Eg má erliga viðganga, at mín fyrsta spontana viðmerking til tíðindasendingina í Svf fríggjakvøldið var, at hetta má vera ein vittigheit. Tað kann ikki bera til, at Helena Dam á Neystabø í rámasta álvara meinar tað, hon sigur um Skotlandssiglingina, tí hon og Sjálvstýrisflokkurin hava lagt alla orku í at fingið framt beint tað øvugta. Sendingin hevði í hvørfall verið tikin í fullum álvara sum skemt, um hon varð send sum ein partur av nýggjársskemtinum hjá sjónvarpinum.
Og sum um ikki hetta var nóg mikið, so kemur Sámal Petur í Grund í Sosialinum dagin eftir við viðmerking til somu sigling, sum hann so eftirtrykkiliga hevur lagt í oyði. Men nú er tað knappliga Edmund Joensen, Signar á Brúnni og Jóannes Eidesgaard, sum skulu gerast til syndabukkar fyri hesum totalt miseydnaði samferðslupolitikki, sum Sjálvstýrsiflokkurin hevur staðið fyri.
Men hvusuu tit venda og snara hesum máli, so er tað veruleikin og sannleikin, sum hevur brent seg fastan í minninum hjá øllum føroyingum. At tað er ein flokkur, møguliga stuðlaður av øðrum, sum hava avreitt eina rutu, sum tað almenna við bit og slit hevði bygt upp, og sum hóast trupulleikar bæði fíggjarligar og tekniskar, hevði eina framtíð framman fyri sær.
Poltikkur er sanniliga at kunna síggja eitt sindur longur fram enn til dagin í dag og í morgin. Henda rutan hevði, um hon hevði fingið politiska undirtøku frá serliga Sjálvstýrisflokkinum, kunnað ment seg í allar mátar. Og hetta verður, um vit vilja tað ella ei, ein stór ruta í framtíðini.
Um vit koma til eina oljuvinnu, so verður tað júst rutan til Aberdeen, sum fer at veksa, meðan aðrar m.a. tær til Danmarkar fara kanska at minka. Men heldur ikki hetta sóðu tit í Sjálvstýrisflokkinum.
At so Sjálvstýrisflokkurin haraftrat gav Teistan burtur fyri minni enn tað, sum tað almenna hevur brúkt upp á Nósloyar Páll, og at Sjálvstýrisflokkurin haraftrat hevur avreitt ein hóp av føroyskum arbeiðsplássum til frama fyri útlendsk arbeiðspláss, og at Sjálvstýrsiflokkurina haraftrat hevur tikið ein ferðamøguleika frá tí vanliga fólkinum, ja tað er bert prógv um, at tit ikki megnaðu uppgávuna at umsita hetta málsøkið.
Helena Dam á Neystabø hevði hug at geva Fólkaflokkinum skyldina fyri, at Skotlandsrutan varð privatiserað ella givin til teir privatu, sum rættari er. Tað er møguligt, at so er, men tað er ein vánalig politisk undnaførsla, ikki at kunna standa við tær avgerðir, sum tit saman við øðrum hava tikið í hesum máli.
Í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu, sum Sjálvstýrisflokkurin var partur av og hevði verið partur av, um hann hevði sloppið at hildið fram, stendur: »Samferðslan við útheimin má verða skipað soleiðis, at hon - á privatum hondum - tryggjar útflutningsvinnuni best møgulig kor«.
Í samgonguskjalinum, sum vit skrivaðu undir saman við samgonguni í sept. 1994 stendur: »Samferðslan við útheimin má verða skipað soleiðis, at hon tryggjar útflutningsvinnuni best møgulig kor«.
Munurin er, at vit ikki tóku undir við orðingini »á privatum hondum«, men tað hevur Sjálvstýriflokkurin.
Eg hugsi ikki, at tað var so nógv, tí at tit endiliga vildu sleppa at halda fram í samgongu, jú møguliga tað eisini, men fyrst og fremst tí, at tit taka undir við privatiseringspolitikkinum. Tað haldi eg, at tykkara lutur í landsstýrinum, so týðiliga vísti, aftaná at vit mynstraðu av.
Men Helena Dam á Neystabø, munurin er ikki bert ein orðing, men tann veruleiki, at tit aftaná at eingin verji var eftir í samgonguni av hesi rutu, tóku stigið fult út og jarðløgdu rutuna.
Munurin er ikki bert ein orðing, men munurin millum okkara politikk og góðan borgarliganm politikk. Speglið tykkum nú í úrslitinum.
Eitt er so vist, at tað verður ringt hjá Helenu Dam á Neystabø og Sjálvstýrsiflokkinum at verða tikin í fullum álvara, tá hetta uppskotið kemur til viðgerðar.
Enn einaferð mugu orðini um, at ofta etur hendur tað, hann sjálvur havnar, ásannast.
Jóannes Eidesgaard