Facts um gamla Føroya Banka

Frágreiðingin frá nevndini til kanning av partabrævaumbýtinum í 1993 hevur givið tilfar til føroysku loftfjølmiðlarnar sum neyvan nøkur onnur hending her heima nakrantíð. Miðlarnir hava havt og hava heilan hóp av sínum manningum tvassandi niðri í Keypmannahavn. Um vikuskiftið og síðan eru allar tíðindasendingar farnar til umbýti. Og so hevur verið ein hópur av eykasendingum um sama evni. Fjølmiðlarnir hava tráspurt ekspertar á nógvum økjum og fingið eina ørgrynni av viðhvørt mótsigandi meiningum. Summir av ekspertunum hava havt eina meining um morgunin, eina aðra um kvøldið ella dagin eftir.

Man kann fýlast á, at fjølmiðlarnir hava bert fokuserað á partabrævaskandaluna, tá Den Danske Bank við ósannindum fekk lumpað landsstýrið at taka ímóti eini rúgvu av virðileysum partabrøvum í gamla Føroya Banka. Hetta umbýtið var bert, fyribils, endabresturin av vitleysum atgerðum, almennum og privatum, upp gjøgnum áttatiárini, og fyri tær almennu heilt aftur í sjeytiárini, aftan á at generatiónsskifti á politiska vígvøllinum var farið fram her heima. Teir solidu og skilagóðu menninir vóru farnir úr aktivum politikki fyrst í sjeytiárunum, og teim fáu, sum eftir vóru, lurtaðu nýggju buldribassarnir ikki eftir.

Skal loyva mær at tríva í ella draga fram okkurt av tí, sum førdi til krassjið og tær stóru skuldbindingarnar, ið fylgdu í kjalarvørrinum. Var knýttur at góða, gamla Føroya Banka í 16 ár frá 1970. Veit tí eitt sindur um gongdina, fyri ikki at siga fadesurnar, tey árini og eisini seinri.


Grannskoðara-starvið

Tað var á aðalfundinum í 1970, at eg fyrstu ferð varð valdur grannskoðari í Føroya Banka. Eg hevði tá í fleiri ár selt saltfiskin hjá nøkrum stállínubátum og trolarum. Í tí sambandinum hevði eg fingið mær skrivstovu á ovastu hædd í bankahúsunum í Niels Finsensgøtu. Kom rættiliga ofta niður í bankaavgreiðsluna, serliga við útflutningsskjølum, men eisini í øðrum ørindum.

Her kann viðmerkjast, at stjórarnir báðir sum oftast sótu við borð aftast í avgreiðsluhølinum.

Einaferð eg var har niðri, tað hevur annaðhvørt verið seinast í 1969 ella fyrst í nýggja árinum, bað stjórin meg koma inn á skrivstovu sína. Komin innum spurdi hann, um eg vildi lata meg velja til grannskoðara í bankanum á komandi aðalfundi. Tað kom mær heldur dátt við. Takkaði sjálvandi fyri tilboðið. Svarið var klárt og greitt, at tað vildi eg ikki. Eg segði honum eisini hví. Fyrst tí at grannskoðaraarbeiðið so avgjørt hevði ikki mín áhuga. Eisini og helst tí, at eg hevði nokk at takast við (var limur í Búskaparráðnum, var reiðari á onkrum skipi, og harafturat, sum nevnt, fekst eg við at selja saltfisk). Vit skiltust, og roknaði eg við ikki at hoyra meira um málið. Stjórin gavst tó ikki á hondum, men vendi nakrar ferðir aftur til grannskoðaraspurningin. Mítt svar var hvørja ferð tað sama, at hann mátti royna at finna onkran annan.

So ein dagin beint undan aðalfundinum, eina viku ella minni áðrenn, kemur bankastjórin upp til mín á ovastu hædd. Vit tosaðu um leyst og fast, um fiskivinnuna, prísútlitið, skiparakstur, bankaproblematikk og mangt annað. Í tí hann ger seg til at fara, kemur hann til tað, ørindini í veruleikanum snúði seg um, nevniliga grannskoðarajobbið. Eg ilskaðist eitt sindur og vildi hava at vita, hví hann var so altráur eftir at fáa meg í starvið. Hansara svar var, at hann vildi sleppa av við hann, sum hevði starvið. Harafturat segði hann seg vilja hava ein avloysara, sum hevði hollan kunnleika um føroyskt vinnulív og føroysk samfelagsviðurskifti yvirhøvur. Eg havi helst onkuntíð nevnt sum undanførslu, at eg tímdi ikki at leita eftir eittoyrum. Var tað helst tí, hann legði afturat, at eksterni grannskoðarin skuldi ikki leita eftir smápengum, ikki ein gang eftir stórum upphæddum. Uppgávan var at meta um engagementini, rætt og slætt. Hann endaði samrøðuna við at siga, at hansara hurð stóð altíð opin, um eg hevði nakað at tosa um.

