Tað gjørdist eftir øllum at døma bert til eitt lítið nos við kavanum hesaferð, tó at hann var hin mesti, vit higartil hava havt í vetur.
Kortini ávirkaði hann arbeiðsdagin hjá løgregluni, sum 12 ferðir var úti við blokkinum og skrivaði frágreiðing um ferðsluóhapp.
Tíbetur var talan bert um materiellan skaða, men í tí eina førinum var ein kona tó koyrd á skaðastovuna. Hetta hendi, tá ein bilur fór út av vegnum Inni á Sundi. Konan, ið koyrdi bilin, var við barn, og tí var mett best at koyra hana á skaðastovuna til tess at tryggja sær, at einki var áfatt. Best er at vera fyrivarin í slíkari støðu.
Konan slapp heim aftur eftir kanningina.
Men hóast talan »bert« var um 12 óhapp, so fingu ikki færri enn 21 bilar skaða. Flestu óhappini hendu inni í býunum.
Fólk eru
ov líkasæl
Petur Poulsen, varastøðleiðari á Politistøðini í Havn sigur, at tað er skelkandi, so líkasæl fólk eru í ferðsluni undir slíkum umstøðum.
Sjálvur hættaði hann sær ikki at fara til arbeiðis í bili, og tá hann um 5-tíðina fór til húsar aftur, undraðist hann sáran á atburin hjá nógvum bilførarum.
? Bilarnir vóru í fleiri førum undir í kava. Førararnir høvdu bert skava so fræggt burtur av forrútinum, at teir sóu so dánt hvønn veg teir vendu. Hesir bilførarar hugsa seg lítið um, tí hvussu skjótt er tað ikki at gera fólki, ið er til gongu, skaða undir slíkum umstøðum, spyr varastøðleiðarin.
Hann vísir eisini á, at bilarnir yvirhøvur vóru ov illa skøddir til tann kava, ið var mikudagin. Løgreglan var sjálv úti og koyrdi við spildurnýggjum píkadekkum, men var noydd at seta bilin, tí førið var ov vánaligt. Ikki fyrr enn teir settu ketir undir, bar til.
Koyra varisliga
Hóast nógvu ferðsluóhappini heldur Petur Poulsen kortini ikki, at fólk koyra ov skjótt og harvið verða útsett fyri óhappum.
Í flestu førum koyra fólk varisliga, men tá bilurin ikki er skøddur til tað førið, sum er, og fólk hartil kanska bert síggja beint fram ? og nóg illa tað ? so sigur seg sjálvt, at umstøðurnar ikki eru tær bestu.
Eisini kunnu vera trupulleikar við parkeraðum bilum. Varastøðleiðarin vísir á, at tann eini bilurin, sum stóð parkeraður, varð árendur tvær ferðir.
Summir bilar høvdu bert summardekk, og tá umstøðurnar vóru sum tær vóru mikudagin við krapa, so nyttar einki annað enn ketur.