Onki uppskot er um sjálvstýrislóg

Men Javnaðarflokkurin hevur skotið upp at seta eina nevnd

Í longri tíð hava bløðini, serliga Sosialurin, skrivað um eina »sjálvstýrislóg«, sum skal koma í staðin fyri heimastýrislógina. Mong hava skilt tað soleiðis, at Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fram á ting um eina »sjálvstýrislóg«.

Hetta er ein misskiljing úr enda í annan. Ongin sjálvstýrislóg liggur á tingborði. Orðið »sjálvstýrislóg« ikki so frægt sum finst í yvirskriftini, lógartekstinum ella viðmerkingunum til nakað uppskot, sum er til viðgerðar á tingi.


Stjórnmálanevnd

Tað, sum Javnaðarflokkurin hevur skotið upp, er at seta eina nevnd. Hetta skal gerast sambært løgtingslóg, og endamálið er ásett í § 1 í lógaruppskotinum. Hon ljóðar:

»Sett verður ein stjórnmálanevnd at kanna og viðgera spurningin um broyting í ríkisrættarligu viðurskiftum Føroya.«

Í hesa nevnd skula eftir uppskotinum veljast 13 fólk. Løgtingið skal velja tey átta ? tað svarar til flokkatalið á tingi eftir seinasta val. Hesir limir skula antin vera løgtingsmenn ella fyrrverandi løgtingsmenn. Løgtingið skal velja formann og næstformann í stjórnmálanevndini, og hann skal finnast millum hesar átta.

Hesir 8 skulu velja 3 nevndarlimir aftrat. Teir skula hava hægri útbúgving í samfelagsvísindum, og teir skula ikki hava sæti á tingi.

Nú eru tilsamans 11 nevndarlimir. So koma tveir aftrat, og teir báðar skal løgmaður tilnevna. Antin tveir landsstýrismenn ella seg sjálvan og ein landsstýrismann.

Skal eg gera eina fyribils viðmerking til samansetingina, so skal tað vera, at Sambandsflokkurin kann koma at vera sera væl umboðaður. Hann fær ein valdan í tinginum og kann fáa tveir valdar í landsstýrinum og hevur sostatt 3 av 13 nevndarlimum.


Tað, sum skal gerast

Nevndin, sum skal vera liðug við arbeiðið 1. januar komandi, skal kanna og lysa verandi ríkisrættarligu støðu. Tað kann neyvan nakar hava nakað ímóti.

Hon skal eisini kanna og lysa karmarnar fyri broyting og formellu mannagongdina. Tað er ikki lætt at siga, hvat liggur í hesari orðingini í uppskotinum.

Og fyri tað triðja skal hon gera uppskot um nyggja skipan við størri sjálvræði. Hetta seinasta er meira ítøkiligt, enn tað var í uppskoti við sama navni, sum Javnaðarflokkurin legði fram í seinastu tingsetu. Men tað verður ikki tilskilað í uppskotinum, hvussu nógv víðari hetta sjálvræði skal vera enn »sjálvræðið« undir heimastýrislógini.

Men nevndin kann sambært uppskotinum eisini viðgera allar stjórnmálaspurningar, sum hon heldur hava týdning.


Framtíðarstøða Føroya

Hesar reglur verða fyrst og fremst skrivaðar við tí endamáli at gera lesaran varugan við, at onki uppskot um eina sjálvstýrislóg liggur á tingborði, men at talan er um at seta eina nevnd.

Upprunaliga uppfann Javnaðarflokkurin uppskotið um eina stjórnmálanevnd fyri at forða fyri, at tingið samtykti eitt uppskot frá Tjóðveldisflokkinum, sum kallaðist Framtíðarstøða Føroya. Tjóðveldisflokkurin hevði ítøkilig uppskot um, hvat skuldi broytast ? grundað á tað, sum stendur í álitinum um nyggja stýrisskipan viðvíkjandi tí, sum krevst fyri at Føroyar skula vera sjálvstøðugar.

Uppskotið frá Javnaðarflokkinum er nú til viðgerðar í rættarnevndini. Hvørja lagnu tað fær ber ikki til at siga nú, men tað er at vóna, at ikki einasta endamál hjá teimum, sum hava sett uppskotið fram, og teimum, sum kanska taka undir við tí, er at forða fyri, at nakað hendir á sjálvstýrisleið.