týðningarmikla spurningi, og síðani noktar somikið sum at tosa við okkum um hendan spurningin. Hetta snýr seg hóast alt um okkara móðurmál. Tað dýrasta vit eiga. Tjóðarinnar absoluttu kjølfestu.
Tí fari eg hervið at seta tær spurningarnar einaferð afturat, - og eg vænti mær eitt skjótt, greitt og væl undirbygt svar. Ikki frá uttanríkisráðharranum, - men frá tær.
Eg skal eisini upplýsa, at síðani eg sendi tær mítt seinasta bræv, hava bæði Rithøvundafelag Føroya, "Dansk Forfatterforening" og "Dansk Sprognævn" boðað frá, at tey halda føroyskt vera tjóðarmál føroyinga. Bæði rithøvundafeløgini halda lítið um framferðina hjá stjórnini.
Spurningarnir vóru hesir:
1) Hvat heldur tú um framferðarháttin hjá stjórnini í sambandi við tann evropeiska málsáttmálan, harið hon fyrst biður um viðmerkingar frá heimastýrismyndugleikunum til umrødda sáttmála, og síðani ger beint tvørturímóti tí, sum hesir myndugleikar mæla henni til?
2) Heldur tú at danska stjórnin hevur moralskan rætt til einvíst at áseta rættarstøðuna hjá føroyskum máli, - beint ímóti viljanum hjá føroyingum?
3) Heldur tú at hetta ber boð um demokratiskan hugburð?
4) Heldur tú at hetta er at virða føroysku tjóðina?
5) Um tú heldur, at stjórnin hevur borið seg rætt at, hvat ætlar tú so at gera fyri at fáa hana at broyta sína avgerð?
6) Um tú tekur undir við framferðini, kanst tú so grundgeva fyri, hví tú tekur undir við henni?
7) Kennir tú orsøkirnar til, at danska stjórnin ikki vil boða altjóða samfelagnum frá, at í Føroyum er føroyskt tjóðarmál og alment mál, hóast eingin løgfrøðislig forðing er fyri hesum?
8) Hvat hevur tú gjørt fyri at virka fyri, at eitt at teimum málum, tú sum danskur mentamálaráðharri umboðar ? føroyskt ? fær eina góða rættarstøðu?
9) Hvat ætlar tú at gera fyri at tryggja føroyskum eina góða rættarstøðu?
10) Í hvønn mun sær tú tað sum tína uppgávu, at tryggja føroyskum máli eina rættarstøðu, sum er í samsvari við tann mentanarliga veruleikan?
11) Danir í Føroyum hava ógvuliga víðfevnd málslig rættindi ? og soleiðis vilja vit, at tað eisini skal vera framyvir. Hvat ætlar tú at gera fyri at tryggja føroyingum í Danmark málslig rættindi?
Við ynskjum um eitt skjótt svar.