glaður um at hava fingið hesa uppgávuna og eg vóni, at vit kunnu fáa ein góðan dialog við bæði myndugleikar og vinnulív sigur hann. Sum ein av sínum fyrstu uppgávum fer hann saman við Paula Einarsson at vitja [...] hátt kunnu vit best samvinna við føroyingar. Tað er eisini ein máti at avmystifisera oljuvinnuna, sum millum mong verður hildin at verða ein fullkomiliga fremmand verð. Pauli Einarsson heldur nýggju uppgávuna [...] og á 3000 metrum við Rock All. Tá hugsað verður um, at mesta dýpið við Føroyar er kanska 1500 metrar, so er hetta ein avbjóðing, sum Saga er ført fyri at møta. Hvat viðvíkur fíggjarligu støðuni hjá felagnum
beint aftaná at bankin fylti 75 ár, var tað ein stak væl konsolideraður banki, hann læt upp í hendurnar á avloysaranum, sum eftir míni meting kom at verða ein katastrofa fyri bankan og landið alt. Fíggjarligu [...] sendi at stjórna Føroya Banka, kom at roynast bankanum og landi okkara ein dýrur drongur. Hann kom úr starvsfólkadeildini, har ein Knud Sørensen, núverandi stjóri í DDB, var bossur. Allir stjórarnir í gamla [...] lemjandi, so oyðandi fyri føroyskan búskap, stavaði fyri ein stóran part frá hesum lánum. Føðihjálpararnir vóru bankarnir, ikki minst Føroya Banki. Ein stórur tapari var fiskivinnan, serliga flakavinnan,
Kanska gekk tað ikki akkurát so væl, sum føroynigar kundu havt hugsað sær, og tað er ikki so undarligt, tá umboð fyri seks fótbóltssambond sita og skulu mýka ein astøð, soleiðis at allir kunnu fara til [...] lagt fyri við undan summarsteðginum, man bera til at liva við. Serliga tá talan í staðin verður um ein dyst á útivølli móti Estlandi. Hann verður móti Estlandi. Hann verður hósdagin 4. juni, og longu 19
í honum kortini. At sita við bók, varð jú roknað sum tíðarspilla ella tekin um leti. Ein skyldmaður úr aðrari bygd stuðlar honum í at fara til skips, og at hann skal sleppa at lesa, tá ið ikki annað arbeiði [...] tann við flest brigdum í lýsingini av persónum og umhvørvi. Helst tí, at jú longur aftur í tíðini ein hending er farin fram, jú lættari er at hava hana á lofti, uttan at alt ov nógv fara upp á gos. Men [...] hann rekur gæs og seyð og mangt annað, men bæði sjúkan og tað at vera lítilsmettur av øðrum er honum ein tung byrða. Hetta, hvussu onnur fata hann, gerst høvuðsfíggindin og so serliga hugburðurin hjá foreldrunum
fyri honum, tekkist ein ljósari heimur: »Eg siti einsamallur eftir undir sólheita vegginum, heilt ovbyrjaður av hesum, mamman hevði sagt. Rulkurin var ikki til, segði hon. Og eg hómaði ein nýggjan himmal og [...] ikki peika beint á eitt vist hús í míni bygd. Nevndi eg støddina á hesum garði, var hann eitt eindømi í allari oynni«. Á annan bógvin liggur tað nær at gera ein samanburð millum endurminningar og skaldskap [...] siga frá míni bygd«. Á hin bógvin er tað áhugaverda í eini ávísan av samsvari millum ævisøgu og yrking ikki eyðsæð, tá ið eitt grundleggjandi forvitni er undantikið. Vónandi verður kortini ein glampi av ljósi
til at fara á býráðið at kanna tað. Kanska havi eg havt ein part av ábyrgdini kortini. Har átti langt síðani at verið bøtt. Komi eitt sindur pøstur til hús, men ein skón av ljósi er eftir á luftini enn [...] er tann minsti spurningurin. Pengarnir hava lítið at siga í øllum hesum. Um tað verður ein hálv milliard ella ein heil, hvønn mun ger tað? Afturgjaldingin av høvuðsskuldini verður bara stytt ella longd [...] pengarnir eru ikki bara spiltir, teir eru beinleiðis skaðiligir. Ein maður kemur til mín uttan fyri sparikassan. Hann heldur, at pengarnir, sum kanska fáast aftur, skuldu ikki farið í stórapott, men verið markaðir
Íslendska sjómannafelagið fór í verkfall fyrr í vikuni, men samráðingar vóru kortini. Men so breyt ein bátur í Vestmannaoyggjunum verkfallið mikukvøldið, og hetta hevði við sær, at semingsumboðini hjá [...] fiskivinnan megnar als ikki eina príshækking upp á 15%, og verður hetta endin kann roknast við, at ein stórur partur av vinnuni fer fyri bakka. Uppboðssølan virkar undir heilt øðrum fyritreytum enn tey [...] rimmarfast í botni. Vanlukka fyri lodnufiskiskapin At verkfallið kemur júst nú, er einki minni enn ein vanlukka fyri íslendska lodnufiskiskapin. Vanliga er besta lodnutíð í februar mánaði. Tá er lodnan
ella seg sjálvan og ein landsstýrismann. Skal eg gera eina fyribils viðmerking til samansetingina, so skal tað vera, at Sambandsflokkurin kann koma at vera sera væl umboðaður. Hann fær ein valdan í tinginum [...] tað soleiðis, at Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fram á ting um eina »sjálvstýrislóg«. Hetta er ein misskiljing úr enda í annan. Ongin sjálvstýrislóg liggur á tingborði. Orðið »sjálvstýrislóg« ikki so [...] gerast sambært løgtingslóg, og endamálið er ásett í § 1 í lógaruppskotinum. Hon ljóðar: »Sett verður ein stjórnmálanevnd at kanna og viðgera spurningin um broyting í ríkisrættarligu viðurskiftum Føroya.«
vilja tað ella ei, ein stór ruta í framtíðini. Um vit koma til eina oljuvinnu, so verður tað júst rutan til Aberdeen, sum fer at veksa, meðan aðrar m.a. tær til Danmarkar fara kanska at minka. Men heldur [...] Sjálvstýrisflokkurin haraftrat hevur avreitt ein hóp av føroyskum arbeiðsplássum til frama fyri útlendsk arbeiðspláss, og at Sjálvstýrsiflokkurina haraftrat hevur tikið ein ferðamøguleika frá tí vanliga fólkinum [...] munurin er ikki bert ein orðing, men tann veruleiki, at tit aftaná at eingin verji var eftir í samgonguni av hesi rutu, tóku stigið fult út og jarðløgdu rutuna. Munurin er ikki bert ein orðing, men munurin
. Tíbetur var talan bert um materiellan skaða, men í tí eina førinum var ein kona tó koyrd á skaðastovuna. Hetta hendi, tá ein bilur fór út av vegnum Inni á Sundi. Konan, ið koyrdi bilin, var við barn [...] førum koyra fólk varisliga, men tá bilurin ikki er skøddur til tað førið, sum er, og fólk hartil kanska bert síggja beint fram ? og nóg illa tað ? so sigur seg sjálvt, at umstøðurnar ikki eru tær bestu