Aftan á tær mongu áheitanirnar og serliga aftan á seinastu samtaluna var eg farin at ivast, um eg kortini ikki skuldi taka av. Í fyrsta lagi, tí at eg eftirhondini hevði fingið varhugan av, at arbeiðið helst var meira áhugavert, enn eg hevði hildið. Serliga tiltalaði lovaði dialogurin meg. Í øðrum lagi dámdi mær stjóran væl. Í triðja lagi dámdi mær hin stjóran so avbera væl. Í fjórða lagi helt eg meg hava lagt til merkis, at Føroya Banki var eitt sera gott arbeiðspláss. Lovaði at geva svar dagin eftir. Eg tók av.

Eg vil her nevna tveir stjórar við navni. Knud Petersen, sum fekk meg at átaka mær grannskoðarastarvið, var her í umleið fimm ár, og eftirmannin Agnar Hansen, sum eisini var her í eini fimm ár. Báðir vóru teir dugandi bankamenn. Tá AH fór, beint aftaná at bankin fylti 75 ár, var tað ein stak væl konsolideraður banki, hann læt upp í hendurnar á avloysaranum, sum eftir míni meting kom at verða ein katastrofa fyri bankan og landið alt.


Fíggjarligu brotasjógvarnir

Avloysarin, sum Den Danske Bank í 1981 sendi at stjórna Føroya Banka, kom at roynast bankanum og landi okkara ein dýrur drongur. Hann kom úr starvsfólkadeildini, har ein Knud Sørensen, núverandi stjóri í DDB, var bossur. Allir stjórarnir í gamla Føroya Banka, líka frá stovnanini til endabrestin, komu úr Den Danske Bank. Eftir styttri áramál fóru teir aftur í starv hjá danska bankanum. Teir vóru útlæntir. Hví menninir við Holmens Kanal eftir 75 ár at hava sent dugnaligar bankamenn funnu uppá at senda ein, sum av berum kleyvarskapi beindi fyri FB, er ilt at skilja. Sjálvt um moralurin í DDB er meira enn kloddutur, hava teir væl ikki sent okkum mannin til at kollsigla stovnin? Ella var tað av líkasælu? Eg dugi ikki at meta um.

Undir øllum umstøðum var tað ein beistagerð! Hann megnaði ikki bert at søpla burtur alt, sum varð bygt upp í trífjórðingsøld, men gjørdi tað harafturat neyðugt at lata bankanum 1,5 milliard fyri at bjarga honum undan húsagangi. Meginparturin lán, sum føroyski skattaborgarin í dag knógvar undir. Syndarin slapp snikkaleysur!

Tað er ofta sagt, og av røttum, at bankarnir í áttatiárunum hjálptu mongum manni at misbrúka rentuskattaskipanina. Fyrst við valutalánum, sum viðskiftafólk tóku og síðan settu inn í bankan at renta. Dømir kunnu nevnast. Seinri, aftan á 1984 ella um tað mundið, tá rentan í Danmark fall munandi, og obligatiónslán úr kredittfeløgum blivu nógv bíligari og løtt at fáa hendur á, gjørdust tey spekulatiónsobjektini hjá bankunum. Teir hjálptu monnum við einum stórum láni fyri og øðrum eftir. Við bankagarantii flutti lántakarin peningin heim og setti hann í bankan, har hann stóð til fulla rentu, til íløgan einaferð var liðugtgjørd, oftast eini tvey ár ella væl meira aftaná, at lántransaktiónin var farin fram. Í Føroya Banka táttaði posturin garanti í fleiri ár sterkt í 2 milliardir. Peningur streymaði inn. Balansin vaks á hvørjum ári. Men peningurin skuldi so oder so lænast útaftur.

Mangan hoyrdist um fólk, sum fóru inn í bankan at læna kanska eina fjórðings millión ella so, og komu útaftur við eini skuld uppá eina heila ella meir. Var peningurin læntur til húsabygging, varð øll milliónin brúkt til størri og dýrari hús enn ætlað. Hvussu gekst mongum av hesum stakkalum, vita vit alt um. Eisini hava vit hoyrt um menn, sum vildu læna fáar ella fleiri milliónir, og sum vórðu so undirdíktir í likviditeti, at teir investeraðu seg á bláman. Boomurin seinra partin av áttatiárunum, sum var so katastrofalur, so lemjandi, so oyðandi fyri føroyskan búskap, stavaði fyri ein stóran part frá hesum lánum. Føðihjálpararnir vóru bankarnir, ikki minst Føroya Banki. Ein stórur tapari var fiskivinnan, serliga flakavinnan, eksportvinnan, sum ikki orkaði at konkurrera við byggivinnuna um arbeiðskraftina. Danir hava sagt uppaftur í saman, at vit føroyingar hava sjálvir skuldina av stóru uttanlandsskuldina. Hetta er ikki allur sannleikin, minni enn so. Størsti syndarin, størri enn løgmenninir í áttatiárunum, var eftir míni meting maðurin, sum Den Danske Bank í 1981 sendi upp at stjórna Føroya Banka. Menninir í Tinganesi kundu geva garantii, kreppulán, ella hvat allur hurlivasin kallaðist. Men teir høvdu jú ongan pening. Hann mátti koma úr bankunum. Hevði DDB sent ein bara nøkulunda habilan bankamann higar, er hjá mær eingin sum helst ivi um, at bankarnir ongantíð vóru komnir í óføri, og at skuld landskassans bert hevði verið ein fraktión av tí, hon er. Bremsan, sum skuldi vera, bankarnir, varð, um eg so má siga, avmonterað. Har var bert speedarin eftir. Og hann varð nýttur í ólukkumát. Her hevur verið mest fokuserað upp á Føroya Banka og leiðsluna har. Tað eru tvær orsøkir. Onnur, at tað er tann bankin, eg kenni best. Hin, at eftir míni meting var tað stjórin har, sum heilt og aldeilis domineraðir bankakervið her til lands, tey árini alt fór av lagi fíggjarliga. Leiðslan í bankanum kann við eitt sindur av rætti halda uppá, at skuldi teirra banki ikki drenast fyri viðskiftafólk, vóru teir noyddir at spæla við á roulettini. Sum ikki eina ferð er tað rúkandi skeivt av dønum at leggja alla skuldina fyri, at okkara samfelag kom í so svárar fíggjarliga trupulleikar og er vorðið so skuldarbundið, á føroyskar herðar. Í míni verð er, sum nevnt, syndarin tann av Den Danske Banks starvsfólkum, sum teir í 1981 læntu Føroya Banka, og sum, tá bankin her var sokkin undan honum, varð móttikin við opnum ørmum av monnunum við Holmens Kanal. Teir premieraðu hann (fyri kvettið?) við at geva honum leiðandi starv. Kollisjón?


Hvør eigur at gjalda?

Havi ongantíð verið í iva um, hvør eigur skuldina fyri bankaskrædlið, og hvør eigur at gjalda kostnaðin av bankabjargingini. Tað er Den Danske Bank og danska stjórnin. Rokningin eigur at sendast til teirra. Býtislyklinum eiga teir sjálvir at finna út av. Argumentini fyri, at Den Danske Bank og danska ríkisstjórnin ið hvussu er út frá einum moralskum, helst eisini út frá einum juridiskum, sjónarmiði eiga at refundera alla bjargingina við rentum, eru mong. 1. Alt síðani 1951, tá Sjóvinnubankin, men ikki Føroya Banki, mátti bjargast, hava menn frá grannskoðaradeildini í DDB á hvørjum ári verið her og kannað viðurskiftini í FB. Fyrstu tíðina eg var í bankanum, kom sokallaði revisjónssjefurin einsamallur, í november. Tað man hava verið seinast í sjeytiárunum, at nýggjur sjefur kom í bankan í Danmark. Eisini hann kom í november. Ikki einsamallur, men við manning. Afturat komu fleiri mans úr grannskoðaradeild danska bankans tvær ferðir árliga at nærgranska øll útlán og garanti. Og teir góvu sær tíð. Skuldi nakað skil vera í tiltakinum at senda ein heilan hóp av grannskoðarum fleiri ferðir um árið til Føroya, skuldi nakað fornuftigt koma burtur úr hesum fyri føroyska bankan dýru ferðum, so átti at verið rapporterað til stjórnina har niðri. Ársroknskapurin hjá Føroya Banka var partur av ársroknskapinum hjá Den Danske Bank. Hesin bankin var eitt aktiv hjá hinum og tí sera viðkomandi hjá stjóranum at vita, hvussu støðan var. Her heima vóru ikki so fá, sum longu seinrapartin í áttatiárunum høvdu varhugan av, at Føroya Banki hevði tað ikki serliga gott. At grannskoðararnir ikki boðaðu stjóranum í DDB frá hesum, var ein skandala og eigur at koma teimum aftur um brekku. Eisini og serliga tí at tað var ein av teirra monnum, sum sat við stýrisvølin her.

2. Eg og helst summi av royndu bankafólkunum fingu tíðliga illgruna um, at maðurin ikki var ?up to standard?. Tað hevur verið annaðhvørt í november 1984 ella 1985, helst tað seinra árið, at eg og danski revisjónsjefurin ein dagin komu at sita einsamallir. Eg nevndi við hann, at soleiðis sum stjórin tíggjaði sær, var eg ræddur fyri, at bankin fyrr ella seinri kundi fáa trupulleikar. Bað hann lata leiðsluna í Keypmannahavn vita av hesum og fáa teir at taka mannin niðuraftur, ongantíð ov skjótt.

Hann ønti ikki og bar nokk heldur ikki boðini. Bar forrestin eisini upp á mál, at innanhýsis bremsan, nevndin, ikki var nøkur bremsa. Hon var vald av stjóranum, og hann hevði myndugleikan at koyra teir. Teir tagdu alla tíðina og harvið samtyktu. Beinið hevur verið ov feitt at missa.

3. Til 1976 høvdu Den Danske Bank og Føroya Banki hvønn sín statsgóðkenda grannskoðara. Tá komu boð frá DDB, at teirra grannskoðari eisini skuldi verða grannskoðari hjá Føroya Banka, tí hesin seinri var dótturfelag hjá tí fyrra. Og soleiðis kom tað at verða, líka til bankin fór av knóranum. Tað átti at verið ein logisk fylgja av kravinum um grannskoðarafelagsskap, at hann segði leiðsluni í móðurbankanum frá, ikki minst tí at føroyski bankin førdi ein skilaleysan bankapolitikk.

4. Fyrstu tíðina, eg var í Føroya Banka, vóru tvey almenn donsk eftirlit, eitt fyri sparikassarnar og eitt annað fyri bankarnar. Tveir mans frá tí seinra komu annaðhvørt ár til bankarnar her. Teir steðgaðu nakrar fáar dagar, kanska út við eina viku. Ikki varð hildið, at teir gjørdu tær stóru skreytirnar. Tað kundi møguliga koma av, at teir vitstu, at báðir bankarnir vóru í góðum hondum, høvdu dugnaligar leiðslur. Seinri vórðu báðir stovnarnir lagdir saman, og vit fingu klossuta fíggjareftirlitið. Gjørdu menninir hjá bankaeftirlitinum lítið til nyttu, so sær út fyri mær, at teir hjá fíggjareftirlitinum púrt onga nyttu vóru til. Tað hevur verið nevnt, at í tíðarskeiðinum frá 1989 til seint í 1992 vóru teir ikki á gátt hjá bankunum her. Tað má kunna sigast at vera líkasæla við lít. Tí longu fyrra árið og eisini áðrenn átti at verið greitt fyri øllum, sum høvdu eygu í høvdinum, at føroyska bankakervið var farið heilt av lagi. Í 1989 ella áðrenn átti fíggjareftirlitið danska at gjørt vart við á røttum stað, at neyðugt var at reinsa út í báðum bankunum. Eisini, um teir tóku sína skyldu í álvara, áttu teir at vitjað her bæði í 1990 og 1991. Teir rættu ikki hond frá síðu, lótu bara standa til, við speedaranum í botni. Tí gjørdist bankakreppan, tá eftirlitið endaliga vaknaði seint í 1992, so ógvuslig. Fíggjareftirlitið er almennur danskur stovnur, sum er tvingaður inn á okkum. Hann hevur grovt forsømt sínar skyldur. Tí er tað ein sjálvfylgja.

Tí er tað indiskutabult, at danski staturin skal átaka sær sín part av teim 2,7 milliardunum, bjargingin kostaði. Við rentum sjálvandi.

5. Minnist meg rætt, rindaði Føroya Banki einar 17 milliónir í vinningsbýti av 1991 rakstraravlopinum (DDB átti 62% av partapeninginum og fekk tí einar 11 mió. kr. í sín part) og umleið 7 milliónir í skatti. Mær er fortalt, at føroyski stjórin vildi seta allan vinningin av móti tapi (tað gjørdi Sjóvinnubankin hetta árið). Kortanei segði danski stjórin, og hann hevur væl havt viðhald frá sjefinum fyri grannskoðanini í DDB. Annaðhvørt livdu menninir og ikki minst bankastjórin í ?cloud-cuckoo-land«, ella vóru teir besettir!

Tað, sum her er drigið fram, er sjálvandi bert partur, kanska lítil, av tí, ið frá føroyskari síðu kundi verið skrivað um bankapolitikkin í Føroyum upp gjøgnum áttatiárini og kollapsið seinast í 1992 og í 1993. Men her verður steðgað, ið hvussu er beint nú.


Tórshavn

20. januar 1998

Sofus Olsen