Føroyar sleppa undan vetrarfótbólti

Fótbóltur: Fýra heimadystir vera á sumri 1999, og í ár skal landsliðið spæla fýra ferðir á útivølli

Kanska gekk tað ikki akkurát so væl, sum føroynigar kundu havt hugsað sær, og tað er ikki so undarligt, tá umboð fyri seks fótbóltssambond sita og skulu mýka ein astøð, soleiðis at allir kunnu fara til hús við høvdinum høgt og billa bæði sær sjálvum og tiemum, sum teir umboða, inn, at úrslitið meiri enn so er til at liva við. Men vit kunnu í hvussu so er sláa fast, at FSF-umboðini, sum í gjár vóru á fundi í Prag, koma aftur til Føroya við eini skrá fyri teir tíggju dystirnar í EM-undankappingini, sum tað væl ber til at liva viðø

Føroyingar høvdu vónað, at tað fór at bera til at leggja dystir uttan fyri teir tíggju leikdagarnar, sum UEFA hevði sett til at avgreiða undankappingina í, og tað eydnaðist. Føroyingar høvdu eisini vónað, at tað fór at bera til at sleppa undan at spæla í mars og november, og hetta eydnaðist til eitt reint ug.

At tað so ikki eydnaðist at fáa tann hemadystin, sum føroyingar høvdu vónaðat lagt fyri við undan summarsteðginum, man bera til at liva við. Serliga tá talan í staðin verður um ein dyst á útivølli móti Estlandi. Hann verður móti Estlandi. Hann verður hósdagin 4. juni, og longu 19. august verður aftur spælt á útivølli. Tá verður spælt í Bosnia. Hesir báðir fyrstu leikdagarnir vóru ikki í uppskotinum til leikdagar, sum kom frá UEFA áðrenn føroyingar fóru av landinum, og tá havt verur í huga, at hetta er í bestu fótbóltstíð í Føroyum, so er hetta væl sloppið.


Nógv ferðing í heyst

Vit nevndu í gjár, at ætlanin var at spæla heima móti Kekkia fyrst í september, og sambært upplýsingum frá FSF-skrivstovuni seinnapartin í gjár, so verður hesin dysturin leygardagin 6. september, og føroyingar skulu niður tl Kekkia í seinasta umfarinum, sum verður 9. oktober 1999.

Landsliðsspælararnir og tey, sum eru um teir, fáa nóg mikið at takast við í heystfrít´ðini. Í staðin fyri at ganga fjøllini og takast við slakt, sum tað verður sagt, at flestu føroyingar hava áhuga í, so skulu okkara bestu landsliðsspælarar spæla tvær ferðir á útivølli. Fyrru ferðina verður tann 10. oktober í Litava, og seinnu ferðina verður tað í Skotlandi 14. oktober, og so verður fótbóltsárið 1998 liðugt.


Fýra ferðir heima

Fýra teir fyrstu dystirnir í 1999 verða á heimavølli. Tann fyrsti verður móti Skotlandi grundlógardag 5. juni, og tann næsti verður móti Bosnia. Fyrst í september verður aftur eitt dupult umfar á Svangaskarði. 4. september kemur Estland at vitja, og 8. september er tað hitt baltiska landið í bólkinum, Litava, sum verður gestur her, og so endar undankappingin í Kekkia 9. oktober.

Í blaðnum týsdagin venda vit aftur til skránna fyri EM-undankappingina